Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Nr. 194 - 12. oktober 2004 3 Løgreglan í Havn um vikuskiftið Innbrot í Sirri Leygarkvøldið, beint eftir miðnátt, var boðað frá innbrotið í Sirri. Ein maður hevði brotið inn í eini roynd at skaffa sær nakað av reið- um peningi. Hann royndi at rýma av staðnum, men varð tikin tætt við staðið beint eftir. Eygnavitni sóu mann- in bróta inn og rýma, og kundu tískil siga júst hvar ið hann var. Vakthavandi sigur, at talan er um ein rættiliga góðan kenning hjá løgregluni, og nú verður hann so eisini ákærdur fyri innbrot. –eys– Húsaófriður Leygardagin 9. oktober varð løgreglan í Havn boð- send, í sambandi við húsa- ófrið. Konan ætlaði at rýma frá manninum, og hetta elvdi til stórt innanhýsis stríð, sum endaði við, at hon ringdi eftir løgregluni. Tá løgreglan kom á staðið, vildi konan tó ikki melda, hóast alt. Vakthavandi upplýsir, at hetta ikki er heilt óvanligt. Tá løgreglan kemur á staðið, hevur viðkomandi, sum hevur meldað, ofta hug at angra. Men nú er lógin fyri húsaófrið nógv stramm- að, soleiðis, at um løgreglu- fólkið, sum kemur á staðið, sær, at annar parturin hevur verið fyri kroppsligum harð- skapi, so skal tað skrivast upp. Allir sjónligir kropps- ligir skaðar koma fyri dóm- aran, sum so avgerð hvat hendir víðari í málinum. –eys– Gav løgregluni fingurin Sunnumorgunin gekk ein fullur og ótillátaður ungur maður runt í Havnargøtum. Hann var sera provoker- andi, og tá løgreglan talaði at, gjørdi hann ikki mætari enn at rætta longutong fram. Vakthavandi staðfestir, at tað alt veldst um umstøður- nar, hvussu løgreglan ber seg at í slíkari støðu. Løtu seinni mátti ungi maðurin tó ásanna, at hann var farin um tolmarkið hjá løgreglu- monnunum, og at tað tá ikki loysir seg at hava fing- urin ov langt frammi. Hann varð nevniliga tikin og skuldsettur. –eys– Húsaófriður Sunnumorgunin 10. okto- ber um 6 tíðina varð løg- reglan aftur boðsend í sam- bandi við húsaófrið. Hesu- ferð var tó talan um mann og elskarinnu hansara. Tey vóru farin at kjakst um eitthvørt, og tey endaðu í hornatøkum. Tá løgreglan kom á staðið vóru tey sissað aftur, og eingin kroppsligur harð- skapur var at síggja. Av tí, at einki var hent, verður ikki meiri gjørt í málinum. –eys– Grindin Grindin, sum leygardagin legði beinini í Sandágerði, fór við størsta partinum av orkuni hjá løgregluni. Vakt- havandi sigur tó, at alt gekk fyrimyndarliga væl. Nakað av ferðslutrupulleikum vóru tó, tá grindin skuldi avheintast. Ferðsluproppar komu í, og tað gekk seint at fáa ferðsluna at glíða. Men tað vóru einastu trupul- leikar, ið vóru, staðfestir vakthavandi. –eys– Løgreglan í Runavík um vikuskiftið Vakthavandi í Runavík sigur, at lítið og einki hevur verið at gjørt í Eysturoynni um vikuskiftið. Tveir smá- skaðar á bilar vóru fráboð- aðir, annars hendi einki nevnivert. –eys– Løgreglan í Klaksvík um vikuskiftið Vakthavandi í Klaksvík sigur, at Klaksvíkin tað sama kundi verið útdeyð, so friðarligt hevur tað verið um vikuskiftið. – Tað hevur verið púra, púra, stein deytt. Her hevur einki verið av nøkrum, sigur vakthav- andi í stuttari viðmerking. –eys– Grindin, sum leygardagin legði beinini í Sandágerði, fór við meginpartinum av orkuni hjá løgregluni. Drápið gekk væl, sigur vakthavandi Mynd: Jan Müller C M Y K 3 2