Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Nr. 194 - 12. oktober 2004 17 UTTAN ÚR HEIMI Hvønn einasta dag í árinum doyggja meiri enn 30.000 børn av sjúkum, sjálvt um tey kundu verið lekt. BARNAKOR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri nøkrum árum síðani setti ST sær sum mál, at talið á børnum, sum doyggja av sjúkum kring heimin, skuldi skerjast tveir triðingar innan 2015, men ein nýggj frágreiðing hjá barnahjálpargrunninum UNICEF vísir, at tað verður trupult at røkka málinum. Frágreiðingin er skelk- andi lesnaður, skrivar NTB. Sagt verður, at 11 milliónir børn undir fimm ára aldur doyðu í 2002, og at í nógv- um londum eru viðurskift- ini versnandi. Niðurstøðan er, at 98 lond fara ikki at megna at røkka tí setta málinum í 2015. -Tað er ørkymlandi, at børn í so nógvum londum hava so smáar lívsmøgu- leikar í einari tíð, har vit javnan frætta um undurverk á tí tøknifrøðiliga økinum og innan læknavísindina, sigur leiðarin í UNICEF, Carol Bellamy. - Heimssamfelagið er ført fyri at skerja barna- deyðan, men tað verður ikki gjørt. Eingin stjórn eigur at sleppa undan at skipa so fyri, at børnini fáa betri kor. Heimsins leiðarar hava sjálvir sett málið, og tí hava teir skyldu til at halda tað, sigur aðalskrivarin í norsku deildini hjá UNI- CEF, Kjersti F. Gjestvang, við norsku tíðindastovuna. Í frágreiðingini hjá UNI- CEF stendur, at í 90 lond- um hava myndugleikarnir tikið stig til at bøta um korini hjá børnunum, men at tað samstundis gongur tann skeiva vegin í 98 øðrum londum. Meiri enn 30.000 børn doyggja hvønn dag Hetjan í Superman- filmunum, ameri- kanski filmsleikarin Christopher Reeve, doyði sunnudagin. FILMSLIST Árni Joensen: fartekst@mail.dk Christopher Reeve gjørdist kendur um allan heim sum høvuðsleikarin í teimum fýra Superman-filmunum, sum hann spældi í árunum frá 1978 til 1987. Men hansara filmslív sum hetjan av gongustjørn- uni Krypton fekk ein bráðan enda í 1995, tá hann var fyri einari vanlukku á rossabaki. Hann breyt háls- in og noyddist at sita í koyristóli. Andlitið og fremstifingur á høgru hond var tað einasta, sum ikki var lamið. Hóast tað helt Christopher Reeve fram í filmsheiminum. Hann hevði nakrar smáar leik- lutir, og tað eydnaðist hon- um eisini at virka sum leikstjóri. Sunnudagin doyði hann av hjartatrupul- leikum. Superman deyður Christopher Reeve var 52 ára gamal, nú hann doyði. Tað er lítil ivi um, at Hamid Karzi vann forsetavalið í Afghan- istan leygardagin, men kortini hava myndugleikarnir játtað at kanna, um alt fór rætt fram. AFGHANISTAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Eftir áheitan frá hinum 15 valevnunum hava afghan- sku valmyndugleikarnir gjørt av at kanna, um alt var í lagi, tá afghanar valdu forseta leygardagin. Tað 16. valevnið, Hamid Karzai, kravdi onga kanning, og hann hevur uttan iva eisini vunnið valið. Mótvalevni hansara hava víst á, at eftirlitið á valstøð- unum virkaði ikki, soleiðis at fleiri kundu velja bæði tvær og fleiri ferðir. Val- myndugleikarnir nýttu eitt serligt slag av blekki, sum veljararnir fingu upp á annan tummilin, áðrenn teir kundu atkvøða. Sambæt myndugleikunum fekst blekkið ikki avaftur við góðum, men hetta vísti seg kortini ikki at vera so trupult, og tí kundu fleiri atkvøða fleiri ferðir, siga tey 15 valevnini. Tey hava samstundis játt- að at góðtaka