týsdagur 23. mai 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Kristihimmalferðardag
verða
seinnu hálvfinalurnar í kappingin
um Løgmanssteypið. Báðar fyrru
hálvfinalurnar endaðu við javn
leiki. NSÍ og KÍ spældu 2-2 í Klaks
vík, meðan B36 og HB spældu javn
leik 1-1. B36 hevði heimavøll, so HB
hevur eins og NSÍ munin við úti
vallarmálinum.
Javnt í Gundadali
Tað er eftirhondin eitt greitt
yvirtal av javnleikum, tá høv
uðsstaðarfeløgini bresta saman.
Soleiðis hevur eisini verið í ár. Í
landskappingini endaði tað við 2-2
javnleiki, meðan tað í fyrru hálv
finaluni endaði við javnleiki 1-1. Tí
er ikki óhugsandi, at vit koma at
síggja umdyst og møguliga brots
sparkskapping her. Tað er hvørtfall
einki, sum bendir á at talan verður
um annað enn ein javnan dyst.
– Hetta blívur ein líka tættur
dystur sum seinast, tá liðini høvdu
ein hálvleik í part. Eg vænti ikki tað
verður so stórur munur á. Teir hava
fingið Lukasz Cieslewicz og onkrar
aðrar spælarar tøkar aftur, so teir
standa neyvan verri enn teir gjørdu
seinast, sigur Sigfríður S. Clement
sen, venjari hjá HB.
Danski framherjin, Daniel “Elly”
Pedersen, er framvegis skaddur og
er ikki í landinum. HB hevur hig
artil ikki fingið nógva nyttur burt
urúr honum, men tað er líkt til at
hinir tríggir danskararnir í HB,
Martin Bergvold, Alexandar Stan
kov og Sebastian Pingel, eru tøkir.
Venjarin hjá HB hevur eisini sett
navn á spælararnar, sum hansara
menn skulu ansa eftir.
– Vit skulu arbeiða ótrúliga hart
aftur hesaferð. Vit skulu hava fatur
á Róaldi Jakobsen og Lukasz Ciesle
wicz, so teir ikki sleppa at brilliera.
Patrik Johannesen er eisini í form,
og honum skulu vit ansa eftir, sigur
Sigfríður S. Clementsen.
Tað er komið eyka trýst á í HB,
eftir at liðið tapti klassikaran móti
KÍ, og er fyribils sett av í FM stríð
num. Venjarin hjá HB sær tó ikki
heilt soleiðis upp á tingini.
– Eg haldi ikki trýstið er størri, tí
vit gera alt vit kunnu fyri at koma
í steypafinaluna. Tað høvdu vit
eisini gjørt, um vit vunnu í Klaks
vík, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Hann
hevur
royndirnar,
sum prógva at hann er stinnur
í steypakappingini. Sigfríður S.
Clementsen hevur verið í aðri
hvørjari steypafinalu síðani 2006.
Tá vann hann við B36, síðani vann
hann finaluna við EB/Streymi í
2008 og tapti hann í 2009, áðrenn
hann vann hana tríggjar ferðir upp
í slag við Víkingi.
– Hetta er stuttligasti og størsti
dysturin á árinum, sigur Sigfríður
S. Clementsen at enda.
“Hetta er tí vit
spæla fótbólt”
Jákup á Borg, venjari hjá B36, heldur
eisini, at talan er um eina javna og
tætta uppgerð. Hann leggur dent
á, at í B36 gleða spælararnir seg til
dystin.
– Ein jøvn uppgerð, sum bæði
eg og spælararnir gleða okkum til.
Vit skulu eisini verða spentir, men
ikki yvirspentir. Tað er bara finalan,
sum er størri enn hetta. Tað eru
dystir sum hesir, ið eru orsøkin til,
at vit spæla fótbólt, so tað skulu vit
gleða okkum til, sigur Jákup á Borg.
B36 er í tí støðu, at teir skulu
hava mál í dystinum. Fyrri dysturin
endaði við javnleiki 1-1, men B36
var á heimavølli og tí hevur HB úti
vallarmálið. Tað kemur tó ikki at
broyta nakað fyri spælistílin hjá
B36.
– Vit spæla upp á saman máta,
sum til ein hvønn dyst. Vit spæla
fyri at skora og spæla fyri at vinna,
og tí kemur tað ikki at broyta nak
að. Og tað passar okkum fínt, at vit
altíð spæla upp á hendan mátan,
sigur venjarin hjá B36.
Árstalsfelagið
í
Gundadali
hevur havt ávísar trupulleikar í
landskappingini. Venjarin heldur
millum annað, at liðið hevur spælt
undir miðal onkrar av seinastu
dystunum, men at avrikið móti 07
Vestur var gott. Tað skal til, um liðið
skal koma víðari.
– Vit skulu hava somu tendr
ingin allan dystin, sum vit funnu
fram móti 07 Vestur. Móti Skála og
seinna hálvleik móti HB hava vit
ikki vunnið nærdystirnar og leysu
bóltarnar, men móti 07 Vestur rigg
aði tað aftur. Vit kunnu ikki spæla
góðan fótbólt, um vit ikki vinna
hasar bóltarnar og geva Róaldi
Jakobsen, Lukasz Cieslewicz og
teimum pláss, sigur Jákup á Borg,
sum ikki er bangin fyri, at tendring
in verður ein trupulleiki.
Tað er gleðiligt fyri B36, at Luk
asz Cieslewicz er við aftur, men liðið
er framvegis uttan spælarar sum
Philip Lund, Alex Mellemgaard,
Hannes Agnarsson og Høgna Eyst
uroy, umframt at Christian R.
Mouritsen heldur ikki verður við,
tí hann hevur trupulleikar í tjúkk
anum.
Eins og í HB, so verður tosað um,
at misjavna gongdin í landskapp
ingini leggur eyka trýst á at koma
í Løgmansfinaluna. Men eisini Ják
up á Borg er ósamdur.
– Nei, tað er ikki eyka trýst á
okkum. Ikki annað enn, at B36 vil
gjarna sleppa í finaluna, men tað
Tað er ongin favorittur undan seinnu hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. HB og NSÍ hava
munin innanhýsis á B36 og KÍ, men í báðum uppgerðunum situr tú við kensluni, at hetta er púra opið
ÍTRÓTTUR
Løgmanssteypið:
Eg haldi ikki trýstið er
størri, tí vit gera alt vit
kunnu fyri at koma í
steypafinaluna. Tað høvdu
vit eisini gjørt, um vit vunnu í Klaksvík
Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB
Vit spæla upp á sama máta,
sum til ein hvønn dyst.
Vit spæla fyri at skora og
spæla fyri at vinna, og tí
kemur tað ikki at broyta nakað
Jákup á Borg, venjari hjá B36
FÝRA FELØG
OG ONGIN
FAVORITTUR