Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 JÓANNES HANSEN M iðlahúsið hevur biðið um eina hugleiðing í sambandi við runda føðingardagin. Tað er høvi at reflektera um sambandið við blaðið, um broyttu fyritreytirnar at samstarva og samskifta og um fólkini, sum tað hevur verið samstarvað við, og um hvat samstarvið hevur snúð seg um. Tað var 29. august í 1989, at spírin til sambandið við Sosialin fyrstu ferð sást í blaðnum. Nú hevur tað verið í ein mansaldur. Í Miðlahúsinum vilja tey vera við, at eingin av teimum, sum nú skriva blaðið og fóðra bæði in.fo og Rás2, var har fyri 28 árum síðani. Tidarrit.fo er hent amboð at kanna, hvat bløðini hava skrivað um og samfelagið hevur verið upptikið av. Beinanvegin eftir ólavsøku í 1989 verður staðfest í blaðnum, at nú eru tað bara Sosialurin og Dimmalætting, sum bera føroyingum tíðindi á blaði og lívga tað skrivaða orðið og at røkja aðra blaðtænastu. Hini bløðini eru farin í summarfrí. Síðani eru tey øll farin í dvala, og nú er langt síðani, at tey vóru at síggja. Um sama mundið fyri 28 árum síðani verður staðfest í blaðnum, at tað verður í hesum árinum – 1989 – at øll Havnin fer at síggja parabol, sum tað verður tikið til um projektið, ið høvuðsstaðarkommunan tók stig til. Kollveltingarnar Dánjal Pauli í Búðini á Velbastað, sáli, segði í útvarpinum, tá ið hann miðskeiðis í níti árunum var gestur hjá Jógvan Arge, at einki ættarlið mundi hava upplivið so stórar broytingar sum hansara ættarlið, og at hann dugdi ikki at ímynda sær, at tað nakrantíð aftur fóru at verða so stórar og margfaldar broytingar í so stutta tíð, sum hann hevði upplivað. Velbastaðmaðurin hugleiddi um hetta, tá ið hann greiddi frá um samferðslu og samskifti, og um hvussu møguleikarnir at ferðast vóru broyttir, og hvussu nógv skjótari og lættari tað nú var at frætta tíðindi. Fínu sendingarnar við Dánjal Paula vórðu endursendar fyri ikki so langari tíð síðani, og í bakkspeglinum var skjótt at staðfesta, at hetta varð sagt, tá ið samfelagið var á gáttini til talgildu kollveltingina, sum síðani miðskeiðis í níti árunum hevur endavent samfelagnum. Faksið kendist í síni tíð at vera ramur gandur. Í fyrstuni varð tað nevnt Postfaks. Taksturin var 25 krónur fyri arkið og so eitt sindur minni, um talan var um fleiri ørk! So var uppringda sambandið stóra gjøgnumbrotið á veg ímóti tí, sum nú er so sjálvsagt at samskifta við og á. Tey fyrru árini ringdi telefonin ofta. Nú er tað á facebook, at innanhýsis samskiftið í redaktiónini gongur fyri seg. Nýggja ættarliðið fer at endurtaka orðini hjá bóndanum og politikaranum um, at ongantíð hava broytingarnar verið so víðfevndar og kollveltandi, sum tær hava verið síðani miðskeiðis í nítiárunum. Spurningurin er, hvat ættarliðið fer at siga, sum kemur eftir okkara, og hvussu tað fer at síggjast aftur í eitt nú tíðindaflutningi og blaðútgávu. Næmingarnir At skriva, miðla og framleiða bløð og sjónvarp, útvarp og talgilt er fulltíðaryrki hjá fleiri í okkara samfelagi, enn tað nakrantíð hevur verið áður. Hjá undirritaða hevur hetta í øll hesi árini verið og er framvegis