fríggjadagur 26. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
F
øroyingar skulu hava ein
nýggjan varafúta og leið
ari fyri ákæruvaldið. Tað
er greitt, eftir at Martin
Gravesen, sum í løtuni røkir sessin
sum varafúti og leiðara fyri ákæru
valdið, hevur boðað løgregluni frá,
at hann í heyst fer av landinum
og í annað starv innan donsku
løgregluna.
Trý ár eru liðin, síðani at tá 47
ára gamli Martin Gravesen tók
við starvinum sum varafúti í aug
ust 2014. Upprunaliga ætlanin var,
at Martin Gravesen skuldi røkja
starvið í fýra ár, men av familju
ávum velur familjan nú at flyta
aftur til Danmarkar.
– Sum familjan trívast vit væl í
Føroyum, og persónliga hevur mær
dámt væl arbeiðið í løgregluni, men
tá ið tað hevur verið trupult hjá
konuni at fáa fótafesti á føroyska
arbeiðsmarknaðinum, so velja vit
at flyta aftur til Danmarkar áðrenn
tíð, sigur Martin Gravesen, tá hann
verður spurdur um hví hann fer úr
starvi eitt ár áðrenn tíð.
Enn er tó óvist hvagar leiðin
gongur hjá Gravesen familjuni.
– Bæði eg og konan eru úr Keyp
mannahavn, men avgerð er ikki
tikin enn um hvar vit fara, sigur
Martin Gravesen.
Ævintýr
Tað var eftir at hava starvast á
Bornholm í seks ár, at danski løg
frøðingurin, ið síðan nítiárini hev
ur verið í starvi hjá donsku løgregl
uni, fekk hug at royna nakað nýtt,
og søkti leysa starvið sum varafúti
í Føroyum, eftir at Finn Ougaard
var farin úr starvið fyri aldur.
Spurdur um hvussu tað bar til,
at hann valdi at flyta til Føroyar
saman við konu og fýra børnum,
svarar Martin Gravesen, at hann
hevði hug at royna nakað nýtt og
øðrvísi.
– Man kann gott kalla tað hug
in til ævintýr. Eg vildi royna okk
urt nýtt og øðrvísi, og so kom
møguleikin at søkja starvið í Før
oyum. Familjan hevði sama ynski,
so eg søkti og fekk starvið, sigur
Martin Gravesen.
Hvørki hann ella konan høvdu
frammanundan nakað tilknýti til
Føroyar, tó at Martin Gravesen
einaferð hevði verið í Føroyum
áður.
– Tá ið eg arbeiddi í útlend
ingadeildini hjá ríkisløregluni, var
eg í arbeiðsørindum í Føroyum í
samband við, at Føroyar ynsktu
at gerast ein partur av Schengen-
samstarvinum, minnist Martin
Gravesen aftur á.
Ongar keðiligar
upplivingar
Í samrøðuni leggur Martin Grave
sen fleiri ferðir áherðslu á, at hann
hevur trivist væl í arbeiðinum
sum varafúti, og sparir ikki upp á
rósandi orðini til sínar arbeiðsfe
lagar.
– Eg havi verið væl móttikin her
í Føroyum, og havi trivist sera væl
á arbeiðsplássinum. Føroyska løg
reglan er ein lítlan skipan, so man
kemur skjótt at kenna tey ymisku
starvsfólkini, og tað hevur verið
ein frægd at arbeitt her. Starvs
fólkini hava ein góðan arbeiðs
moral og leggja alla orku í arbeiði,
sigur Martin Gravesen.
Tað er tó ikki bara føroyskir
politistar, ið verða róstir. Martin
Gravesen letur nevniliga væl at
føroyingum sum heild, og vísir á,
at hóast tað meira enn so kemur
fyri, at hann møtir fólki á gøtuni,
ið hann hevur ført sak móti í rætt
arskipanini, so hevur hann aldrin
verið fyri eini keðiligari uppliving.
– Eg havi slett ongar keðiligar
upplivingar havt. Hetta er eitt lítið
samfelag, so tað hendir javnan, at
man á gøtuni møtir fólki, ið man
hevur verið í rættinum við. Tá
haldi eg sum heild, at øll bara heilsa
pent, sigur Martin Gravesen og
leggur afturat.
– Mín uppfatan er, at eisini
brotsmenn eru vanlig fólk, ið hava
ein professionella støðu til fólk og
taka ikki slíkt persónligt.
Lá ikki í kortunum
Tá Martin Gravesen fyrst í nítiár
unum fekk prógv sum juristur frá
Københavns Universitet, so lá tað
als ikki í kortunum, at hann skuldi
fáa eina drúgva yrkisleið innan
løgregluna.
Eftir lokna lestur fekk hann
nevniliga starv sum málsviðgeri í
danska Útlendingastýrinum, har
hann í fleiri arbeiddi við málum
viðvíkjandi friðskjól. Tað var
gjøgnum tað arbeiðið, at hann fekk
áhuga fyri løgregluarbeiðinum.
– Vit høvdu eitt rættiliga tætt
samstarv við løgregluna, og fekk
eg hesa tíðina áhuga fyri virksem
inum hjá løgregluni og ákæruvald
inum. Tað eg so fekk høvi, skifti eg
starv, sigur Martin Gravesen.
Fyrst arbeiddi Martin Gravesen
í tvey fyri Københavns Politi, har
hann var ákæri, áðrenn leiðin gekk
til eitt nýtt starv hjá ríkisløgregl
uni, har hann var málsviðgeri í út
lendingamálum.
Í 2000 valdi hann á fyrsta sinni
at skifta tryggu tilveruna í Keyp
mannahavn út við eitt ævintýr.
Leiðin gekk til Grønlands, har
hann var ákæri, umframt at hann
Vit skulu vera glað fyri, at føroyska samfelagið er
ótrúliga einsháttað og friðarligt. Kriminaliteturin
er lítil her, og vil eg siga, at hetta er tað friðarligasta
staðið, ið eg havi verið. Tað er bara deiligt, tí tað
merkir, at tað er trygt at búgva og liva í føroyska
samfelagnum. Fólk taka sær av hvørjum øðrum, og
langt er millum álvarsomu brotsverkini. Tað sigur
Martin Gravesen, varafúti, sum í heyst leggur frá sær.
HUGURIN TIL
ÆVINTÝR
FEKK MEG
TIL FØROYAR