fríggjadagur 26. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
8
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
34
ára smábarna
pápin Jóhannes
Arge minnist væl
vikuna, tá hann
fekk tungu boðini, at hann hevði
krabbamein. Tað byrjaði alt ein
vakran summardag í Viðareiði.
– Vit vóru til eitt brúdleyp í
Viðareiði, tá ið eg um kvøldi fekk
ilt í búkin. Eg hevði verið illa fyri
gjøgnum dagin, men pínan vaks
um kvøldið, og eg var bangin fyri,
at tað var blindtarmurin, ið var far
in. Tað fall mær als ikki í huga, at
tað kundi vera nakað verri enn tað,
sigur Jóhannes Arge.
Um hetta mundi vóru konan og
hann í ferð við at leggja síðstu hond
á nýggju húsini í Hoyvíkshaganum,
ið skuldi leggja karmar til lítlu
familjuna. Eina familju, ið skjótt
fór at vaksa, tí Gunnvá Arge var í
36 viku.
– Alt var so spennandi og gott,
og eg føldi meg altíð væl fyri. So
tað var ein óverulig kensla, tá ið
eg týsdagin eftir fekk boð um, at
talan var um krabbamein. Læknin
segði, at tað var miðal áleypandi
krabbamein í langanum. Løtan
var óverulig, tí eg fekk meg ikki
at trúgva, at eg hevði krabbamein.
Tað var øgiliga hart, sigur Jóhannes
Arge.
Beinini feia undan
Við eitt broyttist gerandisdagurin
hjá Jóhannes Arge og familjuni.
Frá at hugsa um at byggja hús og
gerast pápi at sínum næsta barni,
mátti hann nú fyrihalda seg til eina
álvarsama og náðileysa sjúku.
– Brádliga blivu beinini feia und
an einum og framtíðin skúgvað til
viks. Setningurin man hevur hoyrt
gjøgnum allan uppvøksturin, at
man eigur ikki dagin í morgin,
gjørdist uttan ávaring brádliga
veruligur, sigur Jóhannes Arge og
leggur afturat.
– Um hetta mundi var eg annars
í einum góðum og spennandi tíðar
skeiði í lívinum hjá mær og familj
uni. Húsini stóðu til at vera liðug,
og vit kundu flyta inn rímiliga
skjótt.
Tók í hondina
Hóast tey tungu boðini frá læknan
um, so fall Jóhannes Arge tó ikki í
fátt. Í staðin gjørdi hann eina avtalu
við læknan á Landssjúkrahúsinum,
tá ið teir báðir fóru hvør sín veg.
– Eg tók í hondina hjá lækn
anum, og segði við hann, at mín
vón var, at eg um nakrar vikur
fór at standa í sama stað og taka
í hondina á honum aftur og takka
fyri viðgerðina. Tá segði hann, at
tað væntaði hann eisini, at eg fór,
minnist Jóhannes Arge aftur á.
Hóast avtaluna við læknan, so
mátti Jóhannes Arge ásanna, at tað
var torførari at fáa tamarhald yvir
sínum egnum tankum.
– Tað var gott at hoyra, at lækn
in væntaði at síggja meg aftur, men
sum menniskja hugsar man víðari.
Sjálvandi vil man, at alt skal ganga
væl, men man er í einari kreppu
støðu. Eg var bæði illur og keddur
hesa tíðina, og hugsaði nógv um
konuna og dóttrina. Eg vildi vera
har fyri tær, tá tær høvdu brúk fyri
mær. Tað var ein ræðulig kensla, at
eg kanska ikki fór at vera til staðar
í uppvøkstrinum hjá dóttrini, sigur
Jóhannes Arge.
Ovfarin av stuðlinum
Tað var í hesum tíðarskeiðinum, at
Jóhannes Arge veruliga upplivdi
hvussu familja, vinir, samkoma og
onnur komu saman og stuðlaðu
honum og familjuni gjøgnum
sjúkraleguna.
– Tá ið eg fekk at vita, at eg hevði
krabbamein, varð eg knústur yvir,
at hetta skuldi henda mínari fam
ilju, men man verður rørdur av
allari ta umsorgan, ið man fær. Á
G3 og G4 merkti eg, at tað var eitt
sterkt toymi, ið hjálpti mær lik
amliga og sálarliga. Tað skulu tey
hava eina hjartans tøkk fyri, sigur
Jóhannes Arge.
Men eisini frá øðrum fólkum
upplivdi Jóhannes Arge og familjan
hvussu fólk royndu at hjálpa og
vísa umsorgan.
– Meðan eg var innlagdur komu
fólk at vitja meg, tey bóðu fyri mær
og eg veit, at í fleiri londum kring
heimin bóðu fólk fyri mær. Uggin
í tí er ótrúliga stórur. Eg var heldur
aldrin bangin, tí tann trúgvin eg
havi á Gud, bar meg gjøgnum sjúk
una. Eg var ikki bangin fyri hvat
fór at henda, um eg fór hiðani, tí
eg visti hvar eg fór. Men eg var
keddur vegna familjuna, ið hevði
verið eftir.
Harumframt hjálptu fólk í bæði
heimasamkomuni og samkomuni,
ið Jóhannes Arge er uppvaksin í,
familjuni í torføru tíðini. Tað inni
bar millum annað at hjálpa at gera
húsini liðug.
– Konan royndi at mála húsini,
meðan eg var innlagdur, og fólk
komu niðan og gjørdu køkin, løgdu
gólv og hjálptu at mála. Vinmenn
og familjan gjørdu eisini eitt stórt
arbeiði. Fólk gjørdu døgurða, bak
aðu kakur og royndu á annað hátt
at hjúkla um familjuna hesa tíðina.
Tá føldi man veruliga tað góða í
menniskjum, sigur Jóhannes Arge.
Til Danmarkar
Eftir at læknarnir á Landssjúkra_
Brádliga blivu beinini feia undan einum og framtíðin
skúgvað til viks. Setningurin man hevur hoyrt gjøgnum allan
uppvøksturin, at man eigur ikki dagin í morgin, gjørdist uttan
ávaring brádliga veruligur. Tað sigur 34 ára gamli smábarnapápin
Jóhannes Arge, sum í fjør fekk staðfest krabbamein.
JÓHANNES
VANN Á
SVULLINUM
Krabbamein