kanningar- úrslitið. Tað merkir, at kemur kanningarnevndin til ta niðurstøðu, at Karzai vann valið kortini, er hann valdur. Men úrslitið kemur ikki fyrr enn um einar tríggjar vikur. Valið skal kannast Hamid Karzai vann uttan iva forsetavalið í Afghan- istan, men valið skal kortini kannast. Teir hava hvør sítt kyn Ein meiningakanning í USA vísir, at tað eru serliga menninir, sum vilja hava George W. Bush at verða sitandi í forsetaembætinum, meðan kvinnurnar vilja hava John Kerry í Hvítu Húsini. Sambært kanningini siga 50 prosent av monnunum, at teir ætla sær at atkvøða fyri Bush 2. november, meðan 43 prosent siga, at Kerry fær teirra atkvøður. Hjá kvinnunum er myndin tann øvugta. 49 prosent av teimumm siga, at tær ætla sær at atkvøða fyri Kerry, og 40 prosent svara, at tær fara at atkvøða fyri Bush. Annars víasir kanningin, at tað stendur á jøvnum ímillum tey bæði forsetavalevnini, nú bara tríggjar vik- ur eru eftir til valið. Kanningin sigur, at Kerry fær 46 prosent av atkvøðunum, og at Bush fær 45 prosent. Amerikanskir eygleiðarar siga, at valið verður helst líka javnt sum valið ímillum Bush og Al Gore fyri fýra árum síðani, tá gott 500 atkvøður í Florida tryggjaðu Bush sigurin. Somalia fingið forseta Fyri fyrstu ferð í trettan ár hevur Somalia fingið ein forseta. Hann skal eisini virka sum stjórnarleiðari. Valið er ein stórhending, tí sum tað einasta landið í heiminum hevur Somalia ikki havt nakra stjórn í samfull trettan ár. Ikki færri enn 28 valvni stillaðu upp til forsetavalið, men tá avtornaði, vann Abdullah Yusuf valið. Hann er fyrrverandi heryvirmaður og verður hildin at vera tann rætti maðurin til forsetaembætið. Aftan á valið sunnudagin segði hann, at hansara fremsta uppgáva er at skapa frið í landinum og at sam- eina tað somaliska fólkið. Lógloysi hevur valdað í Somalia, síðani Mohammed Siad Barra, forseti, bleiv koyrdur frá í 1991. Nú vóna somalar, at tann nýggi forsetin kann tryggja teimum frið og sømilig kor, men tað eru kortini ikki øll, sum eru so bjartskygd, tí fleiri royndir at skapa frið og semju eru miseydnaðar. Ríkmaður vann valið Ríkmaðurin Viktor Uspaskich, sum er føddur í Russ- landi, og hansara Arbeiðaraflokkur vunnu tjóðartings- valið í Litava sunnudagin. Undan valinum varð roknað við, at Arbeiðaraflokk- urin fór at fáa nógvar atkvøður, men at hann skuldi fáa eitt so gott úrslit, hevði fáur væntað, tí flokkurin er ikki meiri enn eitt ára gamal. Endaliga úrslitið var ikki greitt í gjár, men tá hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 36 prosent av atkvøðunum, meðan samgonguflokkarnir, Sosialdemokratarnir og Teir Liberalu, høvdu fingið umleið 20 prosent. Ein flokkur, sum stuðlar tann frá- koyrda forsetan, Rolandas Paksas, hevði fingið 11 pro- sent. Áhugin fyri tjóðartingsvalinum í Litava var sera lítil. Sambært valnevndini vóru bara 36,7 prosent av teim- um 2,6 milliónum veljarunum á vali. Bush fekk ikki hjálp Seinastu tíðina hava gitingar verið í fleiri amerikonsk- um fjølmiðlum um, at George W. Bush, forseti, fekk hjálp í tí fyrsta sjónvarpsdystinum við John Kerry. Fleiri vilja vera við, at forsetin hevði ein lítlan radio- móttakara innan fyri jakkan, og at ein av hansara val- stuðlum segði honum, hvat og hvussu hann skuldi svara Kerry, tá hesin gjørdist ov ágangandi. Sagt verður eisini, at tað sást á sjónvarpsmyndunum frá dystinum, at