mánadagur 22. mai 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 22. MAI 2017
8
RÓÐRARBLAÐIÐ
Tað hevur verið langt millum formansskiftini í
Róðrarsambandi Føroya. Fyri einum stórum ári
síðani avloysti Tóki Hartman Niclasen Jan Her
man Hansen, sum hevði verið formaður í tíggju
ár.
Longu seint síðsta summar var tað greitt, at
nýggjur formaður skuldi veljast, tí tað lá ikki fyri
hjá nýggja formanninum at halda fram.
Kallað varð inn ti eykaaðalfund, og einasta
uppskotið til nýggjan formann var Annika V.
Dalsgarð, sum setti seg við stýrisvølin í RSF í
september í fjør. Hon er fyrsti kvinnuligi formað
urin í Róðrarsambandinum.
Annika var nývald í nevndina á aðalfundinum
fyri einum stórum ári síðani.
– Tá ið nevndin skipaði seg, varð eg vald at
vera næstformaður, og tá ið tað fýra mánaðar
seinni varð neyðugt at velja nýggjan formann, lá
tað í kortunum, at eg skuldi taka við, sigur Annika
V. Dalsgarð.
Kappróður, prát um róðrar og bátar og at
venja og luttaka í kappróðri hevur altíð verið
partur av lívinum hjá nýggja formanninum í Róðr
arsambandinum.
– Tað liggur til familjuna, og tað verður arvað
frá einum ættarliði og til tað næsta. Maðurin
hevur róð nógv við Argjabátinum, og nú er tað
dótturin, sum luttekur í barnaróðrinum, har hon í
fjør og aftur í ár er við til at manna 5-mannafarið
Ingibjørg. Pápi mín róði í Havnar Róðrarfelag. Eg
eri uppvaksin í Vestmanna. Vit eru seks systkin,
og fimm róðu kapp. Eg var frá 1989 og í fýra
ár við Havfrúnni og Fortunu, so var tað í Havnar
Róðrarfelag, og eftir steðg í nøkur ár, mannaðu
vit í 2012 Gongurólv í masterkappingini, greiðir
Annika V. Dalsgarð frá.
Hvussu leingi nýggi kvinnuligi formaðurin fer
at halda um stýrisvølin í Róðrarsambandinum fer
tíðin av vísa. Burtursæð frá undanfarna formann
inum, sum av arbeiðsávum kendi seg noyddan at
leggja frá sær bara nakrar mánaðir eftir, at hann
hevði tikið við, hava undanfarnu formenninir sitið
leingi.
Jan Herman Hansen var formaður í tíggju ár,
og undan honum var Hannis Joensen formaður í
fleiri enn tíggju ár.
Ásetingarnar siga, at nevndin í RSF er ein
seksmanna nevnd. Tað hevur gingið eitt sindur
striltið at manna nevndina. Nevndarval varð tikið
av skránni á aðalfundinum í mars, tí tað vóru
eingi uppskot til nevndarlimir.
Trettanda mai var eykaaðalfundur. Einasta mál
á
dagsskránni var nevndarval. Tá eydnaðist tað at
velja tveir nýggjar nevndarlimir soleiðis, at tey eru
fimm, sum manna nevndina: Annika V. Dalsgarð
er fvormaður, Hallgrím Hansen er næstformaður,
Karlot Hergeirsson er kappingarleiðari og nývaldir
nevndarlimir eru Marin Sigvardsen Bláberg og
Hjalmar Ingebrigtsen.
Kappróðurin
er í blóðinum
Annika V. Dalsgarð er fyrsta kvinnan við stýrisvølin í Róðrarsambandinum
Karlot Hergeirsson
Fyrsti kvinnuligi formaður
in í Róðrarsambandinum.
Annika V. Dalsgarð