Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 nógvar pengar. Vit hildu tað vera órimiligt, at sølan skuldi ganga fyri seg á hendan hátt, men vit mistu ikki mótið. Tað var tá, at tíðindasíðan in.fo sá dagsins ljós, og tað er í grundin ótrúligt, at in.fo eftir fáum árum hevur yvirhálað Portalin sum fremsta tíðindamiðilin í Føroyum. Hetta vísir enn einaferð, hvussu ótrúliga arbeiðssom og framfýsin starvsfólkini í Miðlahúsinum eru. Týðandi flyting Tað var ein stórhending, tá ið Sosialurin í 2006 flutti av Argjum og í Vágsbotn. At fáa adressu á Tórsgøtu 1, mitt í Havnini, var eitt stórt frambrot. Samstundis menti Sosialurin seg til eitt veruligt miðlahús við fleiri miðlum – bløðum, internetsíðum, Rás2 og einum húsi at hýsa tiltøkum av ymsum sløgum. Allir pílar peikaðu uppeftir. Optimisman var stór, og tað gekk væl á øllum økjum í samfelagnum – eisini í miðla­verðini. Miðlahúsið keypti Rás2 og hevði stórar ambititiónir við útvarpsstøðini, sum í tíðarskeiðum var á hædd við Útvarpið, sum hevði stóra almenna milliónaupphædd at brúka. Tað var tó trupult at halda støði í longdini, tí alt bygdi á inntøkur av marknaðinum, og samstundis kappaðist Kringvarpið av øllum alvi á sama marknaði fyri at forða framgongdini hjá Rás2. Tað lukkaðist eisini partvíst almenna risanum at kúga privatu útvarpsstøðina, og sum vanligt stóðu politikararnir bara og hugdu at órímiligu kappingini. Broytingartíðir Seint í 00’unum rakti altjóða búskapar­ kreppa, og hon merktist eisini í Føroyum og í miðlaverðini, har fortreytirnar eftir stuttari tíð broyttust munandi. Hetta kostaði dýrt hjá fleiri miðlum, og summir hóðraðu ikki undan. Samstundis var internetið blivið so útbreitt og framkomið, at øll í grundini kundu gera tíðindi, og á netinum forvænt­ aðu fólk, at tað mesta skuldi verða ókeypis. Enn ein broytingartíð var fyri framman, og blaðútgáva kom undir trýst, samstundis sum Miðlahúsið umvegis in.fo og Rás2 kom í dagligt samband við fleiri føroyingar enn nakrantíð áður. Í dag er framvegis kapping millum føroyskar miðlar, men hon kennist ikki so hørð, sum hon plagdi at vera. Nú er kappingin í eins stóran mun við Google og Facebook, sum bjóða føroyingum nýggjar lýsingamøguleikar. Miðlahúsið hevur føroyskar miðlar á føroyskum máli, sum fyrst og fremst fáast við føroysk viðurskifti, og tað verður tað eisini brúk fyri frameftir, hóast innihaldið á internetinum er tó hugsandi stórt og fjølbroytt, tí allur heimurin er á teldum og telefonum. Føroyska málið er eitt lítið mál, sum støðugt er undir trýsti frá øðrum málum, og alheimsgerðin hevur við sær, at børn og ung – og eisini vaksin – lesa, hoyra, tosa og skriva alt meira enskt og danskt. Millum annað tí er stórliga brúk fyri góðum føroyskum miðlum, sum geva tað føroyska tilboðið til føroyingar. Næsta málið hjá Miðlahúsinum verður at røkka útlendskum lýsingakrónum, so at renslið ikki bert er ein veg. Tað er ein framtíðar avbjóðing, sum vit hava tikið á okkum. Blaðútgáva er undir trýsti, tí kappingin frá nýggjaru miðlunum er hørð. Fólk lesa tó framvegis bløðini, og javnan sæst, hvussu bløðini kunnu seta dagsordan í samfelagnum. Nógvar søgur byrja í bløðunum, har tær kunnu fáa góða og grundiga viðgerð, og síðani liva tær víðari í øðrum miðlum. Í dag er neyðugt við blaðútberingar­ stuðli, og nú verður hesin stuðul veruleiki. Skeivleikarnir, sum hava verið seinastu 10-15 árini, hava havt sína ávirkan, og að almenna er farið avstað við alt ov nógvum lýsingakrónum. Tí er neyðugt, at privatu miðlarnir verða styrktur, og miðlastuðulin er ein bati. Manglandi politiskur vilji Tað tykist ikki, sum at politiski myndug­ leikin er serliga áhugaður í sterkum miðl­um, og