Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lars Løkke Rasmussen Forsætisráðharri Danmark ”Hvordan går det, Lars” Soleiðis spurdi føroyski fólka­ tings­limurin, Sjúrður Skaale meg fyri nøkr­um mánaðum síðani í spyrji­tím­an­um í Fólka­tinginum. Eg má viðganga, at spurningurin kom eitt sindur óvart á meg, tí hetta plaga vit ikki at spyrja hvønn annan um í fólkatingssalinum. Kanska vit áttu at gjørt tað eitt sindur oftari – eisini tí, at tað møguliga kann geva betri fatan av sjónarmiðunum hjá hvørj­um øðrum. Hesa fatan vóni eg í øllum før­um, at spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum um rík­is­fe­lags­ skap­in kann geva eitt íkast til. Eftir hetta orðaskiftið hava vit ann­ars eitt serstakt orðaskifti um grønlendska arbeiðið við eini stjórn­ar­skipan og um búskaparligu møgu­leikarnar hjá Grønlandi sum eitt sjálv­støðugt land. Og hvussu gongur so í ríkis­fe­ lags­skapinum? Tað veldst helst um, hvønn tú spyrt. Eftir mínum tykki gongur tað í grundini heilt væl. Føroyar og Grønland hava víð­fevnd­an sjálvsavgerðarrætt gjøgn­um sjálvstýrisskipanirnar frá 2005 og 2009. Stórt sæð allar týdningarmiklar avgerðir um før­ oyska og grønlendska samfelagið verða tiknar í ávikavist Tórshavn og Nuuk. Og samstundis hava bæði londini møguleika at yvirtaka ábyrgd­ina av fleiri økjum, um tey ynskja tað. Soleiðis skal tað vera. Dan­mark ynskir einans, at Føroyar og Grønland hava størst møguligan sjálvs­av­gerð­ar­rætt innan fyri karm­ar­nar í grundlógini. Grundlógin gevur ógvuliga víð­ fevndar møguleikar fyri sjálvs­av­ gerð­ar­rætti, men á nøkrum fáum økj­um setur hon greið mørk. Hetta er til dømis galdandi fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Føroyar og Grønland kunnu ikki føra sín egna sjálvstøðuga uttanríkis- og trygd­ar­ poli­tikk, óheftur at tí kongsríki, tey eru partar av. Hetta merkir ikki, at altjóða rødd­in er tikin frá Føroyum og Grønlandi, tí eisini á tí utt­an­rík­is­ pol­it­iska økinum hava vit funnið kon­struktivar loysnir. Hetta er til dømis galdandi fyri Arktiska Ráð­ ið, har allir tríggir partar í rík­in­um hava møguleika at koma til orð­ anna. Eg skilji væl ynskið hjá Føroyum og Grønlandi um at føra ein sjálv­ støð­ug­an uttanríkispolitikk. Serliga inn­an tey øki, har tey bæði londini hava hvør síni áhugamál – sum til døm­is á fiskivinnuøkinum. Tað trúgvi eg, at øll skilja. Men ongin donsk stjórn kann seta seg oman fyri grundlógina – held­ur ikki fyri at ganga einum góð­um vilja á møti. Hinvegin eru vit altíð til reiðar at arbeiða sam­ an við Føroyum og Grønlandi fyri at loysa tær avbjóðingar, ið rík­is­fe­ lags­skapurin kann geva. Bæði í Føroyum og í Grønlandi hava vit bólkar í fólkinum, har hetta ikki er nóg mikið, og har tey hava eitt annað mál. Tey ynskja sjálv­ræði. Um ein meiriluti í Før­oy­ um ella í Grønlandi ein dag tek­ur hesa avgerð, so vil stjórnin sjálv­ andi virða avgerðina. Men vit fara eis­ini at harmast hana. Tí vit ynskja at varðveita rík­is­fe­ lagsskapin. Og vit fara at gera tað, ið vit kunnu, fyri at styrkja sam­starv­ ið og stuðla upp undir eina góða menn­ing, sum er grundað á ein sterk­an felagsskap við rúmd fyri ym­isk­leika. Okkara hurð stendur altíð opin. Vit eru ikki mótleikarar – vit eru viðleikarar. Eisini tá tað um búskaparliga menning ræður, bæði í Føroyum og í Grønlandi. Og júst búskaparliga menningin fyll­ ir nógv, nú vit kjakast serliga um framtíðina hjá Grønlandi. Or­søk­ in til tess er, at Grønland á fleiri økjum hevur nakrar serligar av­ bjóð­ingar. Hetta er millum annað gald­andi, tá tað ræður um vøkstur, arb­eiðs­loysi og almenna búskapin. Tað er brúk fyri nýskipanum og nýggjari vinnumenning, um grøn­ lendska vælferðarsamfelagið skal vera búskarliga haldført í fram­tíð­ ini. Hetta er ikki ein donsk meting – tað er ein meting, sum kemur frá bú­skap­arráðnum hjá Grønlandi sjálv­um. Ráðið vísir á, at um gongdin held­ur fram, so fara tær almennu út­reiðslurnar at vera næstan 1 mia. kr. hægri enn inntøkurnar í 2035. Var hetta sama galdandi fyri Dan­mark, tá