týsdagur 12. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 194 - 12. oktober 2004
Nr. 194 - 12. oktober 2004
11
Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið 2005 var tamt, um
vit hugsa um sjálvt innihaldið í lógaruppskotinum. Her
var lítil og eingin dramatikkur og lítil ósemja. Hinvegin
var eitt sindur av tjaki millum ávísar samgongutingmenn
og landsstýrismenn teirra. Tað er eitt sindur torført at
skilja, hvat hesir smáu samanbrestir veruliga snúgva seg
um, tí oftast var talan um heilt smá mál ella ávísar merkis-
sakir, ið áttu at havt verið greidd á einum samgongufundi.
Tað er bæði óprofessionelt og ófólkaligt at plága løgting
og almenning við slíkum. Sjálvandi skulu vit hava eitt
demokratiskt orðaskifti, og sjálvandi skulu tingmenn nýta
henda rætt og ikki í einum og øllum rætta seg eftir floks-
disiplinini ella samgongudisiplinini. Tó skuldi ein hildið,
at nógvir ivaspurningar áttu at verið viðgjørdir innanhýsis
áðrenn.
Eitt er at tingmenn vilja sleppa at markera seg - annað er
nýta orðaskifti, sum øll lurta eftir til at skapa smáar sam-
anbrestir uttan nakað eygsýniligt hald í veruleikanum.
Hetta er so ikki heilt vandaleyst, um ein ynskir, at sam-
gongan skal halda í fýra ár. Samgongan skuldi helst hildið
í fýra ár, tí fleiri val innan eitt stytri tíðarskeið eru til
stóran ampa fyri politisku tilgongdina. Vit hava skjótt bý-
og bygdaráðsval og til várs verður ivaleyst fólkatingsval.
Tað er nóg mikið, og tí eiga samgongutingmenn ikki at
spæla við eldin soleiðis, at vit fáa eitt løgtingsval í ótíð.
Sparingarnar á fíggjarlógaruppskotinum elvdu ikki til teir
stóru samanbrestirnar. Her hevur forarbeiðið ivaleyst ver-
ið í lagi. Hinvegin kom tað fram, at Fíggjarmálaráðíð hev-
ur framt eina røð av smáum sparingum, sum raka lutfals-
liga sera hart. Hetta kemur av, at landsstýrið hevur nýtt
plenuklipparin til ein stóran part av fíggjarlógarupp-skot-
inum. Tá so er, verður rakað sera tilvildarliga og á ein hátt,
sum kann verða sera óheppin fyri tann stovn ella tað felag,
sum kemur fyri sláimaskinuna. Vit hugsa sjálvsagt um
áhugafelgini hjá ymsum veikum samfelagsbólkum. Tað er
smáligt at skera allar hesar smáu konturnar við 10%.
Hesar skerjingar merkja einki fyri landskassan. Tær eru
helst har eina og aleina av principiellum orsøkum: øll
skulu kenna sviðan! Hinvegin merkja hesar smáu skerj-
ingar nógv fyri tað einstaka áhugafelagið. Her hevur
fíggjarnevndin ein góðan møguleika at markera, at hon
hevur meira sosialt tilvit og størri ábyrgdarkenslu enn
politikarin og embætismenninir í Fíggjarmálaráðnum.
Kaj Leo Johannessen hevur boðað frá, at eingi størri
frávik verða told í fíggjarnevndarviðgerðini. Hetta er
skilagott sæð frá einum heildarsjónarmiði. Hevur tú eina
samgongu, so ber ikki til at alt ov stórt glopp er millum
fíggjarnevnd og landsstýri. Hinvegin eiga allir tingmenn
at síggja til, at smáligheitirnar á fíggjarlógaruppskotinum
verða beindar burtur undir viðgerðini. Tað hevði tænt
øllum til æru. Og soleiðis at teir veiku bólkarnir í
samfelagnum ikki verða raktir. Eisini tá hugsað verður
um, hvussu stórt frívillugt arbeiði verður gjørt har, tí eiga
politikararnir at venda hesum aftur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Smáar sparingar aftur
á fíggjarlógina
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Vegna Ítróttarsam-
bandið fyri Brekað
Johan Samuelsen
Skrivari
Undirvísingartilboðini til
tey brekaðu á Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla
verða skerd til komandi
skúlaár um mynduleikarnir
ikki broyta støðu og játta
meiri pening til serstaka
frítíðarundirvísing, sum er
studningsheimmilað ella
afturgoldin kommununum
100% frá landinum, (væl at
merkja um nóg mikið av
peningi verður játtaður!),
meðan almenna frítíðar-
undirvísingin fær 50% aft-
urgoldið úr landskassanum.
