Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Nr. 194 - 12. oktober 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 8. oktober var móttøka hjá P/f Meinhardt Arge við Oyggjarveg- in í Havn í samband við at trý av starvs- fólkunum, tríggir mans, kundu hátíð- arhalda at teir hava arbeitt í fyritøkuni í tilsamans 95 ár MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Umleið tveyhundrað fólk stukku inn á gólvið hjá P/f Meinhardt Arge seinasta fríggjadag, tá móttøka var fyri Ingibjarti Durhuus, Erhard Olsen og Erling Olson, sum tilsamans høvdu arbeitt í fyritøkuni í næstan hundrað ár Ingibjartur Durhuus lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen úti í Bakka, áðrenn hann kom í starv hjá Auto Service í Gundadali í 1964. Hann var í mong ár verkførari á bilverkstaðnum, og seinnu árini hevur hann havt mest við garanti av nýggjum bilum at gera. Hann kundi hátíðarhalda sín 40 ára stavsdag. Erhard Olsen fór í læru sum bilmekanikari hjá Auto Service í Gundadali í 1974. Hann hevur øll árini arbeitt á mekanska verk- staðnum, har hann javnan hevur dagført sína vitan og verið á nógvum ymiskum skeiðum í nýggjastu tøkn- ini. Hann kundi hátíðar- halda sín 30 ára starvsdag. Erling Olsson byrjaði hjá Auto Service í 1979. Tá var fyritøkan flutt í nýggjan virkisbygning á Hálsi. Hann hevur arbeitt mest sum plátusmiður og lakker- ari, og var hann í mong ár verkførari á tí deildini. Í dag starvast hann sum húsavørður og á mekaniska verkstaðnum. Hann kundi hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag. Stjórin í fyritøkuni, Finn- bogi Arge, helt ein góða talu fyri teimum trimum og takkaði teimum fyri sera gott samstarv og fyri at teir, hvør á sínum øki, høvdu verið við til at ment fyri- tøkuna til tað, hon er í dag. Starvsdagar hjá P/F Meinhard Arge: Arbeitt í næstan hundrað ár tilsamans Tríggir mans kundu fríggjadagin hátíðarhalda sínar starvsdagar hjá P/f Meinhardt Arge, her eru teir saman við stjóranum, f.v. Ingibjartur Durhuus, Finnbogi Arge, Erhard Olsen og Erling Olsson Tveir vetaranar í føroysku bilavinnuni, Meinhardt Arge, sum fyritøkan eitur eftir, og Sverri Mortensen, sum eisini arbeiddi í fyritøkuni Jørgen Thygesen, Berner-sølumaður, millum brøðurnar Finnleif (v.m.) og Ingibjart Durhuus Finnbogi Arge og John Ellefsen, sýnsmaður, sum í mong ár var verkførari hjá Wenzel Petersen, sum helt til í sama bygningi Ein trúgvur Datsun/Nissan kundi, Siggert Johansen á Argjum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 75 ára føðingardagur 12. oktober fyllir Poul Johannus í Horni, Klaksvík, 75 ár. Prógv 7. okt. 2004 varð Rúni í Homrum útlærdur vvs- og ventilatiónsmotørur. Hann hevur lært hjá P/f Demic í Havn. Ruben Andrésen 60 ár Mánadagin 11. oktober fylti Ruben Andrésen í Havn 60 ár. Ruben er havn- armaður við stórum H, B36-ari og í enskum fót- bólti er Chelsea hansara lið. Í hesum mánaðinum eru eisini liðin 40 ár, síðan hann byrjaði hjá postverk- inum í Havn. Hann byrjaði sum postboð, og var í nøkur ár vaktmeistari. Seinastu mongu árini hevur hann verið leiðari á pakkadeild- ini. Ruben hevur sera stóran áhuga fyri ítrótti, og hevur hann havt fleiri álitisstørv innan føroyskan ítrótt. Hann hevur t.d. verið fót- bóltsdómari og seinnu árini dómaraeygleiðari. Hann hevur verið for- maður í B36 og limur í Oyggjaleikanevndini, tá leikirnir vóru í Føroyum. Eisini hevur hann verið limur í Barnaverdini hjá Tórshavnar kommunu. Ruben er sonur Henny, f. Larsen, og Terja Andrésen, sum eisini arbeiddi á post- húsinum í Havn í mong ár. Ruben er giftur við Oslu, f. Johannesen, úr Klaksvík. Tey eiga børnini Tommy, sum býr í Havn, og Merry, sum býr í Keypmannahavn. Osla og Ruben eiga eisini ommu- og abbasonin, Ruben. Fríggjadagin 8. oktober fingu tríggir bygningssnikkarar prógv á Tekniska Skúlanum í Havn. Teir vóru Johannes Olsen, Sandavágur, lærupláss: Vatnsoyra Snikkaravirki, Kristin av Kák Joensen, Sørvágur, lærupláss: Sørvágs Snikkaravirki, Suni Andrias á Lava, Tórshavn, lærupláss: P/f BSV, Tórshavn. Mynd: Jens Kristian Vang Dagurin 12. oktober. Maximilianus, deyður umleið ár 285. Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men bleiv tikin av døgum. Hann er verndarhalgimenni hjá Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti. Tøkk Hjartans tøkk veiti eg tykkum, ið mintust til mín á 80 ára degnum 10. september, tit sum komu inn á gólvið, tit sum sendu blómur, gávur, fjarrit og kort, og tit sum ringdu til mín. Blíðar heilsanir Hjørdis Poulsen Tekniski Skúlin í Tórshavn: Prógv sum bygningssnikkarar Mynd: Signar Dalfoss C M Y K 13 12