týsdagur 23. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HESTUR Henrik Old hevur bjóðað Tórshavnar Býráði at yvirtaka
Strandfaraskipið Súluna til rutusigling í Hest
Áki Bertholdsen
Tórshavnar Kommuna er
vælkomin til at yvirtaka
strandfaraskipið,
Súluna
og at brúka hana til at sigla
rutusigling ímillum Gomlu
rætt og Hest so galið tey vilja
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum.
Hann leggur nevniliga
dent á, at fólk í Hesti skulu
venja seg við, at Teistin fer
ikki at røkja rutusambandið
ímillum Hest og Gomlu Rætt,
tá ið koyrandi er ígjøgnum
Sandoyartunnilin.
Bæði fólk í Hesti, og Tórs
havnar Býráð, hava strongt
á Strandferðsluna um at fáa
Teistan at sigla fleiri túrar
ímillum Gomlurætt og Hest
um dagin.
Men útlitini fyri at tað fer
at henda, eru vánalig.
Sum er, siglur Teistin
tvær ferðir ímillum Hest og
Gomlurætt um dagin, har
ein túrur er fyrrapart og ein
er um kvøldið. Og fýra dagar
um vikuna hava tey eisini ein
seinnapartstúr.
Teistin er alt ov stórur
Á hundrað ára føðingardeg
num
hjá
Strandferðsluni
fríggjadagin,
vísti
Óluva
Zachariasen, sum er úr Hesti,
men býr í Havn, á at skal
oynni verða lív lagað, verður
neyðugt
at
samferðslan
verður betri.
Men sum skilst á lands
stýrismanninum
í
sam
ferðslumálum, eru smá útlit
fyri tí.
– Tey í Hesti hava líka gott
ferðasamband sum Suðuroy
ingar hava, einar 18 túrar um
vikuna, staðfestir landsstýr
ismaðurin
Men tað eru eisini smá út
lit fyri at tey í Hesti sleppa at
hava Teistan longi afturat.
– Hestfólk skulu venja seg
við tankan um, at Teistin fer
ikki at sigla út í Hest leingi
afturat, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at havnin í
Hesti er trong og tað rekur
hart og hann heldur, at Teist
in er alt ov stórur bátur at
sigla upp á Hest eftir einum,
í mesta lagi, tveimum ferða
fólkum.
Tí verður neyðugt at út
vega eitt minni skip til sigl
ingina upp á Hest, og tað
skal vera eitt skip, sum siglur
skjótt, og er mannað við ein
um ella kanska tveimum
monnum.
Henrik Old skilir væl, at
fólk, sum annars skulu ímill
um Gomlurætt og Skopun,
ikki tíma at leggja at í Hesti
Hann sigur, at tað vildi
svara til, at Smyril skuldi
steðga á í Skálavík á veg
ímillum Havnina og Suður
oyar.
– Tað hevði verið eitt
ramaskríggj, ivast landsstýr
ismaðurin ikki í.
Kunnu taka um endan
Annars vísir Henrik Old á, at
Hestur í Tórshavnar Komm
unu, og hann heldur, at tað
átti at borið til at fingið Tórs
havnar Kommunu at verið
við til at bøta um ferðasam
bandið út í Hest.
– Tórshavnar Kommuna
er ein rík kommuna, og tað
hevði ikki verið ov nógv
kravt, at hon gjørdi ein tyrlu
pall í hesti, so at tyrlan fekk
lent har, tí so kundi hon ver
ið við til at røkt ferðasam
bandið út í Hest
Annars sigur Henrik Old,
at hann hevur bjóðað Tórs
havnar Býráði at keypa ella
leiga strandfaraskipið Súluna.
– So kunnu tey sigla so
ofta ímillum Hest og Gomlu
rætt sum tey vilja, afturat
teimum túrunum Teistin
annars siglur, leggur hann
afturat.
Men hann hevur ikki
hoyrt aftur frá Tórshavnar
Býráði, sigur landsstýris
maðurin.
Fjant og fjas
Óluva Zachariasen heldur, at
tað, landsstýrismaðurin førir
fram, er fjant og fjas.
Í fyrsta lagi vísir hon á, at
samferðsla er ein landsupp
gáva, ikki ein kommunalupp
gáva.
Í øðrum lagi vísir hon á, at
Teistin er einasta rutusam
band, hestfólk hava.
Og eisini hon skilir væl,
at ferðafólk ikki tíma so væl
at brúka 15 minuttir upp
á at leggja at í Hesti. Men
hon heldur, at skal tað kosta
oynni lívið, er prísurin ov
høgur.
– Eg haldi, at fólk eiga at
tola at leggja at í Hesti, tí tal
an er um tilkallitúrar og tað
er verri enn so hvønn dag,
at teir verða brúktir, leggur
Óluva Zachariasen afturat.
Strandferðslan
hevur
fleiri ferðir skotið upp, at
hon fær eitt lítið, men skjótt
gangandi avloysaraskip, og
sum tekur einar tveir bilar
og upp ímóti 100 fólk.
Hann kundi so eisini verið
ein partur av rutusamband
inum út í Hest, sigur hann.
Men hann skal kunna
sigla allastaðni og setast inn,
tá ið Sam verður brúktur í
leigutúrar.
Gongst eftir ætlan, er tað
klárt næsta summar.
STRANDFERÐSLAN
Skal tað kosta oynni lívið,
er prísurin ov høgur
Teistin
fer ikki at
sigla út í Hest
leingi afturat
Skal tað kosta
oynni lívið,
er prísurin ov
høgur
RÍK KOMMUNA
Tórshavnar Kommuna er full í pengum og vilja tey taka um endan, kunnu tey fáa Súluna at sigla út í Hest við so galið tey vilja, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
BJÓÐAR BÝRÁÐNUM Í HAVN
AT TAKA UM ENDAN