týsdagur 12. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 194 - 12. oktober 2004
Nr. 194 - 12. oktober 2004
9
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var merkt av, at
amerikanska
arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin
fyri septembur varð kunn-
gjørd fríggjadagin. Orsakað
av alstóra týdninginum frá-
greiðingin
hevur,
vóru
fíggjarmarknaðirnir í bíði-
støðu størsta partin av
farnu viku. Arbeiðsloysið
varð óbroytt á 5,4%, men
frágreiðingin vísti, at ein-
ans 96.000 størv vóru sett á
stovn í septembur móti
teimum væntaðu 148.000.
Fíggjarmarknaðirnir gjørd-
ust tískil vónbrotnir; láns-
brævarentur og partabrøv
lækkaðu og dollarin vikn-
aði. Fleiri glottar vóru kort-
ini at hóma í frágreiðingini,
men orsakað av ódnini Ivan
er stór óvissa í tølunum.
Hóast arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin veruliga var í
andglettinum í farnu viku,
so megnaði oljuprísurin aft-
ur at gera vart við seg.
Brentoljan hækkaði úr 46
upp í heilar 49 dollarar fyri
tunnuna, og er nú hækk-
aður meir enn 20% seinasta
mánaðin. Aftur er tað tann
sera høgi eftirspurningurin,
saman við óttanum fyri, at
framleiðslan verður tarnað
av til dømis verkfalli ella
yvirgangi, sum hevur verið
orsøk til hækkandi oljuprís-
in. Haraftrat varð kunn-
gjørt, at amerikonsku olju-
goymslurnar
hækkaðu
minni enn væntað.
Týsdagin kemur týska
ídnaðarálitistalið ZEW, og
annars mugu vit eisini hesa
vikuna bíða til fríggjadagin
eftir spennandi lykatølum.
Tá koma m.a. tøl fyri smá-
søluna og ídnaðarfram-
leiðsluna í USA fyri sep-
tembur, sum eru týðandi
fyri metingina av búskapar-
ligu støðuni, og tí eisini fyri
lánsbrævarentur og parta-
brævakursir. Bæði hesi
tølini eru væntað at gerast
hægri enn fyri avgust og
tískil vísa á eina betrandi
búskaparstøðu.
Roknskaparkunngerð-
irnar eru nú veruliga farnar
av bakkastokki. Í farnu
viku kunngjørdi General
Eletrics roknskap, ið var
júst sum væntað. Rokn-
skapir fara nú aftur at seta
dám á fíggjarmarknaðirnar;
hesa vikuna kunngera m.a.
risarnir Yahoo!, Philips,
Intel, Apple, Nokia og Gen-
eral Motors. Sum heild
stendur væl til í USA. Tí-
skil væntar Kaupthing, at
roknskapirnir verða góðir
og fara at stuðla undir
partabrævagongdini. Við-
víkjandi rentunum hevur
oljan enn størsta týdning.
Lækkar oljan, so hækka
lánsbrævarenturnar og um-
vent.
Færri nýggj størv í USA
Vika 42, 2004
www.kaupthing.fo
Dansk Kennel Klub føra
ættarbøkur í Føroyum
Skal tín ættarførdi
hundur hava hvølpar?
Ella ynskir tú tín
racureina hund ættar-
førdan? Les so víðari,
tí Dansk Kennel Klub
ger her vart við
møguleikarnar, ið nú
standa føroyingum í
boði
TÍÐINDASKRIV
Í fleiri øldir hevur menn-
iskjað verið áhugað í at
venja góðar hundar. Eitt av
góðu amboðunum er at føra
ættarbók.
Ein ættarbók er eitt skjal,
sum gevur neyvar upplýs-
ingar um hundin og for-
fedrar hansara. Hesar upp-
lýsingar hava sjálvandi bert
virði, um til ber at líta á teir,
tí í hesum døgum kunnu øll
gera sær eitt tílíkt skjal við
telduni. Tí hevur trúðvirðið
hjá tí felagskapi, sum út-
skrivar ættartalvuna, stóran
týdning.
