Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24. MAI 2017 20 Sosialurin er partur av umfatandi virksemi í Miðla EYÐUN KLAKSTEIN T á ið Sosialurin sum fyrsti miðlin í 1996 fór á internetið við sínari útgávu, var tað fyrsta stigið í einari menning, sum hevur kollvelt virksemið hjá Sosialinum og hevur ment Sosialin til eitt miðlahús við fleiri miðlum. So líðandi gjørdist internetið ein viðspælari hjá traditionellu miðlunum, sum ofta brúktu internetið til at kunngera eina blaðútgávu á øðrvísi hátt. Miðlarnir fóru eisini undir at kunngera tíðindi fyrst á internetinum, og so hvørt sum útbreiðslan av internetinum í heiminum kring landið vaks, og snildfonirnar og onnur tøkni gjørdi intenetið mobilt, rann internetið frá bløðunum og øðrum miðlum sum tann skjóti tíðindamiðilin. Rákið kring allan heimin hevur seinastu 10 árini verið, at bløðini fækka í tali, blaðútgávurnar gerast færri, og uppløgini eru víkjandi. Soleiðis hevur eisini verið í Føroyum, men hóast bløðini fyri langari tíð síðani fingu deyðadómin, koma tey framvegis út og verða nógv lisin. Bløðini hava tó havt fyri neyðini at umstilla seg til nýggju tíðirnar, so tey í nógv størri mun eru blivin ein miðil við bakgrund, samanumtøkum, samrøðum, reportasjum, meiningum og ummælum. Tíðindaparturin hjá bløðunum er minkaður munandi, tí netmiðlarnir og loftmiðlarnir verða brúktir til skjótu tíðindini. Nógv dømi eru tó um, at bløðini spæla ein týðandi leiklut í samfelagnum, og at bløðini kunnu seta dagsordan við avdúkandi, greinandi og upplýsandi tilfari. Ofta verða greinar í bløðunum eisini brúktar sum grundarlag undir dekningi, sum síðani fer fram á neti ella í loftmiðlum. Skjóta gongdin Uppgávan hjá miðlum og miðlafólki er nógv broytt síðani aldarsskiftið. Fyrr plagdi tað at verða eitt evstamark um dagin ella nakar ferðir um vikuna, sum vóru definerandi fyri arbeiðið á redaktiónum og í blaðhúsum. Nú er deadline í grundini allatíðina og ongantíð. Hendir nakað, so ræður um at fáa tað á netmiðlarnar sum skjótast, og fólk vænta, at tey næstan døgnið runt kunnu lesa tíðindi á netmiðlunum. Sosialurin hevði í nógv ár samstarv við Føroya Tele um Portalin, sum Sosialurin við ídni og áhaldni bygdi upp til Føroya størsta miðil. Tá ið Føroya Tele seldi Portalin, fóru onnur við tíðindasíðini, meðan Miðlahúsið fór í holt við nýggja netmiðilin in.fo, sum er helst er mest Lívligt frá mor Á redaktións­ fundi í Miðla­ húsinum verður arbeiðið við miðlunum lagt til rættis Myndir: Álvur Haraldsen Árni Gregersen er tíðindamaður í Miðlahúsinum Jóhanna Vang við telduna á skrivstovuni Noomi Weihe og Frida Mellemgaard starvas á lýsingadeildini Myndamaðurin Álvur Haraldsen ger myndir klárar