týsdagur 12. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 194 - 12. oktober 2004
Nr. 194 - 12. oktober 2004
5
Uppboðssølan byrjar av nýggjum
– Eg haldi, at vit sam-
an kunnu náa einum
betri úrsliti til gagns
fyri allar partar, tá ið
fleiri progressivar
kreftir eru við. Alt,
sum kann tæna sakini,
verður við í nýggja
felagnum, har vit fara
at seta út í kortið av
nýggjum, sigur Óli
Jacobsen, nevndarfor-
maður í Fiskamarkn-
aði Føroya
FISKAMARKNAÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tann 18. oktober fer ein
eykaaðalfundur í Fiska-
marknaði Føroya at taka
støðu til eitt "konsept" við
eini nýggjari uppboðssølu,
har Fiskamarknaður Føroya
(FMF) eigur annan helming-
in av partapeninginum og
Ráfiskaseljarafelagið hin.
Ráfiskakeyparar
eiga
frammanundan lut í FMF
og verða soleiðis framhald-
andi partur í ætlanini.
Samstundis, sum nýggj
uppboðssøla verður skipað
í nýggjum felag, fer Fiska-
marknaður Føroya at reka
verandi virksemi á Toftum
sum landingarmiðstøð.
Allir partar
umboðaðir
Ætlanin var, at trý feløg
skuldu vera um nýggju
uppboðssøluna, har FMF
skuldi eiga 50%, Ráfiska-
keyparafelagið 25% og Rá-
fiskaseljarafelagið
25%.
Semja var ikki um hesa
ætlan, tí Ráfiskaseljarafel-
agið í seinasta tíma kundi
ikki taka undir við henni.
Nú verða so kortini allir
partar umboðaðir, men bara
undir einari aðrari skipan.
Um eykaaðalfundurin hjá
FMF samtykkir nýggju
æltanina á eykaaðalfundi,
18. oktober, fer Fiska-
marknaður Føroya, har rá-
fiskakeyparar eisini eru
við, at eiga 50% og Rá-
fiskaseljarafelagið 50%.
Spurdur, nær nýggja fel-
agið verður stovnað og fer
undir virksemi sítt, sigur Óli
Jacobsen, nevndarformaður
í Fiskamarknaði Føroya,
sigur, at tað veit hann ikki í
løtuni, men hann væntar, at
tað verður skjótt.
– Nú er so nógv tosað um
hetta málið, at tað má verða
heilt skjótt, sigur hann.
Byrja av nýggjum
Vit spurdu eisini Óla, hvat
tað kemur at merkja í prak-
sis, at eitt nýtt felag við
fleiri eigarum kemur at
reka uppboðssøluna:
– Tað er ilt at siga, men
við hesi nýggju skipan
koma allir partar, sum eru
knýttir at fiskivinnuni, at
eiga uppboðssøluna.
Fiskimenn eiga sum er í
uppboðssøluni
umvegis
Føroya Fiskimannafelag,
og arbeiðsfólk eiga eisini í
partafelagnum umvegis ar-
beiðsmannafelagið á Toft-
um. Umvegis fiskavirkini
eiga ráfiskakeyparar í fel-
agnum, og nú koma so rá-
fiskaseljararnir eisini við
uppí felagið.
– Nýggja uppboðssølan
verður eitt nýtt blað, har vit
saman fara at seta út í
kortið av nýggjum. Tað
gamla verður burtur, og vit
hava eitt nýtt høvi at byrja
av nýggjum.
Óli Jacobsen heldur, at
alt og øll kunnu gerast bet-
ur, og soleiðis eisini við
verandi uppboðssølu.
– Jú, eg haldi, at vit sam-
an kunnu náa einum betri
úrsliti til gagns fyri allar
partar, tá ið fleiri pro-
gressivar kreftir eru við.
Alt, sum kann tæna sakini,
verður við í tí nýggja fel-
agnum, sigur hann.
John Nielsen, sum er
stjóri
á
Fiskamarknaði
Føroya, hevur sagt seg úr
starvi, og nýggjur stjóri
verður settur til nýggju
uppboðssøluna.
