Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Nr. 194 - 12. oktober 2004 7 Inntøkan hjá Sum- biar Kommunu er munandi fallin seinastu tíðina og tað verður ikki mætari komandi ár KOMMUNUVIRKSEMI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey komandu árini mugu sumbingar venja seg við trengri tíðir. Bygdaráðið í Sumba er í ferð við at leggja fíggjar- ætlanina fyri komandi ár. Men tað er í øllum førum greitt, at fíggjarliga verður tað ikki rúmsátt hjá sumb- ingum næsta ár. Jacob Vestergaar, borgar- stjóri, sigur, at inntøkan hjá kommununi av skatti verð- ur nógv minni í ár, enn mett varð tá ið árið byrjaði. Hann sigur, at við árs- byrjan hevði kommunan mett at fáa 7,5 milliónir inn í skatti.Men nú árið er við at enda, verður inntøkan ikki meiri enn 6,5 milliónir, ella eina heila millión minni. Næsta ár sigur metingin, at skattainntøkan verður tað sama sum í ár, ella 6,5 milliónir, kanska enntá eitt sindur minni, Hetta er gongdin, hóast lønirnar hækka alsamt. Somuleiðis varð skatta- prosentið í fjør hækkað úr 20 %, upp í 21%, men tað hevur altso ikki givið vænt- aða úrslitið. Orsøkin til tað er sjálv- andi, at fleiri arbeiðspláss í Syðru helvt í Suðuroy eru farin av knóranum. Og fyrrenn meiri arbeið- ið verður aftur, kemur ikki vend í. Mugu repa seglini Sostatt verður neyðugt at repa seglini í Sumbiar kommunu næsta ár. Men komumunan hevur hesi seinastu árini tikið eitt ódnartak við at byggja skúlan út fyri 11 milliónir. Til endamálið tók komm- unan eitt lán stuttfreistað lán upp á fýra milliónir, sum skuldi betalast aftur í 2005 og í 2006. Sostatt skuldi kommunan betala tvær milliónir í av- dráttum fyrst í næsta ári. Men sum støðan er nú, klárar kommunan ikki at betala avdráttin. – Vit noyðast at taka sam- ráðingar upp við peninga- stovnin um at útseta tíðar- freistina í nakrar mánaðir, so at vit kunnu betala nakað seinni í árinum. Bygdaráðið vildi betala skuldina aftur ímeðan tíðir- nar enn vóru hampiligar, Men av tí, at kommunan skal betala fýra milliónir aftur tey bæði komandu árini, verður tað annars tungt hjá sumbingum og rúmd verður at kalla ikki fyri nøkrum, uttan vanliga rakstrinum. Sostatt fer kommunan at kalla ongar útbyggingar næsta ár. Kommunan fer at seta 150.000 krónur av til bakkaverju fyri at forða fyri, at enn meiri lendi fer í havið í briminum. Hesi síðstu árini hevur landsstýrið sett 300.000 krónur av um árið til bakkaverjuna í Sumba og saman við tí, sum komm- unan hevur sett av til enda- málið hevur tað skapt ar- beiðið til nakrar mans tað ljósu tíðina. Men á fíggjarætlanini fyri næsta ár, er hendan upphæddin strikað og tað er sjálvsagt steinur omaná byrðu hjá kommununi. Harafturat hevur komm- unan sett einar 50.000 krónur av til kloakk og 50.000 krónur til vatn. Men hetta er mestsum bara fyri at hava nøkur oyru tøka, skuldi okkurt bráð- neyðugt tikið seg upp, sum krevur ábøtur, ella fer onk- ur at byggja og fær brúk fyri kloakk og vatni. Tá ið hesi bæði næstu árini eru farin, hevur kommunan sostatt tað meiri til taks, sum avdrátt- irnir til skúlan eru. Hinvegin hevði tað ikki verið lætt hjá kommununi at hjálpt til, skuldi onkur funnið uppá at lagt eitt virki í kommununi, soleiðis sum aðrar kommunur gera við atløguplássi, grundstykki o.s.fr, tí umframt sjálvan raksturin er ikki rúmd fyri nøkrum sum helst. Kortini er kommunan hampiliga væl