Dansk
Kennel
Klub
(DKK) er elsta felag fyri
hundar og hundaeigarar í
Danmark.
Felagið
var
stovnað í 1897, og hevur
Hansara Kongeligu Hátign
Prins Henrik sum protektor.
DKK hevur 27.000 limir í
høvuðsfelagskapinum, og
umleið 45.000 limir í
dóttirfeløgunum.
Í tøttum samstarvi ímill-
um høvuðsfelagskapin og
dóttirfeløgini, verður av-
gjørt hvørji heilsukrøvini –
og onnur møgulig krøv,
skulu verða lokin, fyri at
hesi ymisku hundasløgini
kunnu verða ættarbókaførd.
Hetta tryggjar so góða
hundagóðsku sum gjørligt.
Á
heimasíðuni
w w w. d a n s k – k e n n e l -
–klub.dk síggjast krøvini,
ið verða sett, fyri at hundar
kunnu fáa ættarbók.
Hundaviðurskifti í
Føroyum
Tað eru longu umleið 100
ættarbókaførdir hundar í
Føroyum.
Flestu
teirra
koma úr Suðurdanmark.
Men tá ið hesir hundar so
fáa hvølpar í Føroyum, er
tað sjáldan, at hvølparnir
verða
ættarbókaførdir.
Nakrir eigarar hava sagt, at
tað er orsakað av, at tað er
torført at uppfylla krøvini
til lívdjórini. T.d. eru nøkur
av heilsukrøvunum ógjør-
lig at uppfylla, tí neyðugu
kanningarnar ikki kunnu
gerast í Føroyum. Kanska
orsakað av serútgerð, ið
djóralæknin ikki hevur.
Fyri at hjálpa hesum
føroysku hundaeigarunum,
hevur DKK tikið avgerð
um, at føroyskir hvølpar,
sum eina royndarskipan
fram til árslok 2006, kunnu
ættarbókaførast í DKK, um
bert bæði lívdjórini hava
eina, av DKK, góðkenda
ættarbók.
Av og á eru eisini føroy-
ingar, ið seta seg í samband
við DKK, tí hundar teirra,
ið eru av reinum slag, als
ikki hava nakra ættartalvu.
Í hesum førum kann stjórn-
in í DKK føra hundin fyri
ein viðurkendan dómara, ið
síðani tekur støðu til, um
hundurin er av so reinum
slagi, at hann kann fáa
ættarbók frá DKK.
Fyri at DKK kann fáa
innlit í hvussu stórur tørvur
er á hesum slagnum av
ættarbókaføring, fer DKK
nú at gera ein »ansøgnings-
liste«, har hundaeigarar, ið
ynskja at fáa hundin góð-
kendan til ættarbókaføring,
kunnu skriva seg upp, áðr-
enn árslok 2004.
Farast
skal
inn
á
w w w. d a n s k - k e n n e l -
klub.dk, undir »Sidste nyt«,
undir punktinum »Frem-
stilling - Færøerne« her ber
eisini til at finna aðrar
upplýsningar.
–eys–
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í heilsumálum,
tekur fult undir við nýggja
uppskotinum um at leggja
avgjøld á sodavatn og tubb-
ak, og vísir aftur, at hesi
skulu vera tilvildarlig og
órættvís. Tvey fakfólk inn-
an heilsu vóru við í fyri-
reikandi arbeiðinum, og
sodavatn og tubbak vórðu
vald út, tí hesar vørur eru
bæði skaðiligar og sera
nógv útbreiddar millum
fólk, sigur Hans Pauli.
Hann dylur kortini ikki
yvir, at tolltekniskir trupul-
leikar eisini hava spælt ein
leiklut fyri, hvørjar vørur
vórðu valdar út, meðan aðr-
ar sluppu undan.