Hetta er ein veruleiki sum
endurspeglast aftur í fram-
lagda fíggjarlógaruppskoti
landsstýrsins fyri 2005. Og
hóast vit í ÍSB vita, at ikki
stendur so væl til fíggjar-
liga í landi okkara, so er
henda avgerðin um at
skerja undirvísingartilboð-
ini til tey brekaðu fallin
okkum fyri bróstið! Og
skeivleikarnir av hesi gerð
eru eyðsýndir, og raka
okkara rørslu- og menning-
artarnaðu medborgarar so
ómenniskjaliga hart.
Kvøldskúlaskipanin
– ein góð skipan
Ein lítil frágreiðing, hví so
er: Vit hava havt eina skip-
an undir kvøldskúlaskipani
síðani ÍSB byrjaði virksemi
sítt fyri skjótt 25 árum
síðani – og var tað tann
dámligi og positivi kvøld-
skúlastjórin
Napoleon
Nólsoy, sum alt fyri eitt tók
undir við okkum at skipa so
fyri, at henda undirvísingin
fyri brekað skuldi skipast í
kvøldskúlaregi, eftir at so
at siga øll okkara ítróttarfe-
løg høvdu víst eini áheitan
frá ÍSB aftur, um at fara
undir handikappítrótt, við
teirr grundgeving, at tey
kendu onki til slíka ítrótt.
Karmarnir fyri eini væl-
skipaðari og gevandi undir-
vísing fyri okkara veikastu
borgarar gjørdist teir bestu,
og hesin minnilutabólkur í
landi okkara tók ímóti til-
boðunum við opnum ørm-
um – tað bleiv eins sjálv-
sagt fyri tey at fara á kvøld-
skúla og møta líkasinnað-
um ungdómum, sum fyri
øll hini "normalu" – byrjað
var í smáum, men av tí at
flestu rørslu- og menning-
artarnaðu
medborgarar
okkara búgva á høvuðs-
staðarleiðini, so fjølgaðist
liðið av fólki við breki um
ítróttartilboðini,
sum
Kvøldskúlin hevði at bjóða
fram, heilt skjótt, til nú at
vera eini 250 í tali, sum lut-
taka í svimjing, borðtennis,
boccia o.s.fr. um landið alt
- og undir hesi somu kvøld-
skúlaskipan. Og ikki bara
luttaka, tey beinleiðis gleða
seg til hvørja ta einastu ferð
at møta upp, tá høvi býðst.
Ítróttur gevur tí brekaða
sjálvsálitið aftur
Og hví gera tey so tað? Jú,
av teirri einføldu orsøk, at
hetta eru einastu tilboð,
sum standa teimum í boði,
tá um frítíðartilboð ræður.
Og meðan alt, sum eitur
fysioterapi er meiri ella
minni keðiligt, so er ítrótt-
arundirvísingin bæði stutt-
lig og stimbrandi. Tí um-
framt tað, sum verður
vunnið reint kropsligt og
fysiskt ígjøgnum ítróttina -
so kemur nakað sálarligt og
sosialt inn í myndina, sum
er torført at uppnáa á sama
"lætta" máta við vanligari
fysioterapi. T.v.s. at tað
hendir ein broyting av
sinnisstøðuni og harvið
uppfatanini av sjálvum sær.
Hin brekaði fær sjálvsálitið
aftur og kennir sjálvrespekt
við at gera ting, sum hann
ella hon hildu vera púra
ómøgulig. Hetta vil ávirka
eina broyting í uppfatanini
av einum sjálvum - nú eis-
ini í lutfall til umhvørvið.