útbygd. Um- støðurnar í skúlanum eru sera góðar, vegirnir eru ný- liga asfalteraðir og vatn- og kloakkskipanirnar eru í góðum standi. Annars er ikki ætlanin at hækka skattaprosentið meir og sostatt verður skattapro- sentið aftur 21% næsta ár. Somuleiðis verður barnaf- rádrátturin óbroyttur, ella 3.500 krónur um árið fyri hvørt barni. Umframt lánið til skúlan, skyldar kommunan tvær milliónir. Jacob Vestergaard stillar ikki upp- aftur eftir tólv ár í bygdaráðnum, har hann hevur verið borgarstjóri at kalla alla tíðina BYGDARÁÐSVAL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sumba: Tað er nú greitt, at sumbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum. Jacob Vestergaard, sum er borgarstjóri, boð- ar nevniliga frá, at hann stillar ikki uppaftur á bygdaráðsvalinum, sum verður í næsta mánaði. Hann sigur, at kommunalpolitikkur hevur verið áhugaverd- ur, men hann heldur at stundin er komin til at hann finnur hurðina, so at nýggjar kreftir kunnu koma framat. Hann heldur, at hevði tað eydnast at lagt kom- munur saman, soleiðis, sum hann hevur verið heitur talsmaður fyri, hevði tað verðið ein heilt onnur avbjóðing at verið kommunalpolitikari. – Men hann vónar kortini, at tey, sum koma aftaná hann, fara at taka táttin upp og at virka fyri samanlegging í Suður- oynni, tí tað er tað ein- asta rætta. Hann ivast heldur ikki í at tíðin arbeiðir fyri eini samanlegging í Suðuroynni. Hann vónar bara ikki, at tað gongur ov long tíð, áðrenn øll Suðuroyggin verður ein kommuna, so at Suður- oyggin verður alt ov langt afturútsigld. Tí harmast hann ser- stakliga illa um, at teir vórðu ov seinir á sjóvar- fallinum at leggja Tvør- oyri og Sumba saman nú á nýggjárinum. Hann ivast ikki í, at hevði tað eydnast at lagt tær báðar kommunurnar saman, hevði glið komið á, so at fleiri kommunur afturat, høvdu komið uppí. Sitið í 12 ár Jacob Vestergaard hevur verið í bygdaráðnum í Sumba í 12 ár og hann hevur verið borgarstjóri at kalla alla tíðina. Hann kom í bygda- ráðið í 1992. Eftir tað valið, varð Andrias Thomsen valdur til borgarstjóra, men hann gavst longu eitt ár eftir, ella so. Tá tók Jacob Vestergaard við, sum borgarstjóri og hann hevur sitið alla tíðina síðani, uttan eitt skifti í fjør, tá ið hann var landsstýrismaður í fiski- vinnumálum. Hann hevur hesi árini verið ein av teimum týð- andi borgarstjórunum í landinum, ikki minst tí hann eisini í nøkur ár var formaður í Føroya Kommunufelag. Borgarstjórin í Sumba takkar fyri seg Næsta árið verður rak í Sumba Á seinasta bygdaráðsfundi í Sumba, tók Jacob Vester- gaard ímóti 182 undir- skriftum frá sumbingum, sum vildu hava borg- arafund og fólkaatkvøðu um samanlegging við Tvøroyri. Men tann ætlanin er fyribils dottin niðurfyri Formaðurin í Starvs- mannafelagnum kann fyrireika seg til stríð, tá ið samráðingar verða aftur næsta ár SPARINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tíverri fekk eg rætt. Tað, sum er komið fram hesar seinastu dagarnar um sparingar hjá tí almenna í Føroyum, kemur als ikki óvart á formannin í Starvs- mannafelagnum. