fríggjadagur 26. mai 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
7
viðgjørdi klagur um løgreglufólk.
Tá tann tíðin var liðug, gekk
leiðin aftur til ríkisløgregluna í
Keypmannahavn, har hann var
í fimm ár, áðrenn hann fyrst tók
við starvi sum ákæri og síðan sum
umsitingarleiðari hjá løgregluni á
Bornholm.
Friðarligt samfelag
Starvstíðin á Bornholm endaði eft
ir seks árum, tá Martin Gravesen
tók við starvinum sum varafúti
í Føroyum. Talan er um sjeynda
starvið innan donsku løgregluna
síðan hann tók við starvinum í
Københavns Politi í nítiárunum,
og tað er júst møguleikin, at royna
ymiskar uppgávur, ið Martin
Gravesen heldur vera styrkin at
arbeiða innan løgregluna.
– Eg havi verið víða um, og
haldi hetta er ein spennandi skip
an, ið loyvir einum at royna nógv
ymisk ting. Eg haldi tað vera
fantastiskt, at man hevur fleiri
møguleikar. Tað er stórur mun
ur á arbeiðinum um man situr í
Keypmannahavn, Grønland, Før
oyar ella Bornholm. Tað hevur altíð
drivið meg, tí eg haldi tað er stutt
ligt at síggja ymisku síðurnar av
løgregluarbeiðinum, sigur Martin
Gravesen.
Samanborið við hini samfeløg
ini, ið hann hevur virkað í, metir
Martin Gravesen, at føroyska fe
lagið er serstakliga friðarligt.
– Vit skulu vera glað fyri, at
føroyska samfelagið er ótrúliga
einsháttað og friðarligt. Krimina
liteturin er lítil her, og vil eg siga,
at hetta er tað friðarligasta stað
ið, ið eg havi verið. Tað er bara
deiligt, tí tað merkir, at tað er trygt
at búgva og liva í føroyska sam
felagnum. Fólk taka sær av hvørj
um øðrum, og langt er millum álv
arsomu brotsverkini, sigur Martin
Gravesen.
Hóast talan ikki er um tey stóru
brotsverkini, ið hann roynir í rætt
inum, so leggur Martin Gravesen
áherðslu á, at tíðin sum ákæri í
Føroyum als ikki hevur verið keði
lig.
– Tað at tað er munur á lóggáv
uni í Føroyum og Danmark ger,
at mál fáa eina aðra avbjóðing.
Tí verður arbeiðið sum ákæri als
ikki keðiligt í Føroyum. Men tað
skerst ikki burtur, at tað er minni
kriminalitetur her. Innbrot er lít
ið samanborið við onnur støð í
danska ríkinum, meðan harðskap
ur og annar grovur kriminalitetur
er sera lítil, sigur Martin Gravesen.
Sea Shepherd
Í síni tíð sum leiðari fyri ákæru
valdið í Føroyum hevur Martin
Gravesen tó fingið innlit í eitt ser
stakt mál, ið er heilt øðrvísi enn
nakað, ið hann áður hevur upp
livað.
Partur av arbeiðinum hevur
nevniliga verið at føra søk móti
umhvørvisfelagsskapinum Sea
Shepherd, sum serliga á sumri
2015 fleiri ferðirnar vóru í hóslag
við løgregluni, og førdi tað við sær
fleiri rættarmál móti altjóða um
hvørvisfelagsskapinum.
– Sea Shepherd er ein heilt øðr
vísi uppgáva enn nakað, ið eg áður
hava verið við til. Tað fyllir eisini
nógv í samfelagnum, at fremm
andafólk koma til landið og royna
at broyta føroysku siðvenju.
Grindadráp hevur ein stóran ment
anarligan týdning í Føroyum, og tí
hevur løgreglan eisini brúkt nógva
orku upp á hetta. Tað hevur verið
spennandi at vera ein partur av,
sigur Martin Gravesen.
Martin Gravesen vísir tó á, at tað
í høvuðsheitum hevur verið Linda
Hesselberg, ákæri, ið hevur ført
rættarmálini móti Sea Shepherd.
