Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 49

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24. MAI 2017 17 hann nú aftur er parttíðar knýttur at Miðlahúsinum. Hilmar Jan arbeiðir skjótt, dugir allar fasettir í framleiðsluni, og hann kennir hvørja kleyv. Jákup Mørk var útbúgvin revisor, tá ið hann skifti hest og fór at skriva. Hann er eitt arbeisgrev, og í nógv ár var hann til arbeiðis hvørt sunnukvøld. Ofta var tað í samstarvi við myndamannin Álvur Haraldsen, sum framvegis er á blaðnum. Nú er Jákup aftur í talheiminum. Á vaktini hevur seinnu árini verið Tróndur Arge, sum hevur útbúgving innan økið úr Liverpool, og sum lyftir Arge arvin sum frásøgumaður. Í Rás2 hevur fyrrverandi postmaðurin Heri Simonsen verið framúr, og tað er hann framvegis. Hann megnar sum tøkningur, redaktørur og frásøgumaður at mynda innihald, sum tað í størri útvarpsstøðum skulu fleiri fólk at syrgja fyri. Avbjóðingin Okkurt hava tey dugað á Sosialinum og Miðlahúsinum, sum onnur ikki hava megnað so væl. Annars hevði tað ikki verið blaðnum og húsinum lív lagað. Eftir at hava leverað tilfar til blaðið í eitt hálvt ár, var fyrsta høvið at hitta ábyrgdarblaðstjóran Jan Müller. Tað var skjótt at staðfesta, hvussu eldhugaður hann var, og hvussu víða hugflogið rakk, tá ið tað snúði seg um søgur og vinklar og møguleikar at vinna inntøkur. At hann framvegis er fullur í orku og hugflogi sæst aftur í, at tað er Jan Müller, ið mest sum einsamallur profilerar føroysku oljuvinnuna. Hvussu framtíðini verður, er óvist, og spurningurin er relevantur, um Sosialurin um tíggju ár fer at halda hundrað ára føðingardag. Avbjóðingarnar eru øgiliga stórar, og tað eru nógv sker og nógvir flúrar á vegnum. Talgiltu miðlarnir – bæði professio­ nellar almennar redaktiónir og átøk hjá eldsálum – bjóða av, og sosialu miðlarnir bera við sær, at tað neyvan nakrantíð hevur verið so nógv skrivað sum nú. Størsta avbjóðingin er, hvat skal vera í blaðnum, sum eigur at vera fjøltáttað og snúgva seg um so nógv. Við at leita í tidarrit.fo sæst, hvussu innihaldið er broytt, hvussu tað framvegis broytist, og hvussu sambandið við lesararnar og samfelagið annars lagar seg. Um føroyska samfelagið hevði mist síðstu bløðini hevði tað av so mongum orsøkum verið ein skandala. Í grannalondunum er blaðdeyðin eisini kend sótt. Tað vísir seg tó, at bløð við markantum profilum standa seg og hava framgongd. Tað valdast um raðfesting og innihald, og hvussu tað eydnast at varðveita beinini á jørðini og syrgja fyri sambandi millum inntøkur og útreiðslur. Síðani Jonhard Hammer og Eirikur Lindenskov tóku við leiðsluni, hevur tað verið neyðugt at skerja útgávurnar, starvsfólkini og aðrar útreiðslur og at nýta stórt hugflog fyri at finna og vinna nýggjar inntøkur – bara fyri at halda tørn. Jóhanna Vang og Ann Christiansen eru framvegis á skrivstovuni, og Simona Weihe er framvegis generalur í umbrótingini. At bulurin í starvsfólkahópinum er dyggur og tryggur, meðan nýtt verður sett við, eigur at vera fyrsta borganin fyri, at blaðnum verður lív lagað. Men tað skal støðugt rørast í greytinum. Annars verður skjótt galið. í 28 ár – Okkurt hava tey dugað á Sosialinum og Miðlahúsinum, sum onnur ikki hava megnað so væl. Annars hevði tað ikki verið blaðnum og húsinum lív lagað, skrivar Jóannes Hansen Mynd: Álvur Haraldsen »Størsta avbjóðingin er, hvat skal vera í blaðnum, sum eigur at vera fjøltáttað og snúgva seg um so nógv«