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at tað sum hendir nú, er júst tað, sum hann spáddi, beinanvegin, sparingarnar í miðfyrisitingini komu upp á tal. Tá spáddi hann í Sosial- inum, at sparingin í mið- fyrisitingini var bara byrj- anin, har landsstýrið líka- sum skuldi vísa, at tað vildi ganga á odda sum eitt gott fyridømi. – Men tá spáddi eg eisini, at eftir sparingarnar í mið- fyrisitingini, har landsstýr- ið hevði víst, at níu hevði tað gjørt sítt, fóru eisini allir aðrir stovnar at fáa boðini um at spara, so tað munar. Og tað er júst tað, sum er hent, nú fíggjarlógin er løgd fram, sigur Gunnleiv- ur Dalsgarð í stuttari við- merking til fíggjarlógina. Men formaðurin í land- sins størsta almenna fak- felag finst framvegis harð- liga at mátanum, sum landsstýrið brúkar. Ein rundtúrur við sláimaskinuni – Tað er onki gjørt fyri at kanna, hvar tað yvirhøvur ber til at spara og tað er als onki gjørt fyri at leggja til rættis, hvussu fyrisitingin og almennir stovnar skulu leggja sítt virksemi til rætt- ist aftaná sparingarnar og, hvørjar uppgávurnar skulu vera. – Ístaðin fer samgongan eina fyrilitarleysa rundferð við sláimaskinuni og kutar nøkur prosent av at kalla øllum økjum yvir ein kamb. – Her er ongin politikkur í, tí hetta verður gjørt uttan mið ella mál. Men lands- stýrið eigur eisini at gera sær púra greitt, at slík ómátalig framaferð er ikki ókeypis. Og áðrenn øll umsitingin dettur niður, eigur lands- stýrið at hugsa seg um einaferð afturat og royna at fáa greiði á, hvat tað er í ferð við, og hvørjar avleið- ingarnar verða. – Hetta er alt ov tilvildar- ligt og avleiðingin er, at alt ov nógv verður syndrað – Fiskirannsóknarstovan hevur longu boðað frá, at fólk verða søgd upp sum hava ógvuliga virðismikla vitan. Men at tað júst eru Al- mannastovan og Fiskirann- sóknarstovan, eru stovnar, ið summir flokkar í sam- gonguni, altíð hava havt eitt horn í síðuni á. – Ein stórur partur av samgonguni hevur jú givið til kennar, at uppgávan hjá Fiskirannsóknarstovuni kunnu loysast við einum einsamøllum íslendingi, sigur hann og sipar til ís- lendska fiskifrøðingin, Jón Kristjansson, sum fleiri ferðir er boðsendur henda- vegin at gera tilmæli um fiskiskap. – Tað er ongin ivi um, at samgongan hevur sett sær fyri, at tað eru tey almennu starvsfólkini, sum skulu bera byrðarnar, nú sparing- ar skulu finnast, sigur for- maðurin í Starvsmannafe- lagnum. Hann er ikki ósamdur í, at vit eiga at kanna eftir, hvussu almenna umsitingin virkar. – Men vit fingu greitt at vita frá javnaðarflokkinum á veljarafundum uppundir løgtingsvalið, at hetta skuldi ikki kosta størv. Men hesum lyfti er hann so dyggiliga lopin frá, leggur hann afturat. Kann fyrireika seg til stríð Samstundis er tað greitt, at Starvsmannafelagið, og øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, kunnu longu nú byrja at fyrireika seg til stríð, tá ið samráðingar verða aftur um nýggjan sáttmála næsta ár. Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar í tinginum fríggjadagin, gjørdi for- maðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, púra greitt, at soleiðis sum hann metir støðuna, fer tað ikki at vera rúmd fyri fleiri løn- arhækkingum tey næstu árini. Í røðu síni á tingi vísti hann á, at játtanin á fíggjar- lógini til almennar lønir fer ikki at hækka tey komandu árini. Verður talan um lønar- hækkingar, má talið á starvsfólkum sostatt lækk- ast fyri at fáa játtina at halda, segði hann. Í degi og Viku fríggja- kvøldið segði Gunnleivur Dalsgarð, at hann tók hetta sum eina stóra provokatión frá Anfinni Kallberg. Og hann vissaði um, at hetta, sum formaðurin í fíggjarnevndini hótti við