týsdagur 23. mai 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60
Tað verður mett, at mill
um 35 og 40 manningar og
umleið fýra hundrað sjó
menn bjargaðu sær í land í
Føroyum – mest í Suðuroy
- undir fyrra heimsbardaga,
eftir at skipini vóru søkt
undan teimum.
Neyðin
Fiskiskapurin var hetta várið
vánaligur kring oyggjarnar.
Tað hoyrdist um stóran
tosk og gott fiskarí á Føroya
Banka. Í føroysku bløðunum
var dúgliga skrivað og gitt,
hvussu vandamikið tað var
at fara út á Føroya Banka.
Fleiri hildu, at vandi var ikki
á ferð hjá friðarligum, før
oyskum fiskimonnum.
Á fundi á Tvøroyri um
hetta mál segði amtmaðurin,
Svenning Rytter, púra greitt,
at tað var vandamikið at
royna á Bankanum. Men
freistingin var stór og longu
tvær vikur, eftir at forboðið
var lýst, vóru føroysk skip á
Bankanum.
Fiskaríið var gott, einki
sást til týskar kavbátar, og
trýstið á teir, sum í fyrstu
atløgu aftraðu seg orsaka av
forboðnum, øktist.
Fyri hundrað árum síðani
vóru nógv skip og bátar á
Bankanum. Tað var slætt
og disut, tá ið fíggindin
sást. Fyrrapartin 23. mai
gjørdi hann av við Elsu, og
tá ið hann hevði søkt sjey
skip og bátar á Bankanum
henda dagin og næstu nátt
og síðani Isabellu Innes á
Munkagrunninum um seks
tíðina á kvøldið 24. mai,
flutu upp ímóti hundrað
føroyingar í smáum opnum
bátum – tríbekkum og fýra-
og seks-mannaførum – á
opnum havi.
Kósin var ímóti Føroyum,
og tað eydnaðist øllum at
røkka til lands.
Hvussu hetta alt gekk
fyri seg, ber til at lesa í fleiri
bókum. Eitt nú hevur Óli
Olsen skrivað frásøgnina
eftir Fischer Heinesen í
Klaksvík, sum var fimtan
ára gamal og yngstur um
borð á Margrethu. Jóan
Petur hjá Mouritsi í Vági
førdi Margrethu. Absalon
Absalonsen hevur skrivað
bók um henda skiparan, og
har verður greitt frá, hvussu
hetta gekk fyri seg.
Páll J. Nolsøe skrivar
um hetta í Siglingarsøguni,
og Mathias Lassen hevur
skrivað bókina Tá ið týsk
urin søkti sluppirnar á Før
oya Banka í 1917. Har ber
til at lesa endurgeving frá
øllum sjófrágreiðingunum,
sum vóru næstu dagarnar
og vikurnar eftir øgiligu
spreingingarnar, tá ið átta
føroysk før fórust.
Í bókini um Júst í Túni
endurgevur Helgi Jacobsen
frá Andreasi Hansen – pápa
Júst – sum førdi Brest hjá
Jens Evensen. Her verður
brot tikið úr bókini hjá Helga
Jacobsen.
Brestir skotbrá í
tíggju minuttir
Klokkan var júst farin av
tvey um náttina, tá besti
maðurin purraði skiparan út
við boðum um, at ein kavbát
ur var í eygsjón.
Andrias sprakk hálvnakin
upp á dekkið og hoyrdi
skjótt ljóð frá rakettum ella
skotum, sum alsamt komu
nærri. Skjótt bar hann eyga
við kavbátin, sum nú aftur
skeyt eitt ávaringarskot, og
Andrias vant Dannebrog á
stong. Andrias legði til merk
is, at kavbáturin var gráur,
men hevði einki nummar
ella navn.
Andrias og tríggir av
manningini fóru nú í bátin
og róðu yvir at kavbátinum
við skipspappírunum. Kav
bátaskiparin,
ein
ungur
maður, bað Andrias og tveir
av manningini koma upp á
kavbátin.
Á
kavbátinum
fekk
Andrias at vita, at skipið
skuldi søkkjast, og at tað
skuldi ganga skjótt fyri seg.
Tveir av týskarunum fóru
síðani í bátin og róðu saman
við tí eina manninum av
Bresti yvir til sluppina.