hevði verið neyðugt at betra um fíggjarlógina við upp ímóti 100 mia. kr. Ella tað, ið svarar til tað, ið vit brúka á skúlaøkinum, eldra­økinum, til løgregluna og á skatta­økinum tilsamans um árið. Tað er ein álvarsom búskaparlig av­bjóðing. Vit virða sjálvsagt ábygdarbýtið í sjálv­stýrislógini, og at Grønland sjálvt hevur ábyrgdina fyri egn­um búskaparpolitikki. Men stjórn­in er altíð til reiðar at geva fyri­sit­ing­ar­ liga hjálp í tann mun, ið Grønland hev­ur ynski um hetta. Hetta, eins og at vit eru til reiðar at samstarva um at skapa áhuga fyri at finna fígg­ing til góð og sunn vinnuátøk. Sum dømi hava vit gjørt tað møgu­ligt hjá Vækstfonden í Dan­ mark at vera við til at veita fígg­ing til virksemi í Grønlandi. Eks­port­ kre­dit­fonden kann veita trygd í sam­bandi við, at grønlendskar verk­ætlanir keypa danska fram­ leiðslu. Og Norðurlendski Ílegg­ing­ ar­bankin hevur stovnsett møgu­ leik­an at veita lán til arktiskar verk­ætlanir. Bæði politikarar og íbúgvarnir í Grøn­landi leggja dent á íløgur í flog­vall­ir. Hugsanin er millum ann­ að, at fleiri og betri flogvallir fara at økja um ferðavinnuna, sum síðani kann geva sítt íkast til vøkstur og nýggj arbeiðspláss. Um tú hevur ferðast í Grønlandi, so hava tey flestu upplivað at skula mill­um­lenda í Kangerlussuaq. Tað er eitt frálíkt stað. Men tað broytir ikki tann veruleikan, at hetta ger ferð­ina dýrari og drúgvari, um tú skalt flúgva meira enn 300 kilo­metrar suðureftir aftur fyri at koma til Nuuk, har tey flestu ferð­andi skulu. Hetta er sum, at ferðandi úr Evropa skuldu mill­um­ lent í Aalborg fyri at koma til Keyp­ manna­havnar. Samanumtikið verður tað frá grøn­lendskari síðu lagt upp til nógv­ar stórar og umfatandi íløgur í nýggjar flogvallir nógvastaðni í Grøn­landi. Projekterings- og fígg­ ing­ar­ætl­an­irnar eru undir fyri­reik­ ing, og tí er enn ikki fullur greidleiki um øll viðurskifti. Tað sæst í samgonguskjalinum, at Naalakkersuisut ynskir, at tað verður settur á stovn ein fe­lags danskt-grønlenskur menn­ing­ar­ grunnur til at fremja íløgur í løn­ andi verkløg og útbyggingar av infrakervinum í Grønlandi. Stjórn­ in er sjálvsagt til reiðar at við­gera hend­an spurning, um Naa­lakker­ sui­sut vendir sær til okkara. Langskygda búskaparliga gongd­in er avgerandi fyri, um Grøn­land eisini í framtíðini hevur ráð til onnur týdningarmikil øki, til døm­is til útbúgving. Í Grønlandi eru tað næstan 60 pros­ent av teimum ungu í aldrinum 16-18 ár, sum ikki eru í gongd við eina miðnámsútbúgving ella eru á eft­irskúla. Hetta er ein stór av­ bjóð­ing, tí eitt væl útbúgvið fólk er týdn­ing­armikið bæði fyri góða vinnu­menning og fyri at byrgja fyri sosi­al­um trupulleikum. Naalakkersuisut leggur stór­ an dent á útbúgvingarøkið. Nógv orka verður brúkt, og fleiri gjøgn­ um­føra eina útbúgving eftir fólka­ skúl­an enn fyrr. Tað er gott. Eisini á hes­um øki samstarva stjórnin og Naalakkersuisut, um ynski er um tað. Og vit víðka fegin tað sam­ starv­ið, ið grønlendsku og donsku mynd­ugleikarnir longu hava á sosi­ ala økinum. Samstarv og samhaldsfesti eru kjarnin í ríkisfelagsskapinum. Eitt op­ið og javnsett samskifti er veg­ur­ in fram, og eg trúgvi, at øll trý lond­ ini í ríkisfelagsskapinum standa sterk­ast, tá vit standa sam­an. Bæði í nútímans og í søguligum sjón­ar­horni eru ríkisfelagsskapurin og sjálvstýrisskipanirnar heilt ser­ stak­ar loysnir, ið geva fólkunum bæði í Føroyum og í Grønlandi rúm fyri at skipa egið land eins skjótt ella spakuliga, og tey sjálvi ynskja. Okkara samanhald riggar bara, tí vit tosa opið og erligt saman, seta teir góðu spurningarnar og virða ymiskleikarnar hjá hvørjum øðr­um. Persónliga eri eg tætt knýttur at bæði Føroyum og Grønlandi. Og ynski mítt er, at okkara trý lond fram­haldandi fara at vera tætt knýtt at hvørjum øðrum í nógv ár fram­yvir, til gagns fyri okkara fólk í øll­um trimum londum. Ein sterkur ríkisfelagsskapur við rúmd fyri ymiskleika TÍÐARGREIN Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og føroyska kona hansara, Sólrun