Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STRANDFERÐSLAN SIGLA TIL SKOTLANDS OG NOREGS STRANDFERÐSLAN Nú er stundin komin at bróta upp úr nýggjum við Strandferðsluni, og at hugsa stórt, tí annars er henni ikki lív lagað VEIT EINKI Eg veit einki um tilboðið frá Henriki Old, men tað kann hann kanska greiða frá, tá ið vit fáa fundin við hann, vit so leingi hava bíðað eftir, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn Áki Bertholdsen – Skal Strandferðsluni verða lív­ið lagað framyvir, skal ný­ hugsan til og tað skal hug­ flog til. Tað var boðskapurin frá Jóannesi Eidesgaard, fyrr­ ver­andi politikara, á hundr­ að ára føð­ing­ar­deg­num hjá Strand­ferðsl­uni fríggjadag­ in. Hann vísir á, at Strand­ ferðsl­an er í teirri merkiligu støðu, at so hvørt landið verð­ ur samanbundið við tunlum og brúm, fánar týdningurin av Strandferðsluni burtur. – Tá ið koyrandi er til Suð­ ur­oyar, hevur Strand­ferðsl­an bara útoyggjarnar at røkja. Sigl­ingin í Mykines er longu ein­skild og spurningurin er, hvussu verður við aðrari sigl­ ing eisini. So skal Strandferðsluni verða lív lagað, krevst ný­ hugs­an, staðfestir Jóannes Eid­es­gaard. Og hann heldur, at vit eiga at hugsa stórt. – Hví ikki aftur fara und­ir regluliga rutusigling til Skot­ lands, ella til Noregs, ella til bæði londini, akkurát sum Strandferðslan gjørdi í nøk­ ur ár fyri einum 30 árum síð­ ani. Hann heldur, at tey sum ráddu fyri borgum tá, hugs­ aðu nýtt við at lata Strand­ ferðsluna fara undir utt­an­ lands­sigling. Hann sigur, at hetta vóru rut­ur, sum føroyingar tóku væl undir við, og at saknurin varð stórur, tá ið tær hildu upp­at. Tað var hendan siglingin, sum slóðaði fyri, at Smyril Line varð sett á stovn og fór undir uttanlandssigling, sum nú kastar rættiliga nógv av sær og skapar nógv arb­ eiðspláss. Bróta upp úr nýggjum Og Jóannes Eidesgaard held­ ur, at nú er stundin komin at bróta upp úr nýggjum enn einaferð, annars verður Strand­ferðslan bara ein við­ fán­ing­ur um nøkur heilt fá ár, so fast samband verður ímill­um fleiri og fleiri oyggj­ ar. Jóannes Eidesgaard hugs­ar sær ikki, at Strand­ ferðsl­an skal brúka Smyril til uttanlandssigling, tí hann er til at røkja suð­ur­oy­ar­ sigl­ing­ina og hon kann ikki skerj­ast. Harafturat hevur Smyr­il alt ov fáar koyggjur til at hann kann røkja utt­an­ lands­sigling. Men Jóannes Eidesgaard hugs­ar sær, at eitt hóskandi ferða­fólkaskip verður út­veg­ að til endamálið. – Byrjanin kann vera, at vit keypa eina hóskandi ferju og síðani byggja ferða­sam­ band­ið upp og so taka tað hað­ani frá, heldur fyrr­ver­ andi politikarin. Hann ásannar, at Norrøna hev­ur bæði siglt til Hetlands og til Noregs áður, men at hon gavst tí at grundarlag var ikki fyri tí. Men hinvegin ivast hann í, hvussu heilhjartað hendan sigl­ingin var, tí røddir vóru í heil­um frammi um at tær skuldu niðurleggjast. Í øllum førum heldur hann, at tað er ov av­mark­ andi og einoygd, at einasta sigl­andi ferðafólkasamband, vit hava við londini sunn­an­ fyri okkum, er Danmark, tí ein ruta til Noregs og Skot­ lands letur eisini dyrnar upp fyri nógvum ómetaliga spenn­andi ferðamálum. – Og tað eru eisini nógv fólk, sum dáma væl at ferð­ ast við skipi, kanska við egn­um bili, heldur enn við flog­fari, leggur Jóannes Eid­ es­gaard afturat. Hann ásannar eisini, at onkur kann siga, at ferða­ fólka­sigling uttanlands er ikki ein almenn uppgáva. Men nettupp at sigla til Skot­lands og til Noregs, er eitt gylt høvi, tí her er ongin framm­anundan og talan er so­statt ikki um at leggja fót­ ongl­ar í vegin fyri nøkrum priv­at­um fyritakssemi. STRANDFERÐSLAN Skal Strand­ferðsluni verða lív lagað, krevst nýhugsan HUGSA STÓRT Nú er at hugsa stórt og lata Strandferðsluna taka siglingina til Skotlands og Noregs upp aftur, var heilsanin frá Jóannes Eidesgaard fyrrverandi politikara, á hundrað ára føðingardagshaldi hjá Strandferðsluni. Her er hann høgrumegin, saman við Hans Paula Strøm, hagfrøðini og eisini fyrrverandi politikara á føðingardagshaldinum í Salt Hetta veit eg einki um Áki Bertholdsen – Hetta veit eg einki um. Annika Olsen, borg­ ar­stjóri í Havn, veit einki um, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hev­ur bjóðað teimum ferða­fólka­ skip­ið, Súluna, til at sigla ímill­um Gomlurætt og Hest. Men hon leggur afturat, at í Tórshavnar Býráð hava tey leingi roynt at fáa fund í lag við Henrik Old um ymisk átrokandi mál, eitt nu vegasambandið ímill­ um Eysturoyartunnilin og Havn­ina og um ferða­sam­ band­ið út í Hest. – Tað hevur ikki eydnast enn, men tá ið tann fund­ ur­in einaferð verður, kann hann kanska greiða okkum nærri frá tilboðnum um Súl­una, sigur Annika Olsen. Mismun Sum tað stendur í aðrari grein her á síðunum, sig­ur Henrik Old, at hann hev­ur boðið Tórshavnar Komm­ unu Súluna, so kann komm­ unan skipa fyri ferða­fólka­ sigl­ing út í Hest. Annika Olsen staðfestir, at tilboðið er ikki komið henni í hendi, men hon sig­ ur eisini, at tað er lítið sum bendir á, at tey fara at taka av tilboðnum. – Ferðafólkasigling ímill­ um oyggjar, er ein lands­ uppgáva burturav, sum kommunan ikki eigur at leggja seg út í, og mær hóv­ ar ikki, at borgarar í Tórs­ havn­ar Kommunu skulu við­far­ast øðrvísi enn onnur, tí tað er at gera mismun á fólki, sigur borgarstjórin. –  Strandfarasigling er ein grundleggjandi almenn skylda, men hon verður ikki røkt nøktandi út í Hest, sig­ ur borgarstjórin. Hon sigur, at tað er ein landsguppgáva at syrgja fyri nøktandi ferða­fólka­ sam­bandi ímillum oyggjar, og í hennara hugaheimi ber tað í sær, at tað skal bera til at búgva á útoyggj og arb­ eiða, ella ganga í skúla, á fast­landinum. –  Tað ber ikki til hjá hest­fólki í løtuni og tískil er ferðasambandi heldur ikki nøktandi, sigur Annika Ol­ sen. Og tað er ein av spurn­ ing­unum, vit ætlaðu at tosa við landsstýrismannin um, tá ið vit fáa fundin, vit hava biðið um, sigur Annika Ol­ sen. Tað er at gera mismun á fólki