Týskararnir høvdu ein
sekk við spreingiløðing við
sær og góvu manningini
10-minutta skotbrá at fara av
skipinum. Spreingiløðingina
løgdu teir í lugarið og bóðu
síðani manningina taka mat,
vatn og kumpass í bátin.
Ein
av
manningini
á
Bresti var eisini biðin um
at taka klæðir við til skipar
an, tí hann hevði ikki fing
ið stundir at lata seg í, tá
hann varð útpurraður. Ann
ar týskarin hjálpti til og fór
niður í lugarið eftir sjóstivl
um.
“Tað ræður um at vera
væl ílatin á sjónum” minnist
Andrias í Túni, at týskarin
segði, tá hann hivaði stivlar
nar í bátin.
Týskararnir vóru síðani
settir umborð á kavbátin
aftur, og Andrias kom um
borð
á
fimmmannafarið.
Týskararnir
tosaðu
bæði
danskt og enskt og vóru
sambært Andriasi avgjørdir,
men samstundis høviskir.
Um teir høvdu samkenslu
við
hesum
neyðars
før
oysku fiskimonnunum, sum
einsamallir
máttu
streva
seg til lands í einum fimm
mannafari, er ilt at siga. Men
ein unglingi, sum henda
túrin var sín fyrsta túr til
sjós, fekk eina sjokulátuplátu
at ugga seg við frá øðrum av
týskarunum.
Meðan manningin ligg
ur einar 200 metrar frá
Bresti og bíðar, hvat man
fara at henda, heldur ein av
manningini fyri, at teir kans
ka áttu at leggja at borði aft
ur eftir fleiri klæðum.
Til alla lukku var hetta
ikki gjørt, tí lítla løtu seinni
sprongdist skipið í luftina.
Dekkið fór himmalhøgt upp í
loft, og stutt eftir hvarv skip
ið í havsins myrkur.
“Tað var við tungum
hjarta at síggja okkara kæra
skip, ja okkara núverandi
heim, søkka í havsins vátu
grøv”, segði Andrias í Túni
aftaná.
Tað var bara eitt korter
farið, frá tí at kavbáturin
var komin í eygsjón, til teir
12 menninir vóru í tí lítla
skipsbátinum. Har var einki
annað at gera enn at royna
at vinna upp land. Í fyrstuni
var veðrið heldur sjaskut, so
menninir blivu vátir, men
sum frá leið makaði hann
vindin, og tað slætnaði.
Tá ið teir høvdu róð eitt
skifti, sóu teir ein annan
bát, sum vísti seg at vera
manningin av Traveller, ið
var skotin niður nakað fram
manundan, at Brestir var
søktur. Báturin hjá Traveller
var tungur, og teir ætlaðu at
vita, um teir á Bresti kundu
taka einar tveir mans frá
teimum. Tá teir komu at
borði á skipsbátinum hjá
Bresti, síggja teir, at har
vóru líka nógvir á bátinum.
Bátarnir fylgdust eina løtu,
men mistu so hvønn annan
burtur í mjørkanum.
Tá ið Andrias í Túni og
hinir á Bresti høvdu róð í
14 tímar, kom deksbáturin
Vigelant fram á bátin og
sigldi teir inn á Trongisvág.
Tá var klokkan fýra seinna
partin 24. mai.
Tað hevði verið ein ræðu
lig vanlukka fyri Toftir, um
manningin á Bresti ikki
hevði borið boð í bý. Allir
uttan tveir av teimum tólv
vóru av Toftum.
HUNDRAÐ ÁR SÍÐANI
Skipini sum vóru søkt á Føroya Banka
fyri hundrað árum síðani
SKIP
SKIPARI
MANNING
Else
Joen Peter Joensen Vágur
11
Margrethe
Aksel Sivertsen Kirkja
15
Britannie
Kristin Mortensen Tvøroyri
11
Streymoy
Christian Jensen Tórshavn
11
Beinir
Samuel Jacob Thomsen Norðragøta
11
Traveller
Samuel Jacobsen Vágur
13
Brestir
Andreas Hansen Toftir
12
Isabella Innes Peter Frederik Petersen Porkeri
8
Mynd úr bókini Júst í Túni
Mynd úr bókini Júst í Túni