Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24. MAI 2017 14 Rokmiklir dagar við góðum samanhaldi Dagny Joensen hugleiðir her um sína tíð sum blaðkvinna á Sosialinum DAGNY JOENSEN E r Sosialurin 90 ár, sigur dóttirin undrandi, tá eg sigi henni, at eg eri biðin um at skriva hugleiðing um tíðina sum blaðfólk á Sosialinum í áttati- og nítiárunum. - Minst til at skriva um, hvussu stuttligt tit høvdu tað, og mamma, gloym ikki at siga frá um hinaferð, tá … Ja, mangt er at minnast aftur á, og gagnligt er at hava onkran, sum kann leiða meg góð 30 ár aftur í tíðina, tá alt var øðrvísi enn í dag. Javnaðarflokkurin stovnaði Sosialin fyri 90 árum síðan fyri at upplýsa um javnaðarhugsjónina, sum tá var í síni vordan í Føroyum. Við árunum hava helst verið broytingar frá tíðini, tá trúgv javnaðarfólk stjórnaðu blaðnum, til seinast í sjeytiárunum, tá útbúgvið blaðfólk komu heimaftur eftir lokna útbúgving á Danmarks Journalistiska Háskúla. Sosialurin flytir út á Argjar Nú gjørdist innihaldið í blaðnum meira yrkislært og fjølbroytt og snúi seg í stuttum meira um tíðindi og nógv ymisk samfelagslig viðurskifti, sum ikki áður høvdu fingið blaðrúmd í Sosialinum. Tá Sosialurin flutti úr Sjúrðagøtu og út á Argir í januar 1982 var lagt upp til stórar broytingar. Javnaðarflokkurin, sum tá framvegis átti Sosialin, hevði keypt eini stór sethús á Argjum og útvegað eina prentsmiðju úr Danmark. Húsini vóru umvæld og innrættað eftir tørvinum hjá starvsfólkunum, sum vóru skrivstovufólk, blaðfólk, prentarar og fotografar, og prentsmiðjan innrættað í kjallaranum. Tá smíðarbeiðið var av, skuldu hølini málast og innrættast, gardinur seymast o.s.fr. Tað stóðu starvsfólkini sjálvi fyri. Tað vil siga, at vit fóru til verka á Argum eftir lokna arbeiðstíð í Sjúrðagøtu, til langt út á kvøldið og í vikuskiftinum. Saman nærum allan sólarringin Hetta gjørdi, at starvsfólkini fyrstu tíðina vóru saman nærum allan sólarringin. Av tí sama fingu vit innlit í tí, sum hvør einstakur okkara hevði at dragast við í gleði eins væl og í tungum løtum. Soleiðis var fyrstu tíðina á Argjum, har vit kendu okkum hava ábyrgd mótvegis hvør øðrum. Vit fylgdu livandi við tá ein var forelskað/ur upp um bæði oyru, men eisini tá annar hevði hjartasorg og var við at ganga frá verðini. Onnur vóru ivasom og høvdu trupulleikar at fóta sær í øllum tí nýggja í gerandisdegnum og teimum avbjóðingum, sum framtíðin setti einstaklinginum. Minnist einu ferðina, at eg ringdi heim til mannin og bað hann seta ein eyka borðisk fram, av tí at eg hevði ein starvsfelaga við mær heim, sum leið so illa av hjartasorg, at viðkomandi ikki hevði smakkað bitan í fleiri dagar. Ein annar gjørdi álvarslig hanabein til ein av mótsatta kyninum. Tá vóru vit kvik at hjálpa til, fóru við viðkomandi í handlarnar at finna hóskandi klæðir, fyri at viðkomandi skuldi taka seg so væl út sum gjørligt. Hóast arbeiðið í fyrstuni var serstakliga strævið, av tí at so nógv nýtt var at fáa hilling á viðvíkjandi blaðnum, so var tað einamest umráðandi av og á at kveistra gerandisjaggið til viks. Minnist serliga veitslurnar á blaðnum, jólaborðhald, onnur hátíðarhald og føðingardagar, ella bara tí vit høvdu brúk fyri at taka okkum av løttum eina løtu. Skemtilig jólaborðhald Tað var altíð serligur dámur yvir jólaborðhaldini hjá okkum, har vit møttust í fínasta skrúð, sessaðust við búgvið borð, ótu og drukku og hugnaðu okkum. So upp á gólvið at dansa og syngja í tímavís. Tá vit móti morgni vóru móð og veitslurómurin avtakandi, var stundin komin at fara til hús. Ongin hevði rættiliga hug at fara, men ballið var hóast alt buðið, og vit longdist eftir at sleppa heim at sova. Tað, vit ikki høvdu verið varug við gjøgnum náttina, var, at tað var avkavað úti. Kavin lá meturhøgur, so langt sum eygað rakk. Vit ringdu eftir taxabili, men eingin bilførari hættaði sær úr á Argjar, tí vegurin ikki var ruddaður. Nú vóru góð ráð dýr. Onkur fekk tað góða hugskotið at ringja til Politistøðina at biða um hjálp. Ikki mundi vera nógv skil í okkum eftir drúgva veitslunátt, tí vit hildu, at politistarnir ivaleyst ikki høvdu so nógv um at vera í kavaódnini, tí einki fólk mundi av fríum