politikarar brúka stundum ódámligar hættir at leggja miðlar undir trýst. Tað upplivdi eg millum annað í viðgerðini av miðlastuðlinum, har løgtingsformaðurin á tingsins røðarapalli skuldsetti meg fyri at hava hótt hann. Hetta gjørdi hann uttan at kunna vísa á ítøkiliga dømi ella vísa dokumentatión fyri pástandinum. Tað var ein ómanslig framferð av einum manni, sum eigur at hava hægstu tign í landinum, og tað vísti í grundin bara, at poltikarar ikki ynskja sterkar miðlar og tola ikki, at miðlarnir stundum hava kritiska viðgerð av teimum. Løgmaður, sum varðar av føroysku miðlunum, hevur ikki vístu bløðunum nakran ans. Hann virðir ikki bløðini so frætt, at hann vil møta á fundi at viðgera støðuna, og tað er langur vegur til, at løgmaður fer at bøta um korini hjá miðlunum at virka undir. Tað er ein løtt loysn at renna undan og fjala seg, men tað er ikki rætta loysnin fyri føroyska samfelagið, sum hevur brúk fyri sterkum miðlum á føroyskum máli. Stundum freistast tú til at halda, at samgongan ikki vil gera nakað við tey tingini, sum eru skeiv, men heldur vil broyta alt tað, sum riggar væl frammanundan. Samgongan vil heldur broyta umstøðurnar í ali- og fiskivinnuni heldur enn at hyggja eftir teimum almennu stovnunum, sum ikki rigga, og gera nakað við tær høpisleysu almennu útreiðslurnar til eitt nú nevndarlimir í almennum nevndum. Hetta er nakað, sum miðlarnir hava víst á, og her eru til dømis bløðini góð til at føra kritiskan journalistikk. Framtíðin bíðar Tað hava verið nógvar góðar løtur hesi næstan 20 árini, eg havi starvast á Sosialinum, men tað hava eisini verið onkar óhugaligar løtur, tá ið neyðugt hevur verið við keðiligum avgerðum ella annað. Ein av teimum tungastu løtunum var, tá ið vit skiltust frá Jan Müller, sum var ein drívmegi á Sosialinum í drúgt áramál. Hann var gevandi og inspirerandi persónur, sum leiddi Sosialin upp á tindin í føroyska miðlaheiminum. Hansara avrik sum blaðstjóri var framúr, og hann var persónur, sum skapti samanhald og positivitet rundan um seg. Umstøðurnar broyttust, og tað endaði við, at Miðlahúsið og Jan Müller gingu hvør sína leið. Tað var stórur missur – eisini á tí persónliga økinum – og stundum kennist framvegis saknur í Jan og hansara góða lyndi í Miðlahúsinum. Nú Sosialurin heldur 90 ára dag, blómar kreativiteturin í Miðlahúsinum, og Sosialurin kann saman við nýggju familjuni – in.fo, Vikublaðnum, Rás2 og Miðlahúsinum sjálvum – gleða seg til komandi dagar, har nýggjar avbjóðingar og nýggir møguleikar bíða. Miðlahúsið hevur verið við í fremstu røð, tá ið tað hevur snúð seg um nýggja tøkni og møguleikar, og tað ætla vit eisini at verða frameftir. Í Miðlahúsinum eru vit til reiðar at bjóða framtíðini av, og tað kunnu vit gera vitandi, at vit hava so góð og røsk starvsfólk í okkara legu. Starvsfólkini hava verið orsøkin til framgongdina gjøgnum árini – bæði starvsfólkini í Miðlahúsinum, og fólkini kring landið, sum eru knýtt at Miðlahúsinum. Gjøgnum árini hava nógv dugnalig starvsfólk havt sína gongd á Sosialinum og seinni Miðlahúsinum. Nógv av hesum eru farin víðari og eru blivin profilar í føroyska samfelagnum. Vit eru fegin um, at vit eisini hava verið við til at givið hesum fólkum, sum vit framvegis meta sum vinfólk av húsinum, ein møguleika á okkara arbeiðsplássi. Umstøðurnar eru støðugt skiftandi, men vit hava víst, at vit kunnu tillaga okkum og menna okkum til nýggjar tíðir. Soleiðis verður eisini frameftir. Og meðan vit nú feira 90 ára dagin hjá Sosialinum, kunnu vit staðfesta, at Miðlahúsið er brynjað til framtíðina. Tað tykist ikki, sum at politiski myndugleikin er serliga áhugaður í sterkum miðlum kapping 24. MAI 2017