Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 9 húsinum høvdu staðfest, at Jóh­ ann­es Arge hevði krabbamein, fekk hann eina tíð til skurðviðgerð á Bispebjerg. Men av tí, at konan skuldi eiga innan nakrar fáar vikur, blivu hon og dóttirin verandi í Før­ oy­um. – Foreldrini og systkini vóru við mær í Danmark, meðan Gunnvá varð verandi í Føroyum. Tað helt eg vera gott, tí eg ynskti at spara hana og Sólju fyri tað heila, men tað var hart fyri Gunnvu at vera í Før­oyum, meðan eg bleiv lagdur und­ir skurð í Danmark, sigur Jó­ han­nes Arge. Skurðviðgerðin gekk sum ætlað. Lækn­arnir skóru tveir triðingar burt­ur av langanum, og dagin eftir skurð­viðgerðina fekk Jóhannes Arge tey gleðilig boð, at tað hevði eydn­ast læknunum at skera alt krabbameinið burtur. Undir skurð­ við­gerðini høvdu læknarnir tó varn­ast okkurt óvæntað. – Eg hevði ein brunasvull, ið hevði ball­að alla krabbameinssvullin inn. Fyrri svullurin gjørdi, at rest­in av búkholini varð vardur móti krabbameininum. Til tann dag í dag veit eg ikki hvar hesin bruna­svullurin kom frá. Læknin í Dan­mark segði einki um tað, og í Føroyum spurdu tey, um eg kendi nakað til tað. So tað er ringt at vita hvar hann kom frá, men bruna­ svull­urin bjargaði stóran part av mag­an­um hjá mær, sigur Jóhannes Arge. Sonurin borin í heim Tað gekk væl hjá Jóhannes Arge at koma fyri seg eftir skurðviðgerðina, og gingu tað ikki meira enn tvær vik­ur frá tí hann fór av landinum til hann var heima aftur í Føroyum. Heima í Føroyum nærkaðist kon­an alsamt termin, og meðan henn­ara orka so spakuliga minkaði, byrj­aði Jóhannes Arge at koma fyri seg aftur. – Eg byrjaði at blíva betri fyri, með­an Gunnvá orkaði minni og minni, so á ein hátt avloystu vit hvønn annan. Tá ið hon ikki orkaði so væl við dóttrini longur, so var eg kom­ið so mikið fyri meg aftur, at eg kundi taka mær av henni, sigur Jó­hannes Arge. 2. august, einans tvær vikur eftir at Jóhannes Arge var komin aftur til Føroyar, átti Gunnvá Arge ein son, ið fekk navnið Adrian. – Alt gekk fínt, men tað var ein øgi­liga rokalig tíð hjá lítla Adrian at koma í verðina, sigur Jóhannes Arge. Frískur Hóast tað eydnaðist at skera allan svull­in burtur, og einki tekin var um, at nakað krabbamein var eftir, so varð mett neyðugt, at Jó­ hannes Arge fór undir eina fyri­ byrgj­andi kemoviðgerð. Í mars end­aði kemoviðgerðin, og tá fekk Jó­hannes Arge tey boðini, ið hann hevði bíðað eftir. – Vit møttust við læknanum, ið hevði hugt eftir úrslitinum frá skann­ingini. Tað var nervandi at sita har og bíða eftir svarinum. Men har var einki at síggja. Eg vísti tað nokk ikki inni í rúminum, men inn­aní mær var ein stór gleði, sigur Jó­hann­es Arge. Tó at hann í dag er púra frískur, so er hann kortini merktur av, at hann hevur stríðst við krabbamein. – Eg havi mangan hoyrt tað, og nú veit eg, at tað er satt. Um man fyrst hevur havt krabbamein, so er torført at sleppa tankanum aft­ur. Bara man følir eitthvørt í lik­am­in­ um, so hugsar man, at tað aftur er galið. Tað eru ellivu mánaðir síðan, at Jó­hannes Arge brádliga gjørdist illa fyri í einum brúdleypi, og síð­ an fekk staðfest krabbamein. Í dag líkist lívið nógv tíðina áðrenn hann fekk staðfest sjúkuna, tó at orkan ikki er tann sama, ið hon hevur ver­ið. – Eg byrji so spakuliga at koma fyri meg aftur, men sjúkralegan hev­ur gingið hart yvir mentala part­in. Undir kemoviðgerðini setti eg mær fleiri mál, ið eg ynskti at avrika tá eg varð frískur, men skjótt mátti eg ásanna, at eg als ikki hevði orkuna til alt tað, ið eg setti mær fyri, sigur Jóhannes Arge. Í staðin hevur Jóhannes Arge valt at raðfesta tey tingini, ið hann metir verða týdningarmikil í lívinum. – Eg eri farin aftur til tað týdn­ ing­ar­mikla. Tað er familjan, heimið, trúgv­in og arbeiðið. Eg leggja dent á at klára hesi tingini, og so má alt ann­að bara koma, tá eg verði betri fyri, sigur Jóhannes Arge. Løtan var óverulig, tí eg fekk meg ikki at trúgva, at eg hevði krabbamein Tað var ein ræðulig kensla, at eg kanska ikki fór at vera til staðar í uppvøkstrinum hjá dóttrini