fríggjadagur 26. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
DANJAL AV RANA
T
að eru altso fleiri og
fleiri, sum fáa krabba
mein. Durita Tausen,
forkvinna í Krabba
meinsfelagnum sigur, at ein møgu
lig frágreiðing upp á hetta er, at
fólk liva longri.
– Jú longri eg livi, jú størri er
vandin fyri, at eg fái krabba, og
nú siga vit, at helvtin av teimum,
sum fáa krabbamein, eru yvir 65
ár, sigur hon.
Í fjør vóru 236 nýggir tilburðir
av krabbameini staðfestir í
Føroyum. Ongantíð áður hava so
nógvir tilburðir verið staðfestir í
Føroyum og hagtølini vísa, at talið
á tilburðum bara økist. Síðani 2009
hava tað einans verið tvey ár, at
talið á nýggjum tilburðum hevur
verið undir 200, meðan tað einans
kom fyri tvær ferðir frá 1995 til
2009, at talið var yvir 200 nýggir
tilburðir.
Kortini eru tølini fyri nýggjar
tilburðir færri enn í grannalondum
okkara. Í londunum rundan um
okkum verður sagt, at triði hvør
vaksin fær krabbameinssjúkuna,
men sambært Nordcan, sum er ein
hagtalsgrunnur hjá norðurlendska
krabbameinsfelagnum,
eru
sannlíkindini fyri at ein føroyingur
fær krabbamein áðrenn 75 ára
aldur minni enn ein fjórðingur hjá
monnum (23,3%) og minni enn ein
fimtingur hjá kvinnunum (19.6%).
Tað eru fá orð, sum skapa
sovorðnan ótta millum manna
sum orðið krabbamein. Hendan
deyðiliga sjúkan, sum tykist at
raka fólk uttan at taka nakað atlit.
Ung sum eldri kunnu vera rakt
og tað munnu vera fáar familjur
í Føroyum, sum ikki á onkran
hátt eru raktar av hesi herviligu
sjúkuni, antin at onkur í húskinum
hevur fingið sjúkuna ella kanska
hevur tapt stríðið móti sjúkuni,
ella onkur í grannalagnum ella í
víðkaðu familjuni.
Færri føroyingar raktir
Yvirhøvur liggja Føroyar nakað
lægri enn grannalondini tá tað
kemur til nýggjar tilburðir, eisini
innan tey ymisku sløgini av
krabbameini og meðan tá eina tíð
sá út til, at vit nærkaðust sama
støðið sum grannalond okkara,
tykist gongdin nú at hava bremsað
aftur, so munurin millum okkum
og Norðurlond annars veksur aft
ur. Okkurt undantak er tó – talið
av nýggjum tilburðum av prostata
krabba gjørdi eitt øgiligt lop upp
eftir í 2003 úr 6 nýggjum tilburðum
árið fyri til 16 tað árið. Síðani vaks
talið støðugt til 2009, tá 44 nýggir
tilburðir av prostatakrabba vóru
staðfestir. Síðani tykist talið av
nýggjum tilburðum svingað mill
um 20 og 30 nýggjar tilburðir um
árið.
Færri føroyingar verða raktir av
krabbameini enn í grannalondum
okkara, men Durita Tausen væntar,
at serliga tølini fyri kvinnur við
bróstkrabba fer at hækka komandi
árini. Orsøkin til hetta, er at ein
nýggj skipan við bróstscreening
nú er sett í verk.
– So væntandi fara vit nú at
finna bróstkrabba munandi fyrr
enn áður, so talið av nýggjum til
burðum fer at hækka og miðalald
urin fer at lækka. Tilburðir, sum vit
annars høvdu funnið næstu fimm
árini, fara vit kanska at finna nú,
og tað eigur at síggjast aftur í tøl
unum. So vit fáa eina hækking nú
komandi árini, men so fer linjan at
flata seg út aftur, metir hon.
Tað sæst eisini í hagtølunum,
at tað eru fleiri yngri fólk, ið fáa
krabbamein, men ivasamt er, um
miðalaldurin lækkar ella um tað er
fólkatalið, og tí eisini talið á fólki
við krabbameini, sum hækkar.