Í løtuni virkar Oskar Jo-
ensen sum stjóri í felagnum.
Síðan Bakur og Stelk-
ur komu aftur úr
Spaniu tíðliga í heyst
hava teir gjørt seks
góðar túrar. Ongan
túr hevur veiðan
verið minni enn
300.000 pund
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast upsaprísurin hevur
verið lágur, kemur upsin
kortini væl við hjá skipum
og virkjum, nú so lítið er at
fáa av toski.
Trolararnir, Bakur og
Stelkur, hava gjørt seks
góðar túrar, síðan skipini
fyrr í heyst komu aftur úr
Spaniu, har tey vóru til
garantieftirlit og ymiskar
broytingar.
Ragnar Olsen, stjóri hjá
Beta, sigur, at skipini hesar
seks túrarnar ongantíð hava
havt minni enn 300.000
pund, og soleiðis var eisini,
nú tey vóru inni mána-
dagin.
– Skipini hava verið so at
siga full undir lúkurnar
hvønn einasta túr, sigur
hann.
Ragnar vísir á, at upsin,
sum skipini fáa, hevur verið
heldur frægari til støddar í
seinastuni, men hann held-
ur, at hendan túrin var fisk-
urin aftur meira smátt-
fallandi.
– Nógvur upsi er at fáa.
Skipini byrjaðu hendan
túrin seinasta hósdag, og í
morgun eru tey longu inni
aftur, visti Ragnar at siga
mánamorgunin.
Tvey onnur skip
Mánadagin lógu tvey onnur
skip landingarklár á Beta.
Garnaskipið,
Oknin,
hevði stívliga 20.000 pund
av svartkalva og nakað av
toski, og línubáturin, Hvíta-
bjørn, hevði eini 30.000
pund, harav 2/3 av veiðini
var hýsa og 1/3 toskur.
Ragnar Olsen væntar, at
Gorpur og Skrápur og
Trastur og Skarvur eisini
koma inn at landa seinni í
hesi vikuni.
Seks túrar á rað við fullari last
Kósin
væntar
bátar í
vikuni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin arbeiddu tey
upsa á Kósini í Klaks-
vík. Virkið hevur keypt
upsa frá Beta í Salt-
angará,
har
skipini,
Bakur og Stelkur, land-
aðu mánamorgunin.
Á Kósini vænta tey
annars línubátarnar inn
seinni í hesi vikuni.
Nakrir eru undir Føroy-
um, og nakrir eru undir
Íslandi, eitt nú Klakkur
og Jákup B.
Nøkur skip eru liðug
við kvotuna undir Ís-
landi,
sum
í
heyst
royndist rættiliga væl.
Polarstjørnan er mill-
um teirra, sum hava
gjørt tað gott undir Ís-
landi í heyst. Teir vóru
tveir túrar har yviri og
høvdu
eini
190.000
pund hvønn túrin.
Íslandskvotan hevur
havt stóran týdning fyri
línuskipini í heyst, nú
minni hevur verið at
fingið undir Føroyum.
– Nýggja uppboðssølan verður eitt nýtt blað, har vit saman
fara at seta út í kortið av nýggjum. Tað gamla verður burtur,
og vit hava eitt nýtt høvi at byrja av nýggjum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Samstundis, sum nýggj uppboðssøla verður skipað í nýggjum felag, fer Fiskamarknaður Føroya
at reka verandi virksemi á Toftum sum landingarmiðstøð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sam flytur
rampuna
Í dag týsdagin verður
rampan til ferjuleguna á
Syðradali flutt yvir til
Kalsoynna. Tað verður
strandfaraskipið Sam,
sum skal taka sær av
flutninginum. Ein krani,
sum er komin til landið
til sama endamál, skal
eisini flytast. Rampa og
krani verða við politi-
fylgi flutt til Leirvíkar
náttina fyri.