Motivatiónin er skapt og
hevur hon eina positiva
ávirkan á samlaðu støðuna,
og hon er í sjálvum sær gull
verd hjá tí brekaða, ikki
minst í ofta strævna ger-
andisdegnum, og er tað
sjálvsagt ein fongur bæði
hjá tí einstaka og eisini hjá
samfelagnum, tá soleiðis
gongur – hetta er ein stórur
partur av hugsjónini aftan
fyri handikappítróttina um
allan heim.
Eisini kann sigast, at
nógv lond, sum vit plaga at
sammeta okkum við, mis-
unna okkum hesa kvøld-
skúlaskipan, og saman við
øllum tí sjálvbodna arbeið-
inum innan ÍSB, er hetta
ein heildarskipan, sum vit
kunnu vera stolt av.
Hugstoytt
Umframt gleðina hjá hvørj-
um rørslu- og menningar-
tarnaðum menniskja her á
landi at hava ein møguleika
at íðka ítrótt saman bæði í
gleði og gamni, so hava
Føroyar sum tjóð eisini
vunnið sínar stórstu sigrar í
altjóða høpi júst innan
brekaítróttina, og tað er
hesi skipan og góðu um-
støðunum har partvíst at
takka fyri – har var grundin
løgd, evnini funnin og so
varð farið víðari at byggja
omaná, og úrslitini kenna
vit øll! Skal nú alt hetta ar-
beiðið detta fyri bakka,
bara tí vit hava eina óliði-
liga skipan og raðfestingin
er ikki í lagi – at leggja á
har garðurin er lægstur,
hevur ongantíð verið um-
hildið í Føroyum, og eg
gangi út frá sum givið, at
ongin politikari hevur sum
endamál at gera umstøður-
nar verri hjá okkara brek-
aðu medborgarum. Væl-
signaðir
tinglimir,
við
fíggjarnevndarformanninu
m á odda, takið tykkum
saman, latið játtanina verða
á einum støði, so rúm verð-
ur fyri teimum brekaðu eis-
ini í framtíðini – tað skulu
tungtvigandi argumentir til
hjá
fíggjarnevndini
at
broyta nakað sum helst,
verður sagt, men eg loyvi
mær at siga, at hesin bólk-
urin, sum ongan góðan tals-
mann hevur við sterkum
pressiónsbólki aftan fyri
seg, verður ikki bara við
sviðið soð um játtanirnar
ikki koma at røkka úr
landskassanum , hesi hava
snøgt sagt ONKI annað frí-
tíðartilboð at fara til, sum
vanligi borgarin í hesum
landi hevur, og hjá mong-
um teirra er heldur onki,
sum eitur møguleiki fyri
arbeiði, umframt at tey
búgva heima hjá mangan
troyttum foreldrunum ella á
stovni – hetta er tað sama
sum at siga: farið heim og
setið tykkum og kúrið úti
undir vaðingini med alla –
tí brekatilboðini í ítrótti
o.ø. eru tað einasta, sum tey
hava at síggja fram til –
enn!?
Eg vóni ikki, at hetta
verður úrslitið, tá fíggjar-
lógin er endaliga avgreidd.
Tilboð til brekað: heim og kúr!
Nordplus er evnið á
fyrsta almenna fundin-
um hjá Norrøna Felag-
num í Føroyum í vetur.
Á fundinum í Norður-
landahúsinum
hós-
kvøldið 7. oktober kl.
19.30 fer Henrik Neiien-
dam
Andersen
frá
Cirius-Danmark
at
greiða frá um Nordplus
skipanirnar. Hann fer at
eisini at geva teimum,
sum vilja tað, vegleiðing
í at søkja um pengar frá
Nordplus.
Norðurlendska
ráð-
harraráðið bjóðar fimm
møguleikar at søkja um
studning frá Nordplus í
ár, næsta ár og í 2006.
Nordplus er ætlað
skúlafólki, tað vil siga
næmingum og lærarum,
og teimum, sum eru góð
við norðurlendsku mál-
ini.
Endamálið við stuðl-
inum er at styrkja norð-
urlendska felagsskapin
og samleikan við støði í
søguligu, mentanarligu
og demokratisku felags-
eyðkennunum hjá Norð-
urlondunum. Kjarnin er
flytføri og netverk.
Í Nordplus eru fimm
stuðulsskipanir:
Nordplus Junior er
ætlað lærarum og næm-
ingum í fólkaskúlum,
miðnámsskúlum og í
yrkisútbúgvingum.
