týsdagur 23. mai 2017síða 53
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
21
húsinum, har starvsfólkini eru í gongd allan dagin
gni til myrkurs
livandi og dagførdi tíðindamiðil í
landinum – og sum eisini hevur fingið
lesaratøl, sum bert Portalurin áður
plagdi at hava. Tað er trupult at gera
neyvar samanberingar millum føroysku
netmiðlarnar, tí miðlarnir brúka ymiskar
skipanir at máta lesaratølini, og tað er
trupult at fáa einsrættað hesar mátingar
og gera samanberingar. Í øllum førum
kann sigast um in.fo, at øll føroyska tjóðin
lesur in.fo.
Livandi og krevjandi
Sosialurin er nú partur av virkseminum
í Miðlahúsinum, sum eisini umfatar
in.fo, Rás2 og sjálvt Miðlahúsið, ið
javnan hýsir tiltøkum. Sosialurin hevur
framvegis stóran týdning fyri Miðlahúsið
og hevur ein týðandi leiklut í føroyska
samfelagnum. Men saman við blaðnum
skal eisini tann kviki internetmiðlum
rekast og fóðrast frá morgni til myrkurs.
Vanliga verða hvønn dag yvir yvir fimmti
– onkuntíð væl meira – greinar lagdar á
in.fo, sum er opin og ókeypis miðil hjá
øllum at brúka. Royndirnar hava gjørt, at
tað nú er alt meira natúrligt hjá blaðfólki
og blaðleiðslu at samantvinna skriving
til blaðið og internetið, at velja ymiskar
søgur og vinklar til teir ymisku miðlarnar,
og at skriva teir á tann hátt, sum miðilin
og greinin leggja upp til. Afturat hesum
er eisini Rás2, sum Miðlahúsið letur
tíðindi til og hevur tætt samstarv við um
ítrótt. Hetta sæst eisini aftur á in.fo, har
bandaðar samrøður frá sendingum hjá
Rás2 kunnu hoyrast.
Tann livandi og ídna blaðredaktiónin
í Miðlahúsinum, sum eisini hevur fólk
úti um landið knýtt at sær, er í gongd
frá morgunstundini til midnáttarleitið.
Samstundis røkja dugnalig fólk á hinum
deildunum í húsinum aðrar uppgávur,
sum fáa virksemið at bera til.
Dagurin byrjar við redaktiónsfundi,
har status verður gjørt, og ætlanir verða
lagdar fyri dagin. Umrøtt verður, hvørji
evni eru frammi, og hvat skal fáast fram,
og fólk fara síðani í gongd við ymiskar
uppgávur til ymisku miðlarnar. Um
kvøldarnar og um vikuskiftini er vakt á
in.fo, so at miðilin allatíðina er dagførdur
við tí nýggjasta.
Nýggju tíðirnar hava við sær, at
traditionella evstamarkið bert er knýtt
at blaðframleiðsluni, meðan talgiltu
miðlarnir skulu røkjast allan dagin 365
dagar um árið.
Terji Nielsen er nýggjur sølu- og
marknaðarleiðari í Miðlahúsinum
Miðlahúsið liggur á framúr góðari adressu í Vágsbotni
Heidi Gásadal arbeiðir á grafisku deild
Ann Christiansen og Jóhanna Vang starvast á
skrivstovuni og hava gjørt tað í drúgt áramál
Tróndur Arge, ítróttarredaktørur,
og Vilmund Jacobsen, blaðmaður
á redaktiónsfundi