Hetta er ein avtala
millum
Tórshavnar
Skipasmiðju og Strand-
ferðsluna, sum fer at
hava við sær, at Sam
ikki røkir sínar vanligu
sigling um Leirvíksfjørð
í dag. Men um alt gong-
ur eftir ætlan, so kann
væntast at Sam fer aftur
í sigling seinnapartin.
Byggiharrin væntar
annars, at til ársskiftið
er arbeiðið við ferjuleg-
uni á Syðradali komið
so væl áleiðis, at nýggja
Kalsoyarleiðin verður
tikin í nýtslu tá. Strand-
faraskip Landsins ar-
beiða við nýggju ferða-
ætlanini,
og
verður
hendan væntandi klár í
november.
- sae -
Ókeypis
busstúrur
Sum nakað nýtt verður
møguleiki hjá eysturoy-
ingum, sum ætla sær til
Havnar á DJ-show og
karaokekapping, koyra
ókeypis við bussi bæði
suður og heimaftur.
Tekning fer fram á tlf
225163, men túrurin er
treytaður av, at nóg nógv
tekna seg, siga fyrireik-
ararnir.
Fyrireikararnir lova eitt
brak av einum kvøldi,
nú leygarkvøldið. Væl-
umtókti
DJ´arin
DJ
Switch og Jákup Jacob-
sen sum dugir sera væl
at seta lív í, fara at rokka
húsið. Ætlanin er at
hava eina karaoke-kapp-
ing har tað er møguleiki
at vinna eina peninga-
gávu, og har tað er
áskoðarin, ið ger av,
hvør vinnur.
Tað hevur í seinastuni
verði eitt sindur av
óskili í, viðvíkjandi aft-
urlatingartíðunum
í
Badmintonhøllini. Men
framyvir, tá ið dansur og
onnur líknandi tiltøk eru
í
Badmintonhøllini,
enda tey kl.03:30.
Tiltakið byrjar leygar-
kvøldið kl.23:30 og
endar sum áður nevnt
kl.03:30. Bussur koyrir
eisini úr Vágunum og
Vestmanna. Ring á tlf.
21 77 52.
- sae -
Bíðirøð eftir grind
Metsítt hár
Grind var í Havn
leygardagin. Tað er
ikki hvønndagskost-
ur, og tískil mundi
tað koma sera væl við
hjá nógvum, at part-
arnir vórðu býttir so-
leiðis sundur, at bæði
drápspartar og
heima-partar vóru at
fáa. Bíðirøðin var í
øllum førum tekin
um, at mong í høv-
uðsstaðnum vóru
svong eftir einum
grindabita
GRIND
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ein nýggj skipan varð
roynd í høvuðsstaðnum um
vikuskiftið,
tá
grindin
skuldi skiftast. Tey umleið
2.200 skinnini vórðu býtt
sundur í drápspartar og
heimapartar.
Tórshavnar
kommuna
hevur
ikki
havt
ta
skipanina, at býta sundur í
bátapartar. Ei heldur varð
tað mett skilagott at býta
partarnar upp í býlingar, so
tískil kom hugskotið á
borðið, um hví ikki at býta
út til tey fólkini, sum vilja
hava grind.
Kunngjørt varð, at tey, ið
vilja hava grind, kundu
tekna seg á ein lista hjá
kommununi. Á hesum list-
anum standa nú umleið
6.500 fólk umboðandi 2017
húski. Men hesin listin
veksur sum skilst alla-
tíðina.
Hetta skuldi vísa seg at
eydnast sera væl. Av teim-
um 2.200 skinnunum fóru
1.410 til drápspartar. Restin
fór so til heimapartar.
Síðani varð lýst í útvarp-
inum leygar- og sunnu-
dagin, at fyrst kundu tey, ið
høvdu skrivað seg upp,
koma eftir teirra parti. Og
seinni, um nakað var eftir,
kundu so fólk, ið ikki
høvdu skrivað seg upp
eisini koma.
Jens Marius Poulsen,
hjálparmaður hjá sýslu-
manninum
í
Suður-
streymoy, letur sera væl at
hesari skipanini, men sigur,
at ein vansi tó var.