vilja hætta sær út hesa náttina? Lítið hjálpti, hóast vit bønaðu og bóðu teir koma eftir okkum, so noyddust vit, summi í stilettskóm at ganga langa teinin heim í meturhøgum kava, vindi og kavaroki. Tað var eisini herviliga kavaveðrið umleið 1988, sum mundi forðað okkum at fáa jólablaðið út. Tað hevði kavað av grimd alla náttina, og um morgunin var mest sum øll Havnin undirkavað og ikki hugsandi at sleppa út á Argjar. Blaðið var nærum liðugt og skuldi bert avgreiðast til prentingar henda komandi arbeiðsdagin. Ikki var koyrandi við vanligum bilum, men ein okkara átti sonevndan jeep við fýra- hjólstrekk, og so fór telefonketan í gongd. Vit bjargaðu jólablaðnum hesi jólini. Blaðið nýtt navn og innihald Umleggingin av Sosialinum var stóra avbjóðingin hjá okkum. Blaðið fekk nýtt navn og blaðhøvd ella búmerki við heitinum: ” Tíðindablaðið Sosialurin” og var meira fjølbroytt enn higartil. Nú vóru tíðindi fremst á breddanum, síðani politikkur, vinnulív, frásøgur um fólk og fæ, um hvat rørdi seg í samfelagnum og baksíðutekninginar hjá Óla Petersen. Umframt tað, vóru búmerki gjørd fyri fastar teigar í ymsu útgávurnar í vikuni , eitt nú Málteig, Guðsorð, Sjónarmið, Læknabrævkassa, Sálarfrøðingurin, Vikan ið fór, Nýføðingar í vikuni og ítrótt, bert fyri at nevna dømi. Annað frambrot í føroyskari blaðsøgu var, at vit nú settu okkara kristna navn undir greinarnar í blaðnum. Hetta var nakað nýtt, sum einki annað føroyskt blað hevði brúkt, men sum í dag er ein natúrligur partur av allari blaðskriving. Seinni varð avgjørt at sýta ónavn­ givnum lesarabrøvum innivist í blaðnum. Tað steðgaði beinanvegin teimum ófýsligu og ofta óndsinnaðu lesarabrøvunum, sum eingin dittaði sær at skriva undir kristna navni sínum. Í byrjanini kom Sosialurin út tríggjar ferðir um vikuna, men sum fráleið fimm ferðir um vikuna. Hetta var møguligt, tí vit høvdu prentsmiðju í kjallarnum, og tí ikki vóru bundin av evstamarkinum fyri at røkka prentsmiðjuna hjá Dimmalætting. Blaðdeyðin gjørdi um seg Í áttatiárunum var ávís kapping millum tey seks bløðini, tó mest á politiska økinum. Tey vóru Tingakrossur, Dimmalætting, Dagblaðið, Fjúrtandi, Sosialurin og Norðlýsið. Øll høvdu tey langt áramál á baki og vóru eins og Sosialurin politisk floksbløð, undantikið Norðlýsið. Meðan Sosialurin, sum einasta blað, royndi nýggjar leiðir og yvirlivdi, liðu fleiri av bløðunum blaðdeyðan so hvørt sum fráleið. Afturlítandi kann bara staðfestast, at tað er neyðugt viðvíkjandi blaðútgávu at bróta upp úr nýggjum av og á fyri ikki at fána burtur. Royndirnar frá blaðhúsinum á Argjum, har nútíðar útgávuvirksemið av álvara tók seg upp, var bara ein partur av menningin fram til í dag. Næsta nýbrotið var, tá Sosialurin flutti av Argjum oman í Vágsbotn, har Miðlahúsið varð stovnað í 2005. Nú við Rás2 og in.fo sum partar av Sosialinum. Tá virksemið í Miðlahúsinum var komið í rættlag, var næsta stigið, at starvsfólkini á Sosialinum stovnaðu partafelagið Miðlafelagið og keyptu Sosialin frá Javnaðarflokkinum. Framtíðar kappingin Tað tóktist, sum fyribrigdið samanhald millum starvsfólk, tá nýggj stig verða tikin, á sama hátt sum hjá okkum á Argjum í síni tíð, endurtók seg, tá Sosialurin flutti inn í Miðlahúsið. Stuttligt at standa á síðulinjuni og eygleiða, hvussu leikur fór, nú onnur ung og røsk fólk tóku um endan. Tað sum fyri 30-40 árum síðan var ein kapping við hini bløðini, er í dag vorðið kapping við facebook, Twitter og aðrar sosialar miðlar, sum seta dám á gerandisdagin hjá teimum flestu. Hetta er skarpur kostur og átti ikki at verið so umfatandi, sum veruliga er. Tað setir stór krøv til framtíðar blaðútgávur og til blaðfólkið, sum skal sigla millum skerini í einum hurrandi miðlaheimi, sum er virkin allan sólarringin. Ein avbjóðing, sum avgjørt fer at gera av, um vit frameftir skulu lesa papír-Sosialin. Hjartaliga til lukku við 90 ára degnum, Sosialurin, góðan byr frameftir. Redaktiónsfundur á Sosialinum í áttatiárunum. Rundan um borðið frá vinstru: Dagny Joensen, Jan Müller, Tórfinn Smith, Jóhann Mortensen, Árni Joensen og Høgni Djurhuus Dagny Joensen starvaðist á Sosialinum í áttati- og nítiárunum Mynd: Álvur Haraldsen