Spurdur, hví sukurfrítt
sodavatn ikki sleppur und-
an avgjaldinum, sigur Hans
Pauli, at tað, at sodavatn er
sukurfrítt, ikki merkir tað
sama sum, at tað er heilsu-
gott. Vanliga innihalda slík-
ir drykkir nógv ymisk til-
setingarevni, sum langt frá
kunnu
metast
at
vera
heilsufremjandi, vísir Hans
Pauli á.
Landsstýrismaðurin
leggur dent á, at nýggju
avgjøldini ikki skulu síggj-
ast sum eitt heilsupolitiskt
átak í sær sjálvum og fílist
á, at heitið "heilsutollur"
hevur verðið brúkt í hesum
sambandi.
- Avgjøldini eru fyrst og
fremst ein liður í at økja um
inntøkurnar hjá landskass-
anum. At tey so eisini
kunnu vera við til at tálma
nýtsluni av nøkrum heilsu-
skaðiligum vørum, eiga vit
bara síggja sum ein eyka
vinning fyri almennu fólka-
heilsuna, sigur Hans Pauli
og leggur afturat, at eftir
ætlan skal ein partur av inn-
tøkunum frá avgjøldunum
nýtast til heilsufremjandi
átøk fyri skúlabørn.
-ave-
Nú kemur hon um-
síðir - fólkaheilsuætl-
anin, sum vit øll hava
bíðað eftir, og sum
skal fremja nógva
tosið í verki. Málini
eru stungin út í kort-
ið, og ætlanin fyri,
hvussu tey skulu
røkkast, er løgd. Og
longu nú eru fyrstu
slóðbrótandi átøkini
á heilsuøkinum á veg
FÓLKAHEILSA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Matvørulógin skal koma at
virka, børnini fáa frukt,
mjólk og nýggja lærugrein
um heilsu í skúlanum og øll
skulu hava verulig tilboð,
sum fyribyrgja sjúkum, ið
standast av skeivum livi-
hátti. Hetta er bert eitt sind-
ur av tí, vit kunnu vænta
okkum, nú Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum,
saman við fakfólki innan
heilsu hevur sett orð á,
hvussu farast skal fram
næstu 10 árini fyri at
tryggja okkum øllum betri
heilsu.
Byrjað á null
Tað er lítið at ivast í, at
landsstýrismaðurin er rætti-
liga spentur, nú fyrsta út-
kastið til Fólkaheilsuætlan-
ina 2005-15 liggur á borð-
inum, tí sum hann sigur
- Hetta er úrslitið av ein-
um arbeiði, sum mátti byrj-
að á punkt null, tí hetta er
fyrstu ferð, føroyskir polit-
ikarar og mynduleikar í
felag hava sett seg niður at
orða
ein
yvirorðnaðan
fólkaheilsupolitikk.
Meðan flestu heilsuátøk
higartil mest sum bara hava
verið eitt prik her og har,
fevnir Fólkaheilsuætlanin
um allar teir sonevndu
vandatættirnir,
royking,
rúsdrekka/rúsevni,
vant-
andi rørslu, skeivar mat-
vanar og ferðslu. Fyri
hvønn vandatátt skal greiða
fáast á, hvussu støðan er
nú, hvørjum málum vit
vilja røkka og hvussu vit
røkka teimum eftir eini
neyvari ætlan fyri leiklut-
inum hjá politikarum, ein-
staklingum, stovnum og
feløgum.
Vegurin fram
Undir felags yvirskriftini
„Vegurin fram” verður mett
um, hvar tað fyribyrgjandi
arbeiðið skal byrja, og hvør
hevur ábyrgdina av at gera
hvat.
Hans Pauli Strøm ásann-
ar, at í summum førum
verður neyðugt at endur-
skoða ella gera nýggja lóg-
gávu sum lið í tí fyribyrgj-
andi arbeiðinum. Hann
nevnir eitt nú matvørulóg-
ina, sum sambært lands-
stýrismanninum ongantíð
hevur verið annað enn ein
rammulóg
við
nøkrum
kunngerðum. Í hesum føri
kunnu vit staðfesta, at lóg-
gávan og harvið politiski
mynduleikin hevur slept
brúkarnum uppá fjall og
tískil hevur ábyrgdina av, at
gera tær lógarbroytingar,
sum skulu til fyri at tryggja
tí framhaldandi fyribyrgj-
andi arbeiðinum.