av tingsins røðarapalli, fer als ikki at gera lønarkrøvini minni. Hann helt heldur ikki, at tað er rætt at lata skatta- lætta í tíðum, har tað verður neyðugt at skera so djúpt við spariknívinum. Hann mælti heldur til at brúka tær 60 milliónirnar, sum verða latin í skattalætta næsta ár, til at játta meiri pening til tey øki, har tað núverður spart. TÍÐINDASKRIV Skipað verður fyri heyststevnu í Soli Deo Gloria. Byrjað verður mikukvøldið 13. okt. kl. 20.00. Møtini halda fram til og við sunnu- dagin 17. okt. Seinasta møtið verður kl. 18.00. Á stevnuni verða ym- isk, sum fara at luttaka við talu, sangi og vitnis- burði. Leygarkvøldið 16. okt. kl. 23.00 skipar ungdómurin fyri ser- stakari ungdómsløtu, har ymisk ung syngja og vitna. Vit mugu óivað ásanna, at samfelag okk- ara er inni í eini broyt- ingartíð. Vit síggja, at stórar broytingar fara fram í bygnaðinum innan nógvar stovnar og virkir, og handilslívið sigur frá, at sølan minkar. Í øllum hesum broyt- ingum eru tað menn- iskju, sum koma í klemmu á ein ella annan hátt, stúran og ótti blívur ein stórur partur av ger- andisdegnum, óvissa og spurningar um, hvussu lagnan hjá einum verður á arbeiðsplássinum. Tað mugu vera tey fægstu, sum ikki kunnu sanna, at tá tann mater- ialistiski partur av lívs- uppihaldinum verður trýstur, kemur stúran inn. Tað er ein sann- roynd, at tá ein kemur í trupulleikar av einum hvørjum salg, hevur ein tørv á at tosa. Tað mest óhepna, ein kann gera, er at flýggja inn í seg sjálvan og lukka av, tað hevur sjáldan borið góð- an ávøkstur. Samtalur og forbøn Á heyststevnuni verður høvi at kunna ringja inn og biða um eitt prát um tann andaliga trupulleik- an, ein hevur. Tað kann vera, at tú ert bundin av einhvørj- um, sum ger, at lív títt í aðrar mátar ikki funger- ar optimalt. Møguliga ger hetta, at tín familja ikki fungerar. Tað er ein sannroynd og ein drúgv erfaring og royndir, at tá boðskapurin um Jesus kemur inn í tann ein- staka og familjuna, verður alt umbroytt, tú upplivir at verða settur fríur. Berið byrðar Viðgjørt kann lívið vera so tungt og ein kennir, at ov stórar byrðar verða lagdar á ein. Tað er sum byrðan er ov tung at bera einsamallur. Skriftir lærir okkum, at hon minnir okkum á at bera byrðar hvør hjá øðrum og uppfylla so- leiðis lóg Krists. Við at ringja 456514 frá kl. 18.00 mikudagin, verður møguligt at tosa við ein, sum kann biðja fyri tær ella tú kann fáa eina avtalu, har tú/tit kunnu fáa eina samtalu. Vit vilja staðiliga heita á tykkum um at gera brúk av hesum møguleika. Vit ynskja at bera byrðarnar við tykkum og møguliga vera við at hjálpa tykk- um víðari í lívinum. Lat ikki stúran blíva tann stóra meinboga á lívs- leiðini hjá tær, lat okk- um seta okkum niður og fáa eitt prát heilt av- slappað. Málið og bøn okkara er, at tú/tit fáa hjálp at koma víðari í lívinum. At enda vilja vit bjóða vælkomin til stevnuna hesar dagar. Lat okkum møta við opnum sinni og hjørtum, hvat Guds orð hevur at siga okkum. Eftir møtini um kvøldið verður høvi at njóta ein drekkamunn og hava góðan sosialan felags- skap. Einaferð enn væl- komin úr bygd og bý. Heyststevna í Soli Deo Gloria í Klaksvík 2004 Gunnleivur Dalsgarð vissar um, at hóttanir frá Anfinni Kallsberg fara als ikki at gera lønarkrøvini minni, tá ið samráðingar verða aftur næsta ár Tíverri fekk eg rætt C M Y K 7 6 Lesið Sosialin - so eru tit við