– Eg veit ikki, um miðalaldurin
lækkar, men tað tykist, sum at
tað eru fleiri ungar kvinnur, sum
nú fáa staðfest bróstkrabba. Men
tølini hjá Nordcan vísa eisini, at
talið á teimum millum 15 og 28 bið
krabbameini er meiri enn tvífaldað
seinastu 60 árini. Orsøkirnar eru
broytingar í lívsstíli, at vit oftari
verða brend av sólini og so eisini, at
vit finna meiri krabbamein, sigur
Durita Tausen. Fyri Føroyar vísa
tølini, at talið á nýggjum tilburðum
er tvífaldað í aldursbólkinum frá 15
til 49 ár seinastu 50 árini.
Durita Tausen sigur, at Føroyar
líkjast nógv øðrum ídnaðarlond
um, tá tað kemur til, hvat slag av
krabbameini rakar okkum. Hjá
monnunum eru tað prostatakrabbi,
lungakrabbi og krabbamein í maga
og tarmi, sum verða rakt, meðan
hjá kvinnunum er tað bróstkrabbi,
lungakrabbi og krabbamein í maga
og tarmi, sum eru vanligastu sløg
ini av krabbameini.
Ringasti fíggindin
er óhepni
Hóast nógv gransking verður gjørd
á økinum og vitanin um sjúkuna
er voksin nógv, so er framvegis
nógv, sum vit ikki vita. Framvegis
er støðan tann, at vanligasta orsøk
in til, at fólk fáa krabbamein tykist
vera svarta óhepni. So er spurning
urin, um tað veruliga er óhepni, ella
vit bara ikki hava funnið sonnu or
søkina enn.
– Nógvir tilburðir koma av lívs
stíli, men samstundis, so koma
flestu tilburðirnir eftir øllum at
døma tilvildarliga. Hjá nógvum er
tað svart óhepni, tí sjúkan rakar
fyrst og fremst tilvildarliga. Tað
einasta, vit vita við vissu, er, at jú
eldri tú verður, jú størri eru sann
líkindini fyri, at tú verður raktur av
krabbameini, sigur Durita Tausen.
– Eitt er at vit liva longri og tí øk
ist talið á tilburðum, men at roykja
og drekka økir eisini um vandan.
Í ávísan mun kemur ein langt við
sunnari fornuft. Vit vita, at tað
betrar nógv um heilsuna, eisini í
mun til krabbamein, um vit røra
okkum minst ein hálvan tíma um
dagin. Vit vita, at royking, drekking
og fiti hava skaðiliga ávirkan, bæði
í mun til krabbamein og aðrar lívs
stílssjúkur. Men tá tað er sagt, so
rakar krabbamein tíverri í flestu
førum tilvildarliga, sigur Durita
Tausen.
– Hagtølini siga, at tað er størri
vandi fyri at vera raktur tilvildar
liga enn at tað er royking, sum gev
ur tær krabba, sigur hon.
– Vit søkja trygd, vit vilja vita,
at um eg geri so og so, so eri eg
trygg, men soleiðis er ikki við
krabbameini. Tað eru toppvand
ítróttarfólkum, sum ongantíð hava
roykt ella drukkið, sum kortini
verða rakt av krabbameini, sigur
Durita Tausen.
Hon vísir á, at granskarar van
liga hava sagt, at tað eru arvur og
umhvørvi, sum eru keldan til flestu
krabbatilburðir, men seinasta
granskingin bendir á, at ringasta
bølmenni er svarta óhepni.
– Men so kann tað jú vera, at um
20 ár hava granskarar funnið út av,
at tað kortini ikki er so tilvildarligt,
men at tað er ein ávís orsøk, sum
ger, at vit fáa krabbamein, sigur
hon.
10
– Okkurt er, sum vit vita kann elva til krabbamein seinni í
lívinum, men sannleikin er, at hjá teimum allarflestu, sum
fáa krabbamein, tykist sjúkan at raka tilvildarliga, sigur
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
SJÚKAN RAK
TILVILDARLI
TEMA: Krabbamein