týsdagur 23. mai 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Verðin er myrk og ótrygg.
Tað
varð
aftur
staðfest
mánakvøldið, tá ið bumbu
spreinging
í
Manchester
bar syndarliga vanlukku við
sær. Millum tey mongu, sum
hetta kvøldið spentu frá á
Manchester Arena, doyðu
nítjan, og nógv liggja særd
eftir vitleyst yvirgangsálop
og bumbuspreinging.
Tíðindini fóru beinanveg
in sum eldur um allan heim
in.
Fyri snøggliga hundrað
árum síðani vóru Føroyar
raktar av ógvusligum bum
buálopum. Átta føroyskar
sluppir og deksfør forlistu.
At eingin læt lív var heilt
ófatuligt.
Tá ið skipbrotnu mennin
ir so við og við komu til lands
í lítlum og ofta vánaligum
bátum, ið flutu um æsingar
nar, fóru tíðindini sum eldur
kring
oyggjarnar.
Hevði
tøknfrøðin verið, sum hon
nú er, so høvdu hetta ivaleyst
verið breaking news kring
allan heimin.
Tað var týski kavbáturin
UC 33, sum eirindarleyst
søkti átta føroysk før 23. og
24. mai 1917. At manningin
á kavbátinum kortini var
so menniskjalig, at hon gav
føroysku
fiskimonnunum
loyvi at fara í bátarnar, og
at veðrið spældi við, so allir
vunnu upp land, hevur havt
avgerandi ávirkan á okkara
samfelag.
Tey munnu vera so mong,
sum nú eru uppi á døgum,
ið so ella so eru í ætt við og
undan onkrum av teimum
skipbrotnu, sum vóru úr
fleiri plássum kring alt land
ið. Í fleiri førum vóru tað
nógvir menn úr somu bygd,
og í einstøkum førum vóru
fleiri brøður við sama skipi.
Bannið
Hetta var undir fyrra heims
bardaga. Danmark og harvið
Føroyar vóru óheft í hesum
krígnum. At nógvir føroyskir
reiðarar í 1917 skrivaðu undir
uppá, at øll veiðan skuldi
seljast til Onglands, vísti seg
at vera lagnutungt fyri før
oyingar.
Fyrsta
februar
1917
kunngjørdu myndugleikar
nir í Týsklandi og Eysturríki
í boðum til óheftu londini, at
øll sigling á havleiðum við
Bretland, Frakland og Italia
var at rokna sum vandasigl
ing.
Norður úr Bretlandi var
vandaleiðin sunnan fyri eina
linju úr Nólsoyarbankanum
móti eini knattstøðu tríggjar
fjórðingar úr Akrabergi í ein
útnyrðing norður um Føroya
Banka og síðani suðurá. Har
við var allur Føroya Banki
lýstur sum vandaøki.
Í kunngerðini frá Týsk
landi og Eysturríki varð
sagt, at snøgt sagt øll sigling
á vandaleiðini fór at verða
forðað á allan hugsandi hátt.
Hesin týski kavbáturin,
UC33, gjørdi øgiligt um seg
sunnanfyri
Føroyar
hetta
várið og summarið. Um
framt føroysku skipini søkti
hann eitt nú bretsku trolar
arnar Olaria og Sisa, donsku
skonnartina A. H. Friis, sum
var á veg til Føroya við salti,
norska damparan Glyg, sum
var á veg norður á Siglufjørðin
við salti og norsku barkina
Whinlætter, sum var á veg
úr New Orleans og til Keyp
mannahavnar við timbri.
Tað kundi verið uppaftur
verri enn so, at átta føroysk
skip vóru søkt. At hann køvdi
av í mjørka var bjargingin hjá
fleiri, og onnur, sum vóru á
veg út á bankan, vendu aftur,
tá ið tey møttu onkrum av
skipsbátunum og hoyrdu
um skilið.
TÁ IÐ FØROYINGAR
VÓRÐU BUMBAÐIR
Á BANKANUM
Í hesi vikuni eru hundrað ár síðani, at átta skip vórðu bumbað á Føroya Banka, og illa
kroystu fiskimenninir á opnum báti og langt til havs, megnaðu at bjarga sær til lands
HUNDRAÐ ÁR SÍÐANI
Eftirgjørd mynd av, hvussu tað sá út, tá ið føroysku manningarnar fóru av skipunum, ið vórðu sprongd í luftina. Mynd úr bókini Júst í Túni