Næsta umsóknarfreist er
15. oktober 2004.
Nordplus skal menna
samstarvið millum lær-
arar og studentar í hægri
útbúgvingum.
Næsta
umsóknarfreist er 1.
februar 2005.
Nordplus Vaksin er
ætlað at menna sam-
starvið um fólksliga
upplýsing og undirvís-
ing fyri vaksin. Næsta
umsóknarfreist er 1.
mars 2005.
Nordplus Granni er
serliga ætlað at menna
samstarvið við grannar-
nar eystanfyri, fyrst og
fremst við Baltalondini,
men eisini við útnorður-
Russland. Samstarvið er
fyri allar útbúgvingar-
skipanir. Næsta um-
sóknarfreist er 1. februar
2005.
Nordplus Mál skal
menna
støðuna
hjá
norðurlendsku málunum
í Norðurlondunum og
styrkja málini í altjóða
høpi. Næsta umsóknar-
freist er 15. oktober
2004.
Í Føroyum kunnar og
vegleiðir Altjóða Skriv-
stovan www.ask.fo um
allar fimm Nordplus
skipanir.
Í Danmark stendur
Cirius
www.ciriusonline.dk
fyri kunningini og veg-
leiðingini. Henrik Neii-
endam Andersen, sum
verður á almenna fund-
inum hjá Norrøna Felag-
num í Norðurlandahús-
inum hóskvøldið, ar-
beiðir hjá Cirius í Dan-
mark.
Skúlar pluss mál pluss
grannar pluss pengar
Jan Christiansen
borgarstjóri
Býráðsvalið nærkast, og
nógvir flokkar og enn fleiri
valevni royna at gera vart
við seg.
Tað verður lova mangt og
hvat, og soleiðis eigur tað
óiva at verða undan einum
vali. Trupulleikin er bara, at
valevnini og flokkarnir
klára ikki altíð at liva upp
til tey gyltu vallyfi, ið
verða givin.
Fólkaflokkurin setur eina
æru í, at tey lyfti, sum vit
koma við, ikki bara eru tóm
orð, men at tey verða veru-
leiki, um vit koma at
mynda einum komandi
býráði.
Fólkaflokkurin hevur sit-
ið í samgongu við góðum
fólki seinastu fýra árini, og
hava vit roynt eftir øllum
alvi at umsita bý okkara
eftir besta førimuni. Við
góðum og tøttum samar-
beiði, haldi eg, at tað hevur
hepnast okkum rættuliga
væl.
Vit hava megnað at gera
kommununa skuldafría, so
at peningur, ið fyrr fór til
rentur og avdrøg, nú kann
síggjast aftur í gerðum í
býnum. Tað hevur verið
tungt, men nú kunnu vit
verðuliga síggja úrslitið af
førda fíggjarpolitikkinum.
Og neyðugt er við góðum
gjaldføri, um kommunan
skal kunna gera nakað
munagott komandi árini.
Fólk verða søgd úr starvi,
bæði hjá teimum privatu og
hjá tí almenna, og tí er enn
meira
umráðandi,
at
kommuna er før fyri at seta
arbeiði í gongd í komandi
tíðum.
Eingin uppsøgn og nógv
arbeiði
Við tí varisliga og tilvit-
aðað førda fíggjarpolitikki,
kommunan hevur ført, er
gleðiligt longu nú at kunna
siga, at eingin nýtis at ræð-
ast uppsagnir frá kommun-
uni, og at yvir 115 mill. kr.
eru avsettar komandi ár til
íløgur og arbeiðsskapandi
tiltøk.
Tað er tá tíðirnar ikki eru
góðar á privata marknaðin-
um, at tað almenna skal
seta arbeiðsskapandi íløgur
í gongd. Vit hava, ið góðari
tíð, ásanna, at trøðini ikki
vaksa inn í himalin, og
kann kommunan tí nú gera
arbeiðsfremjandi íløgur, -
uttan lántøku, sjálvandi -
soleiðis at arbeiði vónandi
verður til allar hendur í
kommununi.
Samgongan, við fólka-
flokkinum á odda, hevur
virka fyri eini betri komm-
unu, og vit hava loyst tey
mál, sum vit settu okkum.