forsetin hevði eitt ella annað ferhyrnt innan fyri jakkan. Men skræddarin George de Paris, sum hevur seymað jakkan, sum Bush var í, vísir gitingunum aftur. -Einki var innanfyri. Tað, sum sæst á myndunum, komst av, at forsetin legði seg fram á borðið, sigur skræddarin. Løgtings orðaskiftið um fíggjarlógina vísti at ein óvæntað hart uppsteðgaður vøkstur í tí føroyska búskap- inum fær fleiri at kenna trýstið – men samgongu leiðarar vilja varðveita ísin í búkinum FÍGGJARLÓGIN Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Orðaskiftið í Løgtinginum um ta 3,7 milliard stóru fíggjarlógina 2005 var nógv merkt av at andstøðu politikarar fýltust á hallið á fíggjarlógini og kritiseraðu tann komandi skattalættan til tey ið tjena yvir 170 000 krónur um árið. Meðan fleiri førdu fram at skatta- lættar ikki liggja rætt í tíðini tá eitt 200 millióna undirskot er á fíggjarlógini, vístu onnur á at samgongu avtalan millum annað inni- heldur eina ætlan um skattalætta so væl sum um menning av verandi ar- beiðsmarknaðar eftirlønar- skipan. Karsten Hansen, fram- søgumaður Tjóðveldisflok- sins, helt at tað var púra skeivt at seta inn við tí ætl- aða skattalættanum meðan inntøkurnar eru fallandi. Hann ávaraði eisini um at eitt hall á fleiri fylgjandi fíggjarlógum kann gerast torført at rætta upp aftur. »Hallið á fíggjarlógini fylti nógv í orðaskiftinum,« staðfesti Karsten Hansen, »og tað er heldur einki at siga til. Hvat verður til ráða at taka, um stagnatiónin í búskapinum fer at vara í fleiri ár, sum okkurt bendir á at hon kanska fer at gera? Enn meira undirskot at doyva veruleikan við? Heldur hendan gongdin fram, so koma vit at akku- mulera eitt hall upp á eina milliard yvir eitt fýra ára skeið.« Meðan hann fanst at skattalættanum so væl sum tí ætlaða stuðlinum til rækjuflotan, helt Karsten Hansen lítið um fleiri av teimum sparingum sum nú er lagt upp til. »Hugskotið við skatta- lættanum, nevniliga at tað skal loysa seg at arbeiða, er gott í sjálvum sær. Trupul- leikin er bara at versnaðar tíðir hava gjørt at nógv fólk hava ikki longur fullan arbeiðsdag, og tí koma tey ikki upp á tær 170.000 krónurnar í inntøku sum krevjast fyri at fáa lut í hes- um skattalætta; tey fáa ístaðin fáa ein enn tyngri gerandisdag eftirsum ein røð av avgjøldum sam- stundis verða hækkað fyri at tryggja landskassanum fleiri inntøkur.« »Eg dugi væl at síggja at hendan fíggjarlógin, sum vanligt er, byggir á undan- farnu fíggjarlóg, sum í sín- um lagi bygdi á ta framm- anundan. Eg dugi eisini at síggja tað neyðuga í at hava tamarhald á kostnaðum yvirhøvur, ikki minst innan tað sosiala økið. Undan- farna Landsstýri arbeiddi eisini við einari ætlan sum skuldi gera almanna økið meira gjøgnumskygt men vit náddu ikki á mál har. Her átti man at kunna hild- ið fram við tí arbeiðinum, og tað hevði eisini givið nakrar gjøgnum arbeiddar sparingar. Hetta við at skerja Javna og tílík feløg, tað kann ikki vera serliga klókt… Tey fólkini gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði til frama fyri mong ið veruliga treingja til hjálp, og vit tosa ikki um nógvur krónur ið hava verið játtaðar til tey feløgini… Tað er eitt sindur torført at síggja tráðin í hesum sparingum; eg haldi hetta minnir um at skjóta í flokk, og tað skapar púra óneyðugan ótryggleika.