týsdagur 23. mai 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
10
Bethuel Jensen hevði tá prentað blaðið í
eitt heilt ár uttan at fáa løn. Tað endaði við,
at hann yvirtólk prentsmiðjuna. Flokkurin
skyldaði honum so nógvar pengar, at teir
vildu lata honum pressuna í staðin. Hann
fekk eisini rokskapin og raksturin av
blaðnum at umsita fyri flokkin.
Hetta fór fram í 1931, og Bethuel Z.
Jensen bygdi sær hús til prentsmiðjuna í
Jónas Broncksgøtu í Havn.
Blaðið flytur á Heygsbreyt
Tað gekk so mikið væl hjá Bethuel Jensen,
at hann eftir fáum árum kundi lata
Javnaðarflokkinum blaðið aftur at umsita.
Tá tók Jákup í Snikkarastovu roknskapin
at umsita, og sonurin Karbech, prentaði
blaðið á prentsmiðjni hjá Bethuel.
Sosialurin varð prentaður á prent
smiðjuni hjá Bethuel Z. Jensen fram til
1943. Tá flytir blaðið á Prentsmiðjuna hjá
Arnold Øster. Karbech hevði havt ringa
heilsu og noyddiast at gevast at arbeiða.
Men hann kom fyri seg eftir sjúkralegu
í Danmark, og heimafturkomin keypti
hann Prentsmiðjuna á Heygsbreyt í 1954.
Hetta var prentsmiðja, sum Grækaris
Hansen, Milliónerurin, hevði bygt í
1932. Hann hevði leigað prentsmiðjuna
til Tingakross í nøkur ár. Síðani hevði
Leif Waagstein keypt prentsmiðjuna og
givið út Dagblaðið fyri Vinnuflokkin.
(Fólkaflokkin).
Tað var eitt nýtt tíðarskeið fyri Sosialin,
sum byrjaði í 1954, tá Karbech hevði keypt
prentsmiðjuna hjá Dagblaðnum.
Í 1964 keypti Sosialurin prenstmiðjuna
frá Karbech. Villi Sørensen hevði verið
baðstjóri á Sosialinm síðani 1952 og
var eisini framveigs, tó at hann búði í
Klaksvík.
Í 1974 hendir aftur ein broyting, tá
Sosialurin keypti eina lítla pressu, sum
kallast ein veingjaautomat. Hendan varð
nýtt til at prenta smærri prentlutir við,
og var hetta seinasta prentarbeiði við
blýggi, sum varð gjørt á prenstmiðjni á
Heygsbroyt.
Sama ár, 1974, keypir Javnaðarflokkurin
húsini í Sjúrðargøtu 9. Har húsaðist
Sosialurin til hann flutti út á Argjar í mars
1982.
Nýggj tøkni nýggjar avbjóðingar
Um hetta mundið – í 1974 – varð ásannað,
at off-set tekninkkurin var framtíin
innan blaðútgávu, og at tað var ikki var
ráðiligt at útbyggja prentsmiðjuna á
Heygsbreyt, sum hevði slitnar ótíðar
hóskandi maskinum. Tó høvdu teir á
gomlu prentsmiðjuni keypt eina nýggja
setimaskinu og innrættað myrkakamar,
sum krevst til offset teknink, og hetta var
flutt oman í húsini í Sjúrðargøtu.
Tá Sosialurin nú ikki longur varð
prentaður á egnarði prenstmiðju, vóru
filmar gjørdi av blaðnum, tá tað var
umbrotið, og hesir vóru koyrdir oman á
Dimmalætting, sum prentaði blaðið.
Dimmalætting hevði tá keypt rotatións
pressu, sum tá og enn er tøknin, sum
prentar bløð.
Í 1977 keypti Einar Joensen prent
smiðjuna á Heygsbreyt frá Javnaðar
flokkinum.
Saman við off-set tøknini kom eisini ein
ávís journalistisk menning av Sosialinum.
Á fyrsta sinni vórðu blaðfólk sett í starv og
fólk at selja lýsingar.
Sosialurin kom um hetta mundið
út tvær ferðir um vikuna, mikudag og
leygardag. Ynski var um at fáa tríggjar
útgávur, og fleiri ferðir varð tosað við
Dimmalætting um tað. Men tað bar ikki
til, varð sagt á Dimmalætting. Teir kláraðu
bara at prenta blaðið tvær ferðir um
vikuna.
At hetta bara var ein undanførsla – og
at Dimmalætting við einastu rotations
pressu hevði ein kappingarfyrimun, vistu
tey væl á Sosialinum. Tí varð farið undir at
fyrireika keyp av egnari pressu.
Máttu uttanlands at fíggja
Vóru teir trekir á Dimmalætting at
prenta fleiri útgávur av Sosialinum, so
vóru peningastovnarnir í Føroyum ikki
blíðari. Eingin vildi fíggja eina íløgu í
prentsmiðjuna hjá Sosiainum. Tí varð
farið til Danmarkar at finna fígging, og
tá bar til. Leygardagin 6. mars í 1982 kom
fyrsta útgávan av Sosialinum, sum varð
prentaður á egnari prentsmiðju á Argjum.