Bert ein góður fíggjar-
politikkur tryggjar fram-
haldandi einari virknari og
góðari kommunu. Vit bjóða
okkum fram aftur, og gevur
tú okkum álit enn einaferð,
so kunnu vit lova, at tann
virkni politikkur, ið hevur
verið førdur, vil halda fram.
Bert við hyggja eftir, hvat
ið gjørt er seinastu fýra
árini, kanst tú meta um, um
fólkaflokkurin aftur er før-
ur fyri at standa á odda
komandi valskeið.
Hygg aftur um teg, men lít frameftir
VIÐMERKINGAR
VAL04
Búi Tyril
Nú Televarpið hevur sløkt
(tendraðu aftur undir viku-
skiftinum av onkrari orsøk,
smb. leiðsluna tó bert fram
til 25. november) fyri
heimsleiðandi live tíðinda-
rásini CNN fyri at føroy-
ingar skulu fáa enn fleiri
danskar sjónvarpsrásir at
velja í, veit eg at vit eru
fleiri ið eru vónsvikin. Júst
CNN var ein høvuðsorsøk
til at vit yvirhøvur fingu
okkum
Televarpið;
vit
høvdu aldri keypt tann
pakkan við tí samanset-
ingini fyri tann prísin um
ikki tað var fyri júst tað
virði sum CNN tilførdi --
men whoops, nú skulu vit
hava eina aðra samanseting
sum vit ongantíð hava biðið
um!
Eg mótmælti á røttum
stað tá hetta hendi fyri
einari góðari viku síðani,
men einki bendir á at tað
hjálpti. Nakrar dagar seinni
standa miðlarnir á tá fyri at
fortelja okkum hvussu fan-
tastiskt tað er at vit nú fáa
enn meira DR, ja og so eina
príshækking. Ikki eitt orð
um CNN, hóast kundarnir
hjá Televarpinum keyptu
sínar pakkar millum annað
við tí grundarlag at CNN
var við; sum um at CNN
bara var luft! Og hetta
hóast ein heit debatt júst nú
leikar sum vísir at nógvir
føroyingar kenna seg snýtt-
ar av at hava brúkt nógv ár
av sínum lívi til at læra eitt
mál sum ikki gevur at-
gongd til meira enn ein
lítlan dunnuhyl. Hvørjum
líkist hetta?
Eg skilti á stjóranum í
Televarpinum tá eg eg
tosaði við hana at hendan
handling skal forsvarast við
tí at tað ber ikki til at gera
øllum til vildar, at kann-
ingar eru gjørdar yvir hvat
hyggjararnir vilja hava, at
BBC skal kunna brúkast
ístaðin fyri CNN, og so giti
eg tað kanska liggur í luft-
ini
at
Televarpið
er
kommercielt skipað og
hevur ikki eina public
service uppgávu.
Jú, tað kann vera torført
at gera øllum til vildar; men
harfrá og til tað hetta
smakkloysi er langt. Tele-
varpið skuldi hóast alt havt
eitt image at forsvara, eitt
image sum eisini smittar
yvir á eigaran Føroya Tele,
sum harafturat framvegis er
ogn skattaborgarans. Hvat
viðvíkur »kanningum« yvir
hvat flestu síggjarar ynskja,
so loyvi eg mær at seta
spurning við virði á einari
slíkari so leingi einki
ítøkiligt er víst fram; eg
havi so ikki sæð nakra
kanning og vit vórðu so
ikki spurd um nakað sum
helst.
Ein heilt annar spurning-
ur eg og fleiri onnur kundu
hugsað okkum at sett
ljóðar: Er Televarpið líka-
sælt við dygdina og breidd-
ina í sínum útboði?
Uttan mun til hvat fólk
halda um DR1 og DR2, hví
offra júst CNN í saman-
hanginum? Hví ikki offra
okkurt annað ístaðin? Er
tað so umráðandi at senda
so nógv niðurgerandi sjón-
varp sum lítið annað tykist
hava til funktión enn at
mannminka fólk og sáa
ómegd fyri løtuvinning?
