Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR SOSIALURIN TIPPAR HB-B36: Sosialurin tippar at HB kemur í steypafinaluna. Tað er ótrúliga javnt millm hesi bæði liðið, so farið verður eftir teimum lítlu marginalunum. Sigfríður S. Clementsen er royndur venjari, sum hevur útmerkað seg til júst líknandi dystir. Hann hevur fleiri av sínum spælarum tøkar, og hevur fyrimunin við útivallarmálinum. Argumentið fyri B36 er, at Lukasz Cieslewicz er við aftur, liðið spælir álopsfótbólt og Patrik Johannesen sær út sum ein spælari, ið kann skjóta mál nær og hvar sum helst. Sosialurin tippar: 1-0/2-1 til HB NSÍ-KÍ: Sosialurin tippar, at NSÍ kemur í steypafinaluna. Her er eisini ótrúliga javnt, so aftur eru vit í teimum lítlu marginalunum. NSÍ hevur munin frá fyrru hálvfinaluni við tveimum útivallarmálum. Tað vil siga, at NSÍ eisini er víðari við 1-1. Tað er ikki altíð at liðið, sum hevur longri hvíld stendur seg betri, men í hesum førinum hevur NSÍ havt tveir greiðar sigrar og ein dag longri hvíld enn KÍ. Eisini er KÍ uttan liðskiparan og miðverjan Jonas F. Rasmussen. KÍ hevur fleiri ferðir prógvað, at liðið kann vinna á øllum. Tað er heldur ikki óvæntað, um KÍ vinnur í Runavík, men undan dystinum eru teir fáu marginalarnir, sum er á muni, til fyrimuns fyri NSÍ Sosialurin tippar 1-1. Teir hava fingið Lukasz Cieslewicz og onkrar aðrar spælarar tøkar aftur, so teir standa neyvan verri enn teir gjørdu seinast Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB hev­ur einki við landskappingina. Tað er meiri søgan, at vit ikki hava ver­ið í finaluni í fleiri ár, sum legg­ ur trýst á okkum, sigur Jákup á Borg, ið vónar at fáa góðan stuðul frá áskoðarunum. B36 hevur ikki verið í finaluni um Løgmanssteypið síðani 2008, tá teir taptu fyri EB/Streymi. Seinasta steypa­gullið kom í 2006. NSÍ ella KÍ? Í hinari hálvfinlauni møtast tvey lið, sum hava viðrák í løtuni. KÍ er odda­lið í landskappingini og ver­ andi steypavinnari, meðan NSÍ bara hevur tapt ein dyst í alt ár. Har í millum eru tveir greiðir sigr­ ar undan seinnu hálvfinaluni hós­ dag­in. NSÍ hevur munin frá fyrra dyst­ in­um, sum endaði við javnleiki 2-2. KÍ skal sostatt hava mál í Runavík, fyri at hava nakran møguleika at koma í steypafinaluna. Í fjør vann KÍ fyrru hálvfinaluna í Klaksvík 4-1. NSÍ hevði orð á sær sum liðið, ið ikki kláraði at standa ímóti, tá stóru dystirnir vóru á skránni. Forstyrkt av einum vána­ lig­um avriki í steypafinaluni í 2015, tá Víkingur lættliga vann 3-0. Eftir eina misjavna byrjan í fjør, hevur Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, fingið tam­ar­hald á spælinum, sum tykist væl meiri skipað og gjøgn­umført, enn undanfarnu ár­ ini. Tá var spæl­ið eisini und­ir­hald­ andi, men nú er ein greið ætlan við spæl­inum Tað talar fyri NSÍ, um vit hyggja eft­ir hvíld og mótstøðu seinastu um­før­ini. NSÍ hevur vunnið greiðar sigr­ar á 07 Vestur og ÍF seinastu tvey umførini. NSÍ hevur eisini skift spæl­arar, sum hava snuddir út. Eitt nú Klæmint A. Olsen, meðan Bárð­ur J. Hansen hevur fingið góða tíð at koma fyri seg. Eisini spældi NSÍ leydargin í 9. umfari, sum gevur teimum ein dag eyka at fyrireika seg til dystin í mun til KÍ, sum sunnudagin strídd­ ist har fyri at knúgva HB. KÍ var tá uttan Sørmund Kalsø, sum var skaddur og Semir Had­zi­ bulic, ið hevði leikbann. Báðir hava ein stóran leiklut í spælinum hjá KÍ. Hesa ferð hevur Jonas F. Ras­ mus­sen leikbann. Liðskiparin hev­ ur stóran týdning fyri liðið, bæði sum verjuspælari og leiðari. Til klassikaran móti HB broytti Mikkj­ al Thomassen liðið, so at Hørður Ask­ham endaði á høgra bakki. Tað rigg­aði nú bara væl, men evnini hjá Semir Hadzibulic á bóltinum tókt­ ist mangla í til tíðir. Semir Hadzibulic verður heilt víst á miðvøllinum og so fáa vit at síggja um Sørmundur Kalsø verður tøk­ur til dystin. Dysturin í Runavík verður óiva ein spennandi dystur, tí tað eru nógvir spennandi spælarar á vøll­ in­um. KÍ skal skora, so helst koma teir við einum ordans trýsti, so er spurn­ingurin bara um NSÍ klárar at standa ímóti – og fara í mótálop. Hvussu verður og ikki hósdagin, so er talan um tveir dystir, ið tey flestu meta sum spennandi. Og líka mik­ið hvør av hesum fýra koma í steypa­finlauna, so er lagt upp til ein spennandi dag á Tórsvølli seint í summ­ar. trondur@sosialurin.fo Tað er meiri søgan, at vit ikki hava verið í finaluni í fleiri ár, sum leggur trýst á okkum Jákup á Borg, venjari hjá B36