« »Tá tað kemur til spurn- ingin um stuðul til rækju- flotan, so vil eg staðiliga ávara ímóti hesum. At seta konkurslógina úr gildi av nýggjum fer ikki at hjálpa okkara vinnulivi, tvørtur- ímóti. Avbjóðingar og trupulleikar hava altíð verið og koma altíð at vera. Fyri nøkrum árum síðani høvdu djúpvatns trolararnir ilt við at klára seg, og í løtuni er tað rækjuflotin ið hevur tað torført.« Tá vit royndu at konfron- tera Karsten Hansen við at rækjuflotin hevur verið við skerdan lut hvat viðvíkur veiðirættindum, so helt hann fast við sína støðu til spurningin um stuðul. »Tað almenna setir karm- arnar fyri vinnuna og skal gera hesar so góðar og tryggar sum møguligt, men síðani eigur vinnan at koyra óheft av tí almenna… Eg skilji rækjumenn, men fara vit inn aftur á hatta sporið at lata stuðul, so verður ringt at sleppa undan at fleiri vinnur skulu eisini hava, og so eru vit beinan vegin úti har vit ikki grynna.« Vandi við stuðli men… Framsøgumaður Javnaðar- floksins, Vilhelm Johanne- sen, var eisini skeptiskur til málið um at stuðla rækju- skipum, men helt tó at tað kann vera vert at royna eina kreppuhjálp í eitt avmarkað tíðarskeið, eftirsum søgulig fiskirættindi annars kunnu fara fyri skeytið. Um undirskotið á fíggj- arlógini og skattalættan segði Vilhelm Johannesen at her er talan um nakað sum neyvan var møguligt at koma undan. »Hvat viðvíkur skatta- lættanum, so var hesin av- talaður í samgonguskjalin- um og tað sama er galdandi fyri menningina av arbeiðs- marknaðar eftirlønarskip- anini. Tá seinasta fíggjarlóg var fyri, slapst illa undan einum halli; vit megnaðu tó at banka undirskotið niður úr umleið 400 milliónum í umleið 200 milliónir,« segði Vilhelm Johannesen við Sosialin. »Hvørt ár byggir á tað undanfarna árið, og nú hava vit tíverri upplivað ein heldur bráðan steðg í bú- skapinum, og tí hava vit eisini roynt at tálma hallið eftir umleið sama prin- sippi… Hetta er ein nøku- lunda balanserað loysn, tí sum fíggjarmálaráðharrin hevur víst á, vit kunnu heldur ikki høggja alt ov hart í bremsurnar. Sparing- ar í sjálvum sær er sjáldan vegurin fram, men vit hava havt eina sera óhepna gongd í alivinnuni so væl sum rækjuvinnuni.« »Vit mugu framleiða okkum burtur úr kreppuni og læra av íslendingum… Teir gera nógv við til dømis fesk fløk heldur enn frystar fiskavørur, og hetta hongur eisini saman við at teir hava flogvallir sum hóska ti flogferðslu við farmi. Sum skilst er eisini okkurt skjótt á veg hvat viðvíkur einari útbygging av flogvøllinum í Vágum; eg vóni tað verður skjótt.« Er tað rætt at stuðla rækjuvinnuni? »Tað er vandamikið at stuðla einari vinnu, í og við at vit tá seta presedens… Tá er jú beinan vegin vand- in har at aðrar vinnur eisini vilja hava stuðul frá tí al- menna tá tað gongst teim- um illa. Við rækjuflotanum hava vit eitt tvíeggjað svørð; eg hugsi at spurning- urin er nakað serligt í og við at hetta er ein vinna ið fyrr hevur kastað sera nógv av sær men sum síðani er komin í eina ógvuliga keði- liga støðu, og her er vandi fyri at søgulig rættindi fara fyri bakka. Ein kreppuhjálp yvir eitt avmarkað tíðar- skeið kann vera upp á sítt pláss her, sum eitt undantak frá einari høvuðsreglu.« Halda kósina hóast hendur ristast Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, legði herfyri fram uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2005 Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16