týsdagur 23. mai 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
12
– Vit náddu málinum um at gera Sosialin til landsins
størsta blað – nú eru Google og Facebook avbjóðingin,
skrivar Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum,
í hesari grein um farnar og komandi dagar
JONHARD HAMMER
T
að er ein stórur dagur, nú
Sosialurin kann hátíðarhalda, at
blaðið er komið út uttan steðg í
90 ár.
Seinastu 20 árini havi eg verið partur av
virkseminum á Sosialinum, men bløð hava
fylgt mær ein stóran part av lívinum.
Fyrstu ferð, eg fekk áhuga fyri bløðum,
var, tá ið eg sá navnið á Árna Joensen
á baksíðuni á Sosialinum, har hann tá
starvaðist sum lýsingamaður. Myndin av
honum var ikki ein vanligi fotomynd, men
ein hugtakandi vignett. Árni var giftur inn
í Jarnskor-familjuna í Gøtu, og eg helt, at
tað var spennandi at kenna ein mann, sum
arbeiddi á einum blaði.
Tá ið eg varð 12 ára gamal, fór eg at selja
14. September í Gøtu. Tá var Árni Greger
sen blaðstjóri á blaðnum.
Tá ið eg var yngri, spældi eg borðtennis,
og bløðini skrivaðu stundum um kapp
ingarnar og høvdu myndir av vinnarum.
Leo Poulsen á Dagblaðnum, Vilmund
Jacobsen á 14. September og John Kjær
á Sosialinum skrivaðu um borðtennis,
og tað kom fyri, at eg keypti trý bløð og
hevði tey við í skúla og læs tey har. Tað
undraðu bæði næmingar og lærarar seg
yvir, men helst var tað bara tað, at eg vildi
síggja mynd av mær og annars lesa um
borðtenniskappingarnar.
Í 9. flokki gjørdi eg eitt skúlablað, sum
snúði seg um Gøtu Ítróttarfelag. Blaðið
varð prentað og borið í hvørt hús í Gøtu.
Inn í miðlaheimin
Eftir at eg hevði arbeitt í fisk í Gøtu og
arbeitt sum timburmaður eitt ár, fór eg
í læru sum prentari á Estra. Tá kom eg í
eitt grafiskt umhvørvi og fór spakuliga at
nærkast miðlaheiminum eisini. Í sambandi
við eina ídnaðarstevnu, sum eg skipaði fyri
saman við Ídnaðarfelagnum, gjørdu vit
eitt blað um messuna, og eftir tað ringdi
Kristjan Dahl, sáli, sum var fyritaksstjóri
á Sosialinum, til mín og spurdi, um eg
hevði hug at koma á marknaðardeildina
á Sosialinum at starvast. Kristjan Dahl
var tá blivin sjúkur og skuldi í viðgerð fyri
sjúkuna, sum hann seinni andaðist av.
Eg byrjaði á Sosialinum í 1997, og
umframt arbeiðið á marknaðardeildini
kundi eg eisini hjálpa eitt sindur til
við framleiðsluni av blaðnum, tá ið eg
hevði eina útbúgving sum prentari.
Tá varð klipt og límað fyri at umbróta
blaðið, og neyðugt var at nútímansgera
arbeiðsgongdina. Ein broytingartíð
við nýggjari tøkni og interneti var fyri
framman. Fysti fotosetarin varð keyptur
frá ReproZ um hetta mundið, og farið
var undir at digitalisera framleiðsluna.
Tá kom Sosialurin út fimm ferðir um
vikuna, og tað var full ferð á redaktiónini
hvønn einasta arbeiðsdag. Bløðini settu
dagsskránna í samfelagnum, og blaðsølan
var vaskandi, samstundis sum Sosialurin
gjøgnum 1990’ini spílaði seg alt meira út
sum tíðindablað. Tað var kapping við hinar
miðlarnar – ikki minst Dimmalætting –
um søgur og innihald, og tað var ein stór
motivatión fyri nógvum frambrotum
– bæði av tøkniligum og innhaldsligum
slagi. Tað varð ikki bert kappast frá 8 til
16. Tað var eisini arbeitt um kvøldarnar
og um vikuskiftið, og starvsfólkini løgdu
nógv fyri í einum felagsanda, sum var
grundarlagi undir stóru framgongdini hjá
Sosialinum hesi árini.
