týsdagur 23. mai 2017síða 41
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
9
sítt egna blað, sítt egna málgagn. Tí varð
Sosialurin settur á stovn.
Næstu flokkarnir, sum vinna sær sæti
á tingi, Fólkaflokkurin (Vinnuflokkurin) í
1936 og Tjóðveldi í 1950 hava eisini stovnað
síni egnu bløð til tess at fáa boðaskapin út
kring landið, ávikavist Dagblaðið, sum kom
á fyrsta sinni í 1935, og 14. September, sum
kom á fyrsta sinni í 1947.
Bløðini eru øll hesi árini politiskt
heft at sínum flokki, og tað sæst aftur í
skrivingini. Tað er ikki fyrr enn útvarpið
kemur í 1957, at føroyingar fáa tíðindi, sum
eru óheft av politiskum áhugamálum.
Gamaní hava verið onnur bløð eisini,
sum ikki hava havt tilknýti til politisku
flokkarnar. Men floksbløðini vóru bulurin
í føroyska fjølmiðlaheiminum – áðrenn
Útvarpið kom.
Sama prentsmiðja
kundi ikki prenta
Áðrenn Sosialin vóru sum sagt tvey
onnur bløð, sum vóru politisk málgøgn:
Dimmalættin og Tingakrossur, og tey
høvdu bæði hvør sína prensmiðju.
Tá var ikki vanligt, at fleiri politisk bløð
hvødu somu prentsmiðju, og hugsaðu
fólkini aftan fyri Sosialin sum so, at um
tey skuldu fáa teirra politisku sjónarmið
út til fólkið, so noyddust tey at úgvega sær
eina prentsmiðu og byrja blaðútgávu.
Høvuðsmenn vóru Petur Mohr Dam
og Mourentius Viðstein. Teir høvdu
útvegað sær stuðul frá danska Sosialdemo
kratiska flokkinum, sum fekk í lag,
at gamla pressan hjá Frederikshavns
Socialdemokrat varð sett upp í Losjuni
í Havn, har flokkurin hevði leigað sær
innivist.
Anton Nielsen, sum var blaðstjóri á
Frederikshavns Socialdemokrat, kom á
vári í 1927 til Føroyar, og við sær hevði
hann ein montør, sum setti pressuna upp.
Blaðstjórin legði eisini fyrstu bløðin til
rættis saman við Mourentiusi Viðstein,
ið fekk starvið sum blaðstjóri á nýggja
floksblaðnum, Føroya Social Demokrat.
Tveir mans vórðu settir í starv, Bethuel
Z. Jensen, prentari og Carl Karbech
Mouritsen, sum var prentalærlingur.
Búskaparliga var støðan ring síðstu í
20'unum, og tað vísti seg skjótt, at ringt var
at fáa blaðið at hanga saman fíggjarliga, og
at flokkurin ikki megnaði at geva blaði út.
Bethuel Jensen, sum frá byrjan prentaði
blaðið, sigur í samrøðu við Sosialin í 1982,
at teir í fyrstuni bara prentaðu floksblaðið,
men seinni fingu teir ymisk prentarbeiði
frá Jógvani Rasmusssen, prentara í
Bókhandlinum, sum teir ikki vóru førir
fyri at prenta, tá teir bert høvdu eina lítla
Heidelberg Pressu. Hetta gav so mikið, at
ein prentari kundi setast afturat, tað var
Christian Hansen, vanliga nevndur Doffa.
Teir arbeiddu saman í nøkur ár, til
Anton Nielsen, blaðstjórin á Frederjshavns
Social Demokrat kom aftur at vitja.
Danin skuldi royna at fáa greiði á
fíggjarviðurskiftunum.
Jarleivur Hilduberg byrjaði sum prentari, tá Sosialurin aftur fekk prentsmiðju í nýggju blaðhúsunum á Argjum í 1982. Hann starvaðist sum prentari til 1998
➥
Gamla pressan hjá Sosialinum, sum stóð á prentsmiðjuni á Heygsbreyt. Hendan pressan
hevði prentað Føroyatíðindi, Tingakross, Dagblaðið, 14. September og Sosialin. Eingin
visti rættiliga, hvussu gomul hon var, men hon var framleidd í Oslo í teirri tíðini, tá býurin
hevði navnið Kristiania. Helst var tað spell, at hendan søguliga og gamla prentmaskina
varð sundursorlað og fyribeind í 1973, tá hon mátti víkja fyri meiri framkomnari tøkni