Tá hevði Sosialurin keypt trý verk av Goss
Communety rotatiónsprentmaskinum
úr Amerika, sum vóru sama slag, sum tær
ið Dimmalætting hevði. Seinni keypti
Dagblaðið eisini sama slag prentmaskinur,
so í áttatiárunum vóru tríggjar fínar
prentsmiðjur á trimum politiskum
bløðum, sum hvør sær kundu prenta
øll bløð í Føroyum og meira afturat.
14. September hevði eisini sína egnu
prentmaskinur, um enn ikki so fín, sum
hinar.
Soleiðis var samstarvslagið millum
bløðini – ella kanska serliga millum
flokkarnar.
Nú bar til hjá Sosialinum at prenta so
nógvar útgávur, sum tey sjálvi vildu. Í
fyrstu syftu kom blaðið nú tríggjar ferðir
um vikuna – og prentast kundu 24 síður
í senn. Men sløk átta ár eftir, at blaðið
flutti í nýggju hølini á Argjum við nýggju
prentsmiðjuni, so gjørdu tey av at koma út
fimm ferðir um vikuna.
Lesarar og lýsarar tóku væl ímóti, og
tað gekk væl hjá blaðnum hesini árini.
Miðskeiðis í nítiárunum gjørdist
tørvurin á at prenta í litum so stórur, at
tað var av álvara farið undir fyrireikingar
til at keypa eina nýggja prentsmiðju.
Dimmalætting hevði útbygt sína
prentsmiðju og prentaði í litum – og
tann 26. juni í 2000 samdust Sosialurin
og Dimmalætting um at leggja prent
smiðjurnar saman í eina, sum skuldi halda
til í prenthøllini hjá Dimmalætting. Hon
varð nevnd Prentmiðstøðin. Maskinurnar
hjá Sosialinum vóru fluttar niðan á Háls,
og nýggja prenstmiðjan útbygd enn meira.
Flyta í Vágsbotn
Hølini á Argjum, sum í 1982 vóru nýggj og
stásilig, vóru knapt so væl egnað, tá vit
vóru farin um aldarmóti. Nýggja tøknin
kravdi meira av telduútgerð. Sama ár sum
prentsmiðjurnar vórðu lagdar saman,
var øll framleiðslan hjá Sosialinum gjørd
talgild, tað vil siga, at alt blaðið nú varð
gjørt á teldu, skriving, umbróting og
myndaviðgerð.
Í 2004 fær Sosialurin møguleikan at
leiga handilshúsini hjá Valdemar Lützen
í Tórsgøtu í Havn – og eftir umvælingar í
hálvt ár letur Sosialurin upp Miðlahúsið
15. apríl í 2005.
Gamla floksblaðið hjá Javnaðar
flokkinum er nú vorðið rættiliga stórt
og fingið ein týdningarmiklan leiklut
í samfelagnum. Hetta sampakkar illa
við politiska tilknýti, sum leiðsla og
starvsfólk heldur ikki eru so fegin um.
Javnaðarflokkurin er heldur ikki so
fegin, tí hann fær ikki sín boðskap so væl
ígjøgnum, sum hann gjørdi í gomlum
døgum – og flokkurin kemur til ta
niðurstøðu, at tað als ikki loysir seg hjá
flokkinum at eiga at blaðið. Tey hildu,
at aðrir flokkar høvdu lættari at koma
framat í floksblaðnum, og nakað var um
tað. Starvsfólk á blaðnum lótu mangan
mótstøðufólk hjá Javnaðarflokkinum
sleppa framat fyri at hava eina ávísa
javnvág í politiska tíðindaflutninginum.
Hetta endar við, at Javnaðarflokkurin
setur blaðið til sølu. Og á sumri í 2006
keypir nýstovnaða P/F Miðlafelagið, sum
leiðsla og starvsfólk í Miðlahúsinum hava
stovnað, Sosialin frá Javnaðarflokkinum
fyri 10 milliónir krónur.
Sosialurin var ein góður handil
Sosialurin er komin út øll árini uttan
steðg. Hóast ráðini mangan ikki vóru tey
stóru, og hóast flokkurin – og ikki minst
stuðlar hjá flokkinum, mangan máttu
spaða pengar til.
Í 1993 var støðan so hættislig, at blaðið
var um at fara á húsagang. Í flokkinum
vann hugsanin um at lata blaðið halda
fram. Tí setti flokkurin eina millión í
nýggja partafelag at reka blaðið.
13 ár seinni seldi flokkurin somu feløg
fyri 10 milliónir krónur.
Ein sera góð og skilagóð íløga, má sigast.
Tí hon rentaði við 1.000 prosentum.
Fólksins boðberi í níti ár
Tveir gamlir kenningar í føroyska miðlaheiminum: Johnsigurd Johannesen og
Jóhann Mortensen, sum báðir byrjaðu sína yrkisleið sum blaðmenn á Sosialinum
Randi Jacobsen við einari av
fyrstu teldunum á Sosialinum. »Teldutíðin« á Sosialinum byrjaði í 1988