Danir sjálvir vilja ikki
ganga við til at verða
isoleraðir frá kanalum sum
CNN; teir eru ikki líka
fixeraðir við danskt TV
sum vit føroyingar partú
skulu vera. Vit skulu altso
zappa ímillum einar 5-10
danskar
kanalum
og
steingjast úti frá globalum
live tíðindum!
Eg dugi heldur ikki at
síggja hvussu BBC kann
samanberast við CNN, til
dømist tá stórar hendingar
fara fram; talan er um tvey
ymisk format. CNN er
eisini nakað heilt fyri seg tá
tað kemur til breiddina og
tyngdina í kompetentum
fólkum sum úttala seg. Tak
til dømis temavikuna her-
fyri um outsourcing í India,
ella
"Inside
the
New
China" ella ta stóru dekk-
ingina av forsetavalinum í
USA, og fastar sendingar úr
Asia og Miðeysti.
Men nei. Nú skulu vit
ístaðin fyri heimselitu taka
til takkar við heimføði -- til
at filtrera okkara mynd av
veruleikanum enn meira
enn hon longu verður fil-
trerað gjøgnum tær um-
skrivingar vit so leingi hava
verið innløgd til í føroysk-
um uttanríkis tíðindum.
Vit sum búgva so fjar-
skotið her mitt í Atlant-
inum, okkum skal altso ikki
unnast
tíðindatilfar
frá
CNN!
Eitt er góður handils-
siður, eitt annað er tann
størri samanhangurin. Ein
stovnur sum Televarpið
kann aldri koma undan sín-
ari ábyrgd yvir fyri sam-
felag og mentan íroknað
fólki og, ikki minst, ung-
dómi.
Hvat siga skilafólk innan
Føroya Tele til hetta hunda-
lívið í dótturfelagnum?
Var tað so neyðugt at sløkkja fyri CNN?
Vit eiga at gera tað betri
hjá fremmandum skipum
at koma at bryggju í
Havn.
Steinfinn Mittelstein
Valevni sambandsfloksins
í Havn
Almennu havnagjøldini eru
ein forðing fyri at fleiri
útlendsk skipa koma at
bryggju í Havn, har tey
kunna fáa tænastur og
veitingar av ymsum slag.
Við lægri havnagjøldum
gerast inntøku møgulei-
karnir tilsamans størri, tí
við lægri gjøldum, gerst tað
hugaligari hjá skipum at
koma at bryggju, og harvið
verða tey fleiri, og skapað
hesi skipini størri samlaðar
inntøkur til Tórshavnar
Havn, og ikki at gloyma
allar fyritøkurnar í komm-
ununi. Her er hópur av
alskyns vinnum, ið høvdu
verðið fegnar um øktar
inntøkumøguleikar.
Vit síggja øll skipini, ið
liggja í Nólsoyarfirði, ári
runt, og hevði tað uttan iva
hjálpt til, um havnagjøldini
vóru lægri. Tað hevði ført
við sær, at fremmand skip
og reiðarí høvdu haft lætt-
ari við at tikið avgerð um at
fari til bryggju, og harvið
skaptu vit betri møguleikar
til vinnuna í kommununi.
Mong eru skipini, og skal
ongin ivast í, at hettar hevði
komi okkara hondverkara-
og tænastuvinnu til góðar.
Nú vøksturin í búskapin-
um er steðgaður, eru um-
ráðandi
at
kommunan
skapar góðar karmar til
vinnuna. Her er talan um
øktar møguleikar til vinn-
una, her er møguleikar at
fáa fremmandan valuta til
landi, umframt at sam-
handilin millum Føroyar og
onnur lond verður mentur,
til gagns fyri allar føroying-
ar.
Talan er um hópin av
tænastum, ið okkara vinna
kann bjóða útlendskum
skipum; størri og smærri
umvælingar, trol- nóta- og
annar fiskireiðskapur, olju-
veitingar, proviantur og
kanska umskipan av veiðu,
sum kundi skapt størri virk-
semi hjá flutningsfyritøk-
unum.
Hetta vil eg arbeiða fyri.
Betri møguleikar fyri vinnuna
VAL04
Rætting
Konsertin við Húsakórinum í Vagskirkju verður
tórskvøldið klokkan 20, ikki onskvøld, sum áður
sagt frá.
-blðm -
C
M
Y
K
11
10