Tá eg var til starvssamrøðu hjá Eyðfinni
Jacobsen, nevndarformanni á Sosialinum,
um starvið sum marknaðarleiðari á
Sosialinum, spurdi hann meg, hvat mál eg
hevði sett mær. Eg svaraði, at Sosialurin
skuldi gerast størri enn Dimmalætting,
sum tá var nógv tað størsta blaðið í
landinum. Hann spurdi meg, um eg visti,
at Sosialurin hevði eitt upplag á gott 4.000,
meðan Dimmalætting var uppi á 12.000.
Hann spurdi meg, hvussu tað skuldi gerast,
og eg svaraði, at tað var bara ein vegur, og
tað var hart arbeiði. Í minsta lagi dámdi
tann róligi nevndarformaðurin tað svarið.
Seinni náddu vit hesum málinum, sum
tóktist verða ógjørligt.
Frambrot á prenti
Sosialurin menti seg støðugt tøkniliga, og
eftir at framleiðslan var digitaliserað, var
næsta stigið at fáa prentað blaðið í litum.
Tað kravdi eina stóra útbygging, sum bæði
kravdi vitan og pengar. Hugskotið var at
gera íløguna saman við Dimmalætting,
men tað var ikki lætt, tí Javnaðarflokkurin
átti Sosialin, og Dimmalætting stóð Sam
bandsflokkinum nær.
Sosialurin fór tí undir at fyrireika
útbyggingina einsamallur, og tveir
dugnaligir mans, sum høvdu starvast
á Dimmalætting, komu á Sosialin at
arbeiða. Torkil Johannesen og Eyðun
Húsgarð høvdu royndir og vitan á økinum,
og farið var við góðum treysti undir
fyrireikingararbeiðið.
Meðan fyrireikingarnar vórðu gjørdar,
fingu vit fundarboð frá leiðsluni á
Dimmalætting, og so byrjaðu samrøðurnar
um samstarv á prentøkinum. Tað var sera
trupult, og partarnir høvdu ikki lætt við
at finna samstarv. Fólk í baklandinum hjá
báðum pørtum vóru skeptisk, men tað
vóru eisini tey, ið sóu fyrimunir við at gera
nýggja prentsmiðju saman. Eftir drúgvar
samráðingar og fleiri fellur, sum næsta
gjørdu av við samráðingarnar, lukkaðst
tað at fáa semju um samstarv, so at tað
frameftir varð gjørligt at prenta føroysku
bløðini í litum.
Hetta hevði við sær, at Sosialurin
kundi fáa litlýsingar í blaðið, og so var ein
nýggjur marknaður opin fyri blaðnum.
Hetta var eitt stórt framstig fyri Sosialin
– og hini føroysku bløðini – og tað skapti
møguleika fyri nýggjum inntøkum og at
gera bløðini flottari.
Nýggja talgilta tíðin
Í nítiárunm kom internetið til Føroya,
men Føroya Tele hevði trupult við at
fáa brúkarar til netið fyrstu tíðina.
Ein orsøk var, at tað vóru so fáar før
oyskar heimasíður, sum kundu lokka
føroyingar á netið. Tí kom Føroya Tele við
hugskotinum um at gera ein tíðindaportal,
sum Sosialurin skuldi reka.
Andras Róin og Pól Hendrik Poulsen,
sáli, løgdu upp til samstarvið, sum gjørd
ist veruleiki og flutti bæði Sosialin og
føroyska miðlar inn í eina nýggja tíð.
Portalurin gjørdist eftir nøkrum árum
mest lisni føroyski miðlin, og tað lá
eitt ordans tak frá starvsfólkunum á
Sosialinum aftanfyri frambrotið. Tað var
nýtt og spennandi, og enn einaferð vísti
pionerandin á Sosialinum seg frá sínari
bestu síðu.
Tá ið Føroya Tele fyri nøkrum árum
síðani boðaði frá, at tey ynsktu at selja
Portalin, sum Sosialurin hevði bygt upp
frá ongum, var tað eitt vónbrot. Prísurin
var skýhøgur, og onnur høvdu áhuga í
at keypa. Tá ið boðið var farið væl upp
um fimm milliónir krónur, gjørdu vit ta
niðurstøðu, at vit vildu ikki keypa Portalin,
sum hevði verið okkara barn, fyri so
Umstøðurnar eru
støðugt skiftandi,
men vit hava
víst, at vit kunnu
tillaga okkum
– Í Miðlahúsinum eru vit til reiðar at bjóða framtíðini av, og tað kunnu vit gera vitandi, at vit
hava so góð og røsk starvsfólk í okkara legu, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Vit eru klár til nýggja