týsdagur 12. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 194 - 12. oktober 2004
Nr. 194 - 12. oktober 2004
19
Fríggjadagin 8. oktob-
er lat Dagstovnurin á
Landavegnum alment
upp. Í tí sambandi
varð móttøka hildin,
og nógv fólk nýttu
høvið at støkka inn á
gólvið. Bæði smá og
stór komu at forvitn-
ast, hoyra talur og
sang, og smakka frá-
líka kakumannin
DAGSTOVNUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
myndir: Jens Krtistian Vang
Skráin fyri dagin hevði
nakað at bjóða øllum.
Fyrsta talan varð hildin av
borgarstjóranum,
Jan
Christiansen. Eftir taluna
komu smáir gestir úr Dag-
stovninum Lítlaskógi fram
á gólvið. Saman við Judith
í Brekkunum sungu børnini
nakrar sangir, og síðani var
aftur ein røða hildin, hesu-
ferð av Heðini Mortensen,
sum er formaður í menta-
máladeildini hjá býráðnum.
Eftir at alt tað formella
var fingið frá hondum, var
høvi at síggja stovnin,
heilsa uppá starvsfólkið og
njóta ein flottan kakumann
og okkurt drekkandi.
Leiðari á stovninum við
Landavegin er Kirstin Djur-
huus. Hon hevur drúgvar
royndir við barnagarðs- og
vøggustovuarbeiðið, mill-
um annað hevur hon í fleiri
ár verið leiðari í barnagarð-
inum undir Fjalli, sum eis-
ini hevur bæði barnagarð
og vøggustovu.
Í Dagstovninum á Landa-
vegnum fara 48 børn at
hava sína dagligu gongd.
Tey verða býtt upp í fýra
stovur, sum allar vera fyri
vøggustovubørn í fyrstuni.
Seinni verða tvær av stov-
unum nýttar til barnagarðs-
børn. Tað skiftið kemur
náttúrligt, sum børnini eld-
ast.
Í
Dagstovninum
við
Landavegin arbeiða 14
starvsfólk.
Dagstovnurin á
Landavegnum latin upp
Nýggi og snotuligi dagstovnurin á Landavegnum hevði móttøku fríggjadagin.
Til høgru síggjast Kirstin Djurhuus, leiðari, og borgarstjórin, Jan Christiansen.
C
M
Y
K
19
18