týsdagur 23. mai 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
8
Raksturin av blaðnum gekk mangan so sum so. Men teir stríddust og fingu
tað at bera til. Tríggjar ferðir átti blaðið sína egnu prentsmiðju, og tvær
máttu teir niðurleggja prentvirksemið. Men blaðið kom regluliga út øll árini.
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum kagar í søgu blaðsins
EIRIKUR LINDENSKOV
Í
níti ár er Sosialurin komin á gøtuna
– uttan slit, og nú á níti ára degnum
eru tað vorðið til umleið 11.000 ymsar
útgávur.
Fyrstu árini kom blaðið eina ferð um
vikuna. Sum oftast fýra síður, onkuntíð tó
bert tvær síður, og onkrar aðrar tíðir vóru
síðurnar átta í tali.
Við tíðini vaks blaðið, í sektiárunum
bleiv tað til tvær útgávur um vikuna, og
í 1982 bleiv tað til tríggjar ferðir. Í 1990
til fimm ferðir, og aftur í 2010 vórðu
útgávurnar minkaðar niður í tríggjar um
vikuna.
Styttingin bleiv navnið
Tað var tann nýstovnaði arbeiðaraflokk
urin í Føroyum, Føroya Javnaðarflokkur,
sum stovnaði Sosialin í 1927. Tá æt blaðið
»Føroya Social-Demokrat«. Heitið varð
kent úr Danmark, har arbeiðararøslan
hevði fleiri bløð, sum bóru heitið »Social-
Demokraten« – ofta í talu stytt til
»Socialen«.
Fyrstu 18 árini hevði blaðið danskt
ávirkaða heitið, »Føroya Socialdemokrat«,
við c og við ongari –ur-ending. Men 7.
apríl í 1945 verður navnið »føroyskað« til
»Føroya Sosial-Demokratur«.
Manna millum varð blaðið bara kallað
»Sosialurin«, og tí valdu tey 2. apríl í 1955 at
broyta navnið tilsvarandi, og síðani hevur
blaðið alment itið »Sosialurin«.
Hvør flokkur hevði sítt blað
Tá blaðið flutti í nýggju blaðhúsini á
Argjum í 1982 varð roynt at gera blaðið
meira til eitt tíðindablað heldur enn eitt
politiskt blað. Tá fekk navnið forskoytið
»Tíðindablaðið Sosialurin«. Men í oktober
í 2000 varð farið aftur til gamla navnið
»Sosialurin«.
Talið á bløðum í Føroyum fylgdi talinum
av politiskum flokkum. Áðrenn Javnaðar
flokkurin varð stovnaður vóru bara tveir
flokkar á tingi, Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin. Teir høvdu hvør sítt
blað, Dimmalætting og Tingakross, sum
virkaðu sum teirra málgøgn.
Tey, ið stovnaðu Javnaðarflokkin
ætlaðu sær so avgjørt at vinna sær nóg
mikið av atkvøðum á valinum í 1928
soleiðis, at flokkurin kundi koma á ting.
Tí var tað eitt krav, at flokkurin hevði
Fólksins boðberi
í níti ár
Sosialurin húsaðist á Heygsbreyt frá 1954 til 1974
Sosialurin flutti í Vágsbotn 15. apríl í 2005 – í Miðlahúsið í Vágsboti