Fyri allar vandatættir
gongur vegurin fram gjøgn-
um upplýsing, tilráðing og
verulig tilboð um fyri-
byrging av liviháttasjúkum.
Her liggur stóri parturin av
ábyrgdini hjá tí einstaka,
sum má vera til reiðar at
fylgja tilráðingunum og
brúka tey tilboð, hann fær.
Føroysk ætlan
Hóast londini rundanum
okkum leingi hava havt ein
heilsupolitikk, fer føroyska
Fólkaheilsuætlanin ikki at
dúva uppá royndir, sum eru
gjørdar aðrastaðni. Støðið
verður tikið í føroyskum
viðuskiftum, og út frá tí
skulu vit gera okkara egnu
heilsukanningar og leggja
ætlanir, sum hóska til
føroysk viðuskifti. Skulu
broytingar gerast, verður
tað út frá egnum royndum
og kanningum av teimum
úrslitum, sum vísa seg, sum
frá líður.
Higartil hevur arbeiðið
við
Fólkaheilsuætlanini
2005-15 verið gjørt í
almanna- og heilsumála-
ráðnum, men í næstum
verður farið undir at fáa
hini ráðini við, so endaliga
uppskotið kann leggjast
fyri tingið seinni í vetur ella
í vár.
Við í arbeiðsbólkinum
aftanfyri Fólkaheilsuætlan-
ina hava verið umboð fyri
deildina fyri arbeiðs- og
umhvørvisheilsu, komm-
unulæknafelagið, fyribyrg-
ingarráðið,
heilsufrøðis-
skipanina, landslæknin um-
framt landstýrismannin í
almanna- og heilsumálum.
Fólkaheilsuætlanin
2005-15 á veg
Longu frá 1. januar
fáa øll føroysk
skúlabørn ókeypis
mjólk og frukt í
skúlanum, og pen-
ingur er settur av á
fíggjarlógini.
FÓLKAHEILSA
Anna V. Elingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum kunnugt hava fleiri
skúlar
longu
eina
mjólkaskipan, sum for-
eldrini sjálvi gjalda.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum,
Hans
Pauli Strøm, metir tó
skipanina hava so stóran
týdning, at hon skal
gerast ókeypis á øllum
skúlum í Føroyum -
samstundis sum hon
eisini skal umfata eitt
fruktískoyti.
Ókeypis mjóka- og
fruktskipanin er liður í
nýggju fólkaheilsuætl-
anini, sum má sigast at
raðfesta børnini høgt. Í
løtuni situr nevniliga
eisini ein arbeiðsbólkur
og orðar lesiætlanina til
nýggju
lærugreinina
Heilsukunnleiki,
sum
ætlandi skal byrja í
fólkaskúlanum komandi
skúlaár.
Dagføra
matvørulógina
Samstundis
leggur
Fólkaheilsuætlanin upp
til at endurskoða og
dagføra matvørulógina.
Hans
Pauli
Strøm
ásannar, at verandi mat-
vørulóg als ikki virkar
eftir ætlan, tí hon setur
alt ov fá og óneyv krøv
til upplýsingar um tær
ymsu
matvørurnar.
Hans Pauli dugir ikki at
siga, hvussu langa tíð
ein slík dagføring fer at
taka, men leggur dent á,
at málið í øllum førum
er at fáa veruligar vøru-
lýsingar við orkubýti og
tilsetingarevnum á allar
vanliga matvørur - eis-
ini tær føroysku.
Ókeypis
mjólk til
øll skúla-
børn
Avgjøldini ikki heilsupolitisk
C
M
Y
K
9
8