Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2004 21 Seinkanin hjá før- oyska liðnum líktist at enda einum tragik- omiskum glantrileiki, har neyvan nakar mundi vita, hvat vendi upp ella niður SEINKAN Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk Larnaga Airport, Cypros: Seinkanin á Larnaga, sum at byrja við tóktist vera til at yvirkoma, menti seg sum sunnudagurin leið til eina bíðitíð, har føroyska ferða- lagið mest av øllum tóktist vera hildið fyri gjøldur. Fyrstu boðini vórðu ann- ars, at flogfarið skuldi fara av flogvøllinum kl. 19.00, men hetta varð í tveimum umførum útsett við tveim- um tímum. Seinastu ferðina enntá við boðum um, at flogfarið nú var farið úr Newcastle, og at tað skuldi seta seg í Larnaca um 22- tíðina. Bikarið var tó um at flyta yvir, tá menn sótu á flog- vøllinum og bíðaðu. Leingi stóð á telduskíggjunum, at ferðafólk til Dublin skuldu fara umborð á flogfarið kl. 22.30, men tað kom ongan- tíð fram, hvørja gate farðast skuldi til. Tá ein broyting so loksins kom á skíggjan, var hendan als ikki til tað betra. Brádliga stóð flog- farið hjá Helios als ikki á skíggjanum, og einamest mundu føroyingarnir nú undrast um, hvat ólukkan tað var, sum gekk fyri seg. Ikki fyrr enn góða løtu seinni komu boðini um, hvar farast skuldi umborð á flogfarið, sum nú var eitt leiguflogfar, ið var fingið til vega fyri upprunaflog- farið, sum tóktist vera burt- urblivið med alla. Klokkan 01.30 mána- morgunin kundi kósin so setast móti Dublin, og klokkan mundi vera úti við fimm, áðrenn leikararnir loksins kundu fara inn á hotellið, har bleytu sengur- nar í nærum eitt samdøgur høvdu bíðað eftir teimum. Verri fyrireikaðir Og tað er einki at ivast í, at hetta nú var um taka alla gleðina og allan stuttleikan, sum leikararnir hóast alt høvdu upparbeitt gjøgnum dagin, aftur. Og eisini før- oyski landsliðsvenjarin tóktist vera væl og virðiliga irriteraður, nú ferðin aftur dróg út. – Sjálvandi er tað ikki optimalt, at vit soleiðis mugu bíða í tíma eftir tíma. Men hinvegin, so má eitt flogfelag jú altíð tryggja sær, at trygdarkrøvini verða yvirhildin. Og tað er so betri at bíða, til tað er heilt víst, at flogfarið er í nóg góðum standi. Spurdur, hvørt hetta nú var nakað, sum var um at ganga út yvir fyrireikingar- nar til komandi dystin, segði Henrik, at tað fór alt meira at líkjast tann vegin. – Vit hava jú millum lítla og onga regluliga hvíld havt síðani dystin í gjár. Og nú koma vit so ikki upp á pláss fyrr enn einaferð í nátt. Tá onnur lið spæla, plaga tey jú at ferðast beina leið eftir dystin, og tað hava vit so ikki gjørt hesaferð. – Og nú mugu vit jú laga okkara fyrireikingar eftir hesum. Venjingin fyrrapart- in í morgin verður helst av- lýst, og so mugu vit bara vóna, at leikararnir fáa nak- að av hvíld á flogferðini, og so sleppa at slappa ordiliga av á hotellinum. Men er alt hetta so eisini nakað, sum kann ávirka av - rikið í dystinum mikudagin? – Tað vóni eg sjálvandi ikki, men tað er klárt, at okkara fyrireikingar ikki verða so góðar, sum tær kundu verið. Eg vóni so bara, at tað verður nóg mik- ið við hvíldini í morgin, og so hava vit hóast alt týsdagin og fyrrapartin mikudagin til fyrireikingarnar staðfesti ein heldur hugtungur Henrik Larsen at enda. Tað gjørdist drúgv bíðitíð hjá føroyska landsliðnum, áðrenn teir sluppu av Kypros til Írlands. Føroyska ferðalagið var ikki færri enn 19 tímar seinkað til Duplin Líttillátin venjari Tað var ikki frítt, at cypriotiski venjarin kendi seg kroystan á tíðindafundinum eftir dystin VENJARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Hóast talið av fjølmiðlafólkum ikki var so stórt, sum tað so ofta hevur verið, tá før- oyska landsliðið roynir seg á útivølli, so merkti tað ikki, at ágangurin á heimavenjarin var minni av hesi orsøk. Momcilo Vukotic nýtti drúgva