so at siga frítíðarítriv. Summi binda og veva, onnur ganga upp í matgerð og smíða og mála, og so er tað onkur, sum skrivar í blaðið og á in.fo. Hetta verður gjørt saman við starvs­ feløgum, ið hava ymsan uppvøkstur og ymsa yrkisleið. Sosialurin og Miðlahúsið hevur klækt nógv av teimum, sum seinni hava verið og eru í starvi í almennu miðlunum. Tredivu ár í undirvísingarstarvi í miðnámi ber við sær samband við nógvar næmingar. At áhugin drívur verkið eru tað mong dømi um millum fyrrverandi næmingar, sum valdu sær miðlayrkið sum livibreyð,og sum nú eru við til at seta dám á fjølmiðlarnar. Ein av treytunum fyri at arbeiða í føroyska samfelagnum er eitt nú at kenna treytirnar at liva í ymsum økjum í okkara lítla landið. Journalistar kenna av góðum grundum høvuðsstaðin, men tað er avgjørt ein styrki at hava innlit í bygdalív. Her verður eitt nú hugsað um fjøl­ gávaða Eyðun Klakstein, sum fyri fjórðings­øld síðani leyk HF prógv í Klak­ svík, og sum var blaðungur, tá ið hann gav fótbóltsblað út, og sum arbeiddi á Dagblaðnum, áðrenn hann lendi í Miðla­ húsinum, har hann framvegis arbeiðir. Viðhvørt hevur tað verið fulla tíð, og aðrar tíðir hevur tað verið meiri avmarkað, eitt nú tá ið hann nam sær útbúgving innan økið í Aarhus, og tá ið hann hevur verið millum fremstu venjararnar í fótbólti. Ein annar er Jón Brian Hvidtfeldt, sum leyk studentsprógv á Kambsdali, og sum nógvu tey seinnu árini hevur verið millum fremstu tíðindamenninar. Eitt skifti menti hann útvarpstíðindi í Miðlahúsinum við rúkandi ferð, men tað er serliga í útvarpinum hjá Kringvarpinum, at hann hevur víst og vísir, hvussu tað ber til at vera kritiskur journalistur og røkja hetta serliga handverkið, uttan at tað er neyðugt at fara út um vanligan fólkaskikk, og at bróta av fyri at seta tey upp á pláss, sum tað verður samskift við. Jón Brian er hvassur, miðvísur, fokuseraður og væl inni í tingunum, og tað telur upp, at hann megnar at viðfara ofrini hampuliga og menniskjaliga. Róland Waag Dam hevur síðstu árini verið í starvi í bæði Miðlahúsinum og Kringvarpinum. Útbúgvingin, áræðið og evnini hava við sær, at hann er førur fyri at fáast við so mangt. Í studentaskúlanum gekk hann í flokki saman við Anniku Høgnadóttir Im, sum hevur nomið sær útbúgving innan journalistikk í USA, og sum nú er í starvi í Miðlahúsinum. Fleiri samstarvsfelagar Tað var ein av barndómsvinunum í KÍ, Ólavur Waag Høgnesen, sum í 1989 leitaði eftir hjálparmanni í Eysturoy. Hann droymdi um, at fingurin varð meiri á pulsinum kring landið. Tilfarið skuldi vera meiri eyðkent av samrøðum, analysum, undanumrøðum og hagtølum. Síðani hevur høvið verið at hjálpt fleiri øðrum. Umframt Eyðun Klakstein var tað fyrst Hilmar Jan Hansen og síðani Jákup Mørk. Tann fyrri lærdi handverkið á Dimma­ lætting og var seinni í útvarpinum, áðrenn Saman við blaðnum Jóannes Hansen hevur síðani í august 1989 latið tilfar til Sosialin, og harvið hevur hann verið knýttur at blaðnum longri enn nakar annar, sum á 90 ára føðingardegnum skrivar í blaðið Jóannes Hansen hevur síðani 1989 latið Sosialinum tilfar 24. MAI 2017