– Hetta hevur verið eitt stórt
mál hjá ákæruvaldinum, og tíbetur
hava vit Lindu Hesselberg, ið
nærmast er vorðin ein serfrøðingur
í slíkum málum. Hon hevur staðið á
odda fyri okkara parti, sigur Mart
in Gravesen, og dylur ikki fyri, at
Linda Hesselberg hevur verið hon
um ein stór hjálp.
– Linda Hesselberg hevur
drúgvar royndir innan føroysk
viðurskiftir eftir at hava starvast
her í fleiri ár, og hevur tað hjálpt
mær at kunna arbeiða við hana
hesa tíðina, sigur Martin Gravesen.
Eru ikki liðug
Hóast Martin Gravesen og familjan
nú flyta av landinum, so følir vara
fútin ikki, at hann er heilt liðugur
við Føroyar enn.
– Eg havi fýra børn í aldrinum
10 til 18 ár, ið eru farin at trívast
væl her í Føroyum og hava knýtt
vinabond við føroyingar, so tey
eru kedd av, at tey nú skulu aftur
til Danmark at ganga í skúla.
Persónliga trívast eg og konan
eisini væl, so tað kann væl vera,
at vit koma aftur ein túr. Um tað
verður í renniørindum, arbeiðsør
indum ella at vitja vinir, fer tíðin
at vísa, men vit eru ikki heilt liðug
við føroyingar enn, sigur Martin
Gravesen.
Grindadráp
hevur ein
stóran
mentanarligan
týdning í
Føroyum,
og tí hevur
løgreglan eisini
brúkt nógva
orku upp á
hetta. Tað
hevur verið
spennandi at
vera ein partur
av
Man kann gott kalla tað hugin til ævintýr.
Eg vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi,
og so kom møguleikin at søkja starvið
í Føroyum, sigur Martin Gravesen
Vunnið
trý FM-gull
– Man sleppur víða um, tí kappingar eru
kring alt landið og eru allar árstíðir.
Tað er ein heilt annar máti at læra fólk
og land at kenna, tá man letur seg í
renniskógvar, sigur Martin Gravesen, ið
hevur vunnið FM í marathon tvey ár á rað.
Tað er ikki einans sum varafúti og leiðari fyri ákæruvaldið, at
Martin Gravesen hevur gjørt vart við seg millum føroyingar tey
árini hann hevur búleikast her á landi.
Innan frælsan ítrótt hevur 49 ára gamli løgfrøðingurin
nevniliga vunnið eitt pláss í føroysku søgubøkurnar við at gerast
tvífaldur FM-meistari. Í 2015 varð hann fyrst um málstrikuna í
FM í hálvmarathon og marathon, og árið eftir prógvaði hann,
at talan ikki var um hepni, tá hann endurvann FM í marathon.
Við sær í skjáttuni aftur til Danmarkar hevur Martin Gravesen
tískil ikki færri enn trý FM-heitir innan frælsan ítrótt. Men tá
hann kom til landið, væntaði hann als ikki at finna eitt so aktivt
umhvørvi fyri rennarar.
- Eg eri glaður fyri at renna. Tí var tað fantastiskt at koma
her og finna útav, at tað verður gjørt nógv burturúr at renna
her, sigur Martin Gravesen, ið er limur í Bragdinum, ið heldur
til í høvuðsstaðnum.
- Tað er eitt gott felag, og tað er ein frægd at renna við teimum.
Tey hava øll tikið væl ímóti mær, sigur Martin Gravesen.
Gjøgnum renningina hevur Martin Gravesen eisini fingið ein
frálíkan møguleika at vitja tær ymisku oyggjarnar.
- Man sleppur víða um, tí kappingar eru kring alt landið og eru
allar árstíðir. Tað er ein heilt annar máti at læra fólk og land at
kenna, tá man letur seg í renniskógvar, sigur Martin Gravesen.
Serliga er hann ovfarin av, hvussu nógv sjálvboðið arbeiðið
verður gjørt í samband við tær ymisku kappingarnar.
- Óansæð veður, so eru tað eini 100 rennarar, sum renna í
øllum veðrið. Harumframt eru tey sjálvbodnu, ið gera kaffi,
markera rutur og hjálpa til á annað hátt. Tað hevur verið ein
góð uppliving at síggja samanhaldið millum feløgini kring
oyggjarnar, sigur Martin Gravesen.