tíð at greiða frá, hvussu hann sá dystin, og tó at eingin rættiliga tókt- ist trúgva honum, so royndi hann at staðfesta, at hann var hampuliga væl nøgdur um dystin. – Fram eftir vøllinum haldi eg, at vit fyri tað nógva hava sera gott tak á, og vit skapa okkum eisini møguleikarnar, sum áttu at tryggja okkum sigurin, men tað var so ikki nóg mikið. Serliga tí vit ikki vóru nóg væl skipaðir í verjupartinum, og tí vit fyri steðgin í ov stóran mun tóku okkum av løttum. – Hetta er eisini fyrsta ferðin, at vit spæla uttan sweepara í verjuni, og yvir høvur vóru nakrar broytingar á liðnum, sum fyrst skuldu koyrast inn. Viljin á muni Einastu negativu orðini, sum venjarin sjálvur segði um liðið hjá sær, var, at teir fyri steðgin tóktust ov likasælir, men samstundis rósti hann sínum monnum fyri avrikið eftir steðgin. – Tá prógvaððu vit veru- liga, at vit vildu vinna dystin, og sjálvt um tað sjálvandi er keðiligt, at tað ikki eydnaðist, so er eitt stig betri enn einki. Tí eg haldi, at tað vildi verið ræðuliga keðiligt hjá okk- um, um vit einki fingu burturúr, staðfesti Vukotic, áðrenn lokalu blaðmenni- nir fóru undir at undirdíkja hann í spurningum á grik- skum, sum útsendi blað- maðurin tíverri ikki skilti, tó at tónalegan í hesum neyvan var at fara skeivur av. - Eg haldi, at tað vildi verið ræðuliga keðiligt hjá okkum, um vit einki fingu burturúr, staðfesti cypriotiski venjarin eftir dystin Claus Bech Jørgensen fegnaðist sjálvandi um málið hjá sær og føroyska avrikið ann- ars, men mikudagin verður hann ikki partur av føroyska hópinum SKADDUR MÁLSKJÚTTI Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypern: Tað var sjónligt, at Claus Bech Jørgensen ikki tað serliga gott eftir dystin leygardag- in. Ein ordans lufttúrur beint undan steðginum við- førdi, at eitt rivjabein var brotið, og tí er ikki hugs- ingur hjá honum at vera við, tá Føroyar fara at tak- ast við Írland mikudagin. Undan hesum hevði Claus tó gjørt nógv um seg, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um tað verður sagt, at hann helst stóð fyri besta føroyska avrikinum hesa løtuna. Og at tað so eisini varð krýnt við einum góðum stútara til 1-1, mundi ikki gera lagið verri. – Tað er heilt víst, at hatta var ein góð kensla. Talan var um eitt framúr innlegg frá Súna, og tá eg so fekk timað mína renning rætt, so er tað ein bóltur, sum er sera trupul at byrgja upp fyri. Høvdu takið Tá tosið fall inn á tey trý korterini, sum Claus var partur av dystinum, helt leikarin sjálvur, at hann alla tíðini spældi við kensluni av, at hetta kundi bera til. – Vit tosaðu sjálvandi nógv um hetta áðrenn dyst- in, og uppleggið hjá okkum var, at halda eina góða skip an á liðnum, og so royna at skapa nakrar kontra-møgu- leikar. Men tað vísti seg skjótt, at teir avgjørt vóru til at tosa við, og sjálvur haldi eg, at vit høvdu eitt sera gott tak á dystinum. – Teir vildu øgiliga gjarna flyta bóltin nógv runt, men tá vit royndu at trýsta, so gjørdu teir fleiri ferðir mistøk, og so ráddi um at gera sær dælt av hes- um. Tað megnaðu vit so eisini í ávísan mun, og tað er gott, at tað eydnaðist at fáa stig burtur úr dystinum, helt skaddi málskjúttin hjá føroyska liðnum at enda. Deiligt at skora – Talan var um eitt framúr innlegg frá Súna, og tá eg so fekk timað mína renning rætt, so er tað ein bóltur, sum er sera trupul at byrgja upp fyri, segði Claus um málið hjá sær Hildnir fyri rukku 21 Nr. 194 • týsdagur • 12. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Og so varð ferðin enn drúgvari Landsliðsleikararnir sluppu ikki avstað til Írlands sunnunáttina, men gjørdust ístaðin eitt lítið samdøgur seinkaðir FRÍTÍÐ Á CYPROS Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Larnaka, Cypros: Lagið var einki serligt á monnum, tá teir høvdu ver- ið ein løtu í fráferðingar- høllini á flogvøllinum í Larnaka. Eftir at vera purr- aðir út á miðjari nátt, vóru teir annars farnir við bussi til flogvøllinum kl. 3.00, men tað stóð skjótt greitt, at har var ikki alt, sum tað skuldi vera. Einasta, sum sást til flogfarið hjá Helios, sum skuldi føra føroyska ferða- lagið til Dublin, var eitt »delayed« út fyri flogfarið á telduskíggjunum, og at byrja við gekk illa at fáa at vita, hvat var hent. Jens Erik Magnussen er ein av ferðaleiðarunum hjá FSF, og hann gekk títtur millum kunnungardiskar- nar og teir leiðarar, sum annars vóru á flogvøllinum, og at enda bar til at fáa eitt svar. Boðini vóru, at flog- farið hjá Helios hevði nakr- ar tekniska trupulleikar, og tað tí framvegis stóð í New- castle í Onglandi. Talan er ikki um nakað stórt flog- felag, og tí var vónleyst at seta annað flogfar inn á rutuna her og nú, og so mátti alt ferðalagið í nýggj- an buss. Hesaferð gekk leiðin so til Flamingo Beach Hotel, sum liggur beint nærhendis flogvøllin, og so kundi leikararnir tørna inn um sjey’tíðina sunnumorgunin. Málageipan á strondini Tað var ikki sørt, at teir tóktust troyttir, tá purrað varð út aftur til døgurða, men so við og við batnaði lagið tó munandi. Onkur helt fyri, at skuldi mann nú kortini standa fastur, so var Cypros ikki tað ringasta staðið, og við eini góðari sandstrond beint nærhendir hotellið, vórðu eisini stund- ir til at taka sær eitt sindur av løttum. Venjingar stóðu tó eisini á skránni, og hesar vórðu so gjøgnumførdar í besta bras- ilianska stíli. Soleiðis mundu fleiri av ferðafólk- unum her á staðnum undra seg um, hvørjir hesir menn- inir vóru, sum berføttir dystaðust í fót-tennis og øðrum smáspølum, men nøkur FSF-merkir til børn- ini og eitt prát við tey vaksnu fingu so eisini tey lokalu til at finna tey heilt stóru smílini fram. Rópini frá vinnandi pørtunum í ymsu greinunum rungaðu eisini dúliga runt alla strondina, og lagið tóktist bara nærkast alt meira toppinum. Kanska fyrimunur Eftir undirhaldandi venj- ingina vingu vit orðið á Julian Johnsson, og hann helt avgjørt ikki, at eyka steðgurin her á Cypros hevði gjørt hópinum nakað. – Tað haldi eg slettis ikki. Vit svóvu ikki alla náttina, og sjálvandi vóru vit eitt sindur irriteraðir, men alt í alt er tað sikkurt fínt, at vit so ístaðin fóru her at hvíla okkum. Spurdur, hvørt hetta kundi skaða fyrireikingar- nar til næsta dystin nakað, helt Julian ikki, at tað fór at bilanakað, heldur tvørtur- ímóti. – Í dag hava vit fyrst og fremst brúka fyri at hvíla okkum nakað og koma spakuliga ígongd, og so er ein venjing á strondini jú í fínasta slag. Í morgin verð- ur talan kanska um venjing við eitt sindur meira tempo, og so hava vit jú einar tríggjar venjingar afturat, sum verða meira málrætt- aðar móti dystinum. Nú skulu vit snøgt sagt bara hugsa um at koma fyri okkum kropsliga. Og tá er tað kanska eisini fyrimunur, at lagið er so gott, sum tað nú er? – Absolutt. Saman við dystinum leygardagin haldi eg, at vit hava fingið eitt ordiligt sálarligt lift. Nú fara vit til Írlands fullir av sjálvsáliti, og so mugu vit bara royna at skapa eina ordans sensatión har yviri, helt Julian Johnsson at enda. Lokalu baðigestirnir mundu hvøkka nakað við, tá teir sóu føroyska landsliðshópin í action. Men einki er at ivast í, at hetta flutti lagið á monnum heilt í topp Hjalgrím í hópin Sunnukvøldið gjørdu landsliðsvenjararnir av, hvør nýggi maðurin í føroyska hópinum skal verða, nú Claus Bech Jørgensen noyddist at geva avboð vegna skaða. Og tað verður Hjalgrím Elttør úr Fremad Amager, sum er boðsendur. Hjalgrím slapp ikki upp í upprunaliga hópin hesaferð, tó at hann hevur verið at kalla fastur maður seinnu árini. -jm/áh Teir vóru annars nakað moyrir, tá teir vórðu purraðir um døgurðatíð sunnudagin, men sum onkur helt, so var Cypros kanska ikki ringasta staðið at stranda C M Y K 20