– Fólk stóðu í bíðirøð í
næstan tveir tímar. Tað var
galið við okkara skráset-
ingarskipan. Hon vísti seg
at vera ein fløskuhálsur,
sum vit ikki vistu um tá,
men tað skulu vit fáa bøtt
um til eina aðru ferð, sigur
hann. Tað er tó upp til
sýslumannin, um hendan
skipanin verður nýtt aftur.
Og sum skilst, so helt hann
hana virka sera væl í sam-
bandi við hetta drápið.
Jens Marius greiðir frá,
at tá fólk komu eftir teirra
parti, so lat til, at tey ikki
høvdu væntað, at fáa so
nógv, sum tey fingu.
Fleiri komu við ov smá-
um íløtum og gjørdust sjón-
liga bilsin, tá tey sóu
mongdina, sum tey fingu
við sær heimaftur.
Hvør partur var ein tíggj-
undapartur
av
einum
skinni. Ein slíkur vigar um
75 kilo, og var helvt um
helvt grind og spik til
hvønn.
Systrarnar Sheila og
Wivika T. Strøm á
Tvøroyri koma aftur í
ár í Bønenes Rekord-
bog, tí tær eru systk-
ini, ið hava síðasta
hárið í ríkinum. Men
harafturat kemur
Sheila í ár við, tí hon
einsamøll hevur
síðasta hárið
HÁRMET
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nú Wivika hevur klipt sær,
er Sheila eina um at hava
sera sítt hár í familjuni
Tjaldrastein
Strøm
á
Tvøroyri. Tær eru 3 systrar,
ið allar hava latið hárið
grógva, til tær náddi ferm-
ingaraldur. Nú er bert
Sheila eftir við metsíðum
hárið.
Wivika og Sheila komu í
fjør við í Børnenes Rekord-
bog 2004 sum syskin við
síðasta hárinum. Wivika
hevði hárlongd á 1,29
metrar og Sheila 1,31
metrar. Tær tóku tá egna
met sítt, ið var 1,20 og 1,22.
Nú eru tær framvegis í
bókini fyri 2005, tí ongin
hevur tikið metið frá teim-
um. Men harumframt kem-
ur Sheila eisini einsamøll í
kappingargreinina,
sum
nevnist "Individuelt". Hon
hevur nevniliga síðasta
hárið, sum 26/6-04 varð
mált til 1,47 metrar.
Til móttøku
Hetta er sostatt aðru ferð-
ina, at tær koma í bókina og
aðru ferðina, at tær fara til
Danmarkar í samband við
útgávumóttøku.
Bókin
kemur út 23/10-04.
Útgávuhaldið
verður
hildið í Kattegatcentret í
Grenaa. Til staðar vera m.o.
danski mentamálaráðharrin
og ymsir miðlar, t.d. DR tv
junior.
Hóast familjan sjálv skal
gjalda ferðina, so ivast
mamma og døtur ikki í at
fara. Tær gleða seg almikið
og eru sera spentar, og
hesaferðina verður mynd av
systrunum í bókini. Tað
skuldi eisini vera seinast,
men onkursvegna kom villa
í hesar ætlanir.
Systrarnar fara av landi-
num í dag til systrina, sum
býr í Danmark, at gera seg
kláran til alt hóvastákið, ið
óivað er í samband við slíkt
útgávuhald.
Systrarnar Wiwika og Sheila
T. Strøm eiga metið í
Børnenes Rekordbog fyri
systkin við síðasta hárinum.
Men nú Wiwika hvur klipt
sær, eigur Sheila eisini metið
sum persónurin við síðasta
hárinum. Tær fara av
landinum í dag í samband
við útgávuna av Børnenes
Rekordbog 2005
Mynd. D. Olsen
Fólk gjørdust bilsin, tá tey komu eftir pørtunum. Tað vísti seg, at mong høvdu ov smá íløt við sær og fóru tey tí ovurhondsfegin
heimaftur við grind og spik
Mynd: Árni C. Joensen
C
M
Y
K
5
4