týsdagur 12. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 194 - 12. oktober 2004
Nr. 194 - 12. oktober 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í 1979 bleiv eitt av yngstu fótbóltsfeløgunum í landinum, ÍF,
føroyameistarar í 1. deild.
Avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta dystinum, ið ÍF spældi, tí TB,
sum spældi sín seinasta dyst sama dag, høvdu eisini møguleika at
gerast meistarar.
ÍF tapti ongan dyst í 1979, men hevði tríggjar javnar, teir dystirnir
vóru móti TB, B36 og VB.
Fyri 25 árum síðan:
ÍF vóru føroyameistarar í 1979
Fremra rað f.v.: Sam Jacobsen, Áku Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ronni Gunnarsson, venjari, Ove Joensen, Kai Eli Poulsen og Birgir Thomsen.
Aftara rað f.v.: Kristian Petersen, Sonni Jensen, Poul Eldevig, Jan Nielsen, Meinhard Dalbú, Abraham Hansen (Løkin), Jón Olsen, Hans Elias Joensen og Herman Midjord
Mynd: myndablaðið Kolon 1979
Í samband við 125 ára
føðingardag Mikkjals
á Ryggi verður há-
tíðarhald í Miðvági
sunnudagin 17. ok-
tober. Byrjað verður í
kirkjuni og endað í
Beitishúsunum
TÍÐINDASKRIV
Vága Dansifelag
Í samband við, at tað
sunnudagin 17. oktober eru
liðin 125 ár, síðan Mikkjal
Dánjalsson á Ryggi varð
føddur í Beitinum Miðvági,
skipar Vága Dansifelag fyri
hátíðarhaldi
í
Miðvági
hendan dagin.
Byrjað verður í Miðvágs
kirkju klokkan 16.00 við
upplestri og sangløtu. Sagt
verður frá um persónin
Mikkjal á Ryggi, og lisið
verður úr verkum hansara.
Vágakórið fer at syngja
nakrar sálmar, eins og fe-
lagssangur eisini verður.
Eftir kirkjuliga partin
verður farið í Beitishúsini,
har Mikkjal á Ryggi varð
føddur og vaks upp. Har
verður eisini lisið og sungið
úr verkum Mikkjals. Tann
meira verðsligi parturin,
um so kann sigast. Farið
verður upp á gólv, har
kendasta kvæði hansara,
Brestiskvæðið,
verður
kvøðið.
Vága Dansifelag fekk
fyri tíggju árum síðan Beit-
ishúsini til ognar. Arbeitt
hevur verið øll hesi árini
við at seta húsini í stand, og
nú er so mikið komið
ávegis, hóast ikki er liðugt,
at hildið verður ráðiligt at
hava eitt tiltak í húsinum.
Rætta høvið at hava fyrsta
tiltakið í húsunum verður
125
ára
føðingardagur
Mikkjals hildið at vera.
Umframt at Beitishúsini
verða felagshús hjá Vága
Dansifelag,
er
ætlanin
eisini at nýta tey til smærri
samkomur og tiltøk av
mentanarligum slag, sum
hildin verða í Vágum.
Hátíðarhald í Miðvági
Nú er aftur plúmm í
Plúmm. Eftir mong ár
í tøgn er bólkurin nú
aftur virkin og nakrar
framførslur eru á
skránni hesa vikuna,
har ein av bestu og
menst sknaðu bólkum
éinnu árini aftur fer at
vísa sínar dygdir
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein stórhending innan før-
oyskan tónleik er á skránni
hesa vikuna. Púmm kemur
saman aftur og fer á pall.
Tað gera teir 3 ferðir hesa
vikuna. Teir hugna sær á
palli í Havn mikukvøldið
og um vikuskiftið fara teir á
pall í Fuglafirði og í Havn.
Bólkurin er óivað ein
teirra, ið eigur ein nógv
vitjaðan varða í føroyska
tónleikalandslagnum,
tá
minnini eru á ferð.
Sagt verður soleiðis í
tíðindaskrivi:
Vit tosa um 4 garvaðar
yrkistónleikarar, sum elska
at spæla saman, og tað er
júst spæligleðin og vinarlag-
ið millum hesar, sum fangar
og bertekur. Teir svinga so
væl, at áhoyrarafjøldin alt
fyri eitt verður drigin inn í
teirra kraftmikla tónleika-
heim fullur av feitum rútm-
um og hugvekjandi tóna-
samansetingum.
Kjarnan í bólkinum er:
Leivur Thomsen - guitar,
Rógvi á Rógvu - trummur,
Arnold Ludvig - bass og
Magnus
Johannesen
-
keyboard. Aðrir tónleikarar
hava
eisini
spælt
við
Plúmm - Finnur Hansen,
James Olsen, Holger Lau-
man og Terji Rasmussen
fyri at nevna nakrar. Fyri-
brigdið
Plúmm
fevndi
næstan um eitt heilt tón-
leikaraumhvørvi, tá teir
vóru í hæddini.
Bólkurin varð stovnaður
einaferð miðskeiðis í áttati-
árunum, tá teir vóru sera
virknir bæði Føroyum og
úti í heimi. Men somu tón-
leikarar høvdu spælt saman
í fleiri ár frammanundan.
Ein
amatørtónleikara-
kapping, sum varð hildin í
SMS í 1981, var á mangan
hátt byrjanin til alt. Bólk-
urin Playboys vann hesa
kapping, og Playboys var
mannaður av somu tónleik-
arum, sum seinni kallaðu
seg Plúmm.Teir vóru bert
11 - 13 ára gamlir tá, og
James var sangari í bólk-
inum.
Um tað var lagnan ella
tilvildin sum gjørdi, at hesir
smádreingirnir hittust, og
byrjaðu at spæla tónleik,
skal ikki verða spátt um
her, men tónleikurin og
vinarlagið hevði so stóran
týdning fyri plúmmararnar,
at teir allir eru tónleikarar
burturav í dag.
Fram til miðskeiðis í
80´unum spældu rútmisku
bólkarnir í Føroyum so at
siga bert popp, rock og
country, men Plúmm brutu
fullkomiliga upp úr nýggj-
um við latínamerikanskum
rútmum,
melodiøsum
samba og lætt svingandi
funk og jazztónleiki. Teir
gjørdu við øðrum orðum
hugtakið fusiónstónleik liv-
andi í Føroyum, og lyftu
støðið á føroyska tónleika-
pallinum munandi.
Fusión er júst tað, ið er
vørumerkið hjá Plúmm -
elegant sameining av øllum
slagi av tónleiki - bara talan
er um góðan tónleik sum
svingar, siga teir sjálvir.
Bestir eru teir, tá teir
improvisera, og lata hýrin
og tað sum fyri er mynda
framførðsluna. Teir hava
sín
egna
nýskapandi,
djarva, lætta og freka stíl,
ið var og framvegis er ein-
dømi í føroyskari tónleika-
søgu. Inspiratiónin er alt frá
TOTO til Genisis, frá
Steely Dan til Weather
Repport. Framførðslurnar
hjá Plúmm kunnu verða so
innarligar og djúpar, at
kenslur og tankar alt fyri
eitt lætta sær á hjá áhoyrar-
unum. Men Plúmm kunnu
eisini spæla hart, rættiliga
hart. Tað stuttliga er, at teir
kortini ongantíð larma.
Navnið "Plúmm" er ser-
ligt og herligt. Orðið er ikki
nevnt í føroyskum orðabók-
um, men har býr ein kensla
aftanfyri. Siga vit t.d., at
tað var "ordiligt plúmm í
einum balli", vita vit, at tað
var festligt, stuttligt og lit-
ríkt. Plúmmararnir siga
annars at teir, tá teir vóru
smádreingir, brúktu orðið
plúmm um eina motor-
súkklu, sum fór upp á
bakhjólini, og tá teir fóru á
súkklurnar at gera roysni,
so plúmmaðu teir.
Í byrjanini stavaðu teir
seg "Plym" á donskum.
Orsøkina til at navnið fekk
føroyskan búna - Plúmm
við ú - eigur útvarpsmaður-
in Ívar Ivaresen, sum hevur
stóran kunnleika til før-
oyska málið.
Einaferð
teir
skuldu
spæla, høvdu teir sent eina
lýsing til Útvarp Føroya,
har teir høvdu stavað
navnið á bólkinum "Plym".
Ívar las: "Dansur verður í
kvøld"...drálaði eina løtu,
og helt áfram..."PLIIIM
spæla" - sjálvsagt rætti
mátin at bera hesar 4
bókstavir málsliga fram á
føroyskum. Tað var ikki
PLIIIM, ætlanin var at eita,
so teir vóru skjótir at broyta
stavsetingina, so teir eftir
hetta stavaðu seg "Plúmm".
Allir
tónleikararnir
í
Plúmm eru sera virknir
innan tónleik í dag. Teir
spæla hvør sær í ymiskum
tónleikabólkum, geva út
tónleik, undirvísa, virka
sum studietónleikarar og
luttaka í alskins tónleikatil-
tøkum. Orsøkin til at teir
ikki hava spælt so nógv
saman seinnu árini, er fyrst
og fremst tí at Leivur er
bústaddur í Keypmanna-
havn, meðan hinir búgva í
Føroyum.
Men nú verður høvi aftur
at hoyra hesar garvaðu
rotturnar spæla í Føroyum.
Skipað verður fyri tveimum
konsertum við Plúmm í
Føroyum
hesa
vikuna.
Fyrra konsetin verður í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði fríggjakvøldið 15. okt.
Kl. 22.00, og seinna kon-
sertin verður í Havnar
Klubba leygarkvøldið 16.
okt. somuleiðis kl. 22.00.
Atgongumerki á 100,- kr.
fáast við dyrnar framman-
undan báðum tiltøkunum.
Harafturat verður skipað
fyri einum serligum jamm-
kvøldi við Plúmm á Man-
hattan mikukvøldið 13. okt.
Kl. 21.30.
Tónleikabólkurin Plúmm
- tvær konsertir í vikuni
Frá vinstru: Magnus, Arnold, Rógvi og Leivur
Playboys - aftaná tónleikakappingina í SMS í 1981. Frá vinstru: Leivur, Finnur, Simmi, Rógvi, Gissur, James, Arnold, Magnus
C
M
Y
K
15
14