fríggjadagur 26. mai 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
12
TEMA: Krabbamein
– Tað hevði verið ótrúliga
áhugavert, týðandi og er
átrokandi, at tað verður granskað
í Føroyum og í føroyskum
tølum, sigur Durita Tausen.
DANJAL AV RANA
Hví eru føroyingar minni raktir
enn grannalondini? Er tað okkurt
í genum okkara? Er tað okkurt í
matinum? Ella er tað kanska galið
við tølunum? Sum nevnt áður, so
kunnu vit vænta, at tilburðirnir
av bróstkrabba fara at vaksa kom
andi árini, nú skipað screening
verður sett í verk. Var tað okkurt
líknandi sum hendi í 2003, tá tal
ið av nýggjum tilburðum av pros
tatakrabba økti so nógv? Vóru tað
brádliga fleiri, ið fingu prostata
krabba, ella var tað ein økt tilvitan,
sum gjørdi, at fleiri lótu seg kanna?
Enn eru nógvir ósvaraðir spurn
ingar, men fyri fleiri av teimum eru
svar at finna. Men sum Bíblian sig
ur, so eru tað tey, sum leita, sum
finna.
Eitt av endamálunum hjá
Krabbameinsfelagnum er at veita
stuðul til gransking á økinum.
Partur av gávuni frá Team Rynkeby
eru markaðir til gransking, somu
leiðis partur av inntøkuni í stuðuls
avtaluni millum Krabbameinsfelag
ið og spyr.fo, sum letur felagnum
fýra krónur fyri hvørt svar, tey
fáa í sínum spurnarkanningum.
Umframt hetta er gjørligt at søkja
um pengar frá øðrum føroyskum og
útlendskum grunnum.
Durita Tausen eftirlýsir, at
meiri gransking verður gjørd um
krabbamein í Føroyum.
– Sjálvandi hevði tað verið
ótrúligt, um føroyskir granskarar
høvdu loyst krabbameinsgátuna
og funnið lekidómin, men soleiðis
verður neyvan. Eg trúgvi tó, at tað
kundi gjørt stóran mun, fyrst her
í Føroyum, men eisini aðrastaðni,
um granskarar kundi hugt eftir
krabbameinssjúkuni í Føroyum.
Tað er millum annað við hesum í
huga, at vit ynskja, at góð og full
fíggjað hagtøl eru yvir krabba
meinssjúk í Føroyum, sigur hon.
Granskarar kunnu tí søkja um
stuðul frá Krabbameinsfelagnum
og úr Sjúkrakassagrunninum, sum
Granskingarráðið umsitir. Har eru
hjartasjúkur og krabbameinssjúk
ur bólkaðar í høvuðsøki 2, og júst
nú eru tvær milliónir krónur tøkar
at søkja um í stuðul til gransking
arverkætlanir innan hesi øki.
Ein orsøk til, at føroyingar eru
minni raktur av krabbameini kann
eisini vera, at vit hava eitt annar
leiðis kosthold enn í grannalond
unum. Men samstundis sum kost
holdið broytist, hækkar talið av
krabbatilburðum eisini. Durita
Tausen torir tó ikki at siga, um
nakað beinleiðis samband er mill
um hetta, men viðmerkir, at hetta
hevði verið eitt gott evni hjá onkr
um at granska nærri.
Hagtølini eru fyrsta stigið
Meðan vit fáa eitt alsamt betri hag
talsgrundarlag um krabbamein og
krabbameinssjúk í Føroyum, so
vita vit alt ov lítið um, hví tølini
síggja út, sum tey gera. Í sær sjálv
um siga hagtølini ikki hví, støðan
er sum hon er, men tað kann
granskingin gera.
– Tað hevði verið ótrúliga
áhugavert, týðandi og er átrokandi,
at tað verður granskað í Føroyum
og í føroyskum tølum. Eg haldi
vit merkja, at vit eru um at blíva
búgvin at fara undir tað. Men tað
krevur, at vit hava fólk, sum hava
útbúgvingina og hugin at granska
á økinum. Vit eru ein ung aka
demisk tjóð, og tí eru ikki so nógv
ir granskarar enn, men eg haldi
teir eru um at koma, sigur Durita
Tausen.
Av tí at tað ikki er granska nak
að serligt enn, so leggur Krabba
meinsfelagið ikki føringar fyri,
hvørjum granskast skal í. Durita
Tausen sigur tó, at royndirnar frá
útlondum vísa, at tað eru ávís sløg
av krabba, sum eru betri umtókt at
granska í og sum tað er lættari at
fáa fígging til. Krabbameinsfelagið
kundi tó hugsað sær, at granskingin
í Føroyum tók støði í føroysku tøl
unum.
– Vit hava ikki givið nógv enn,
men vit hava heldur ikki fingið
nógvar umsóknir, sigur Durita
Tausen.
STÓRUR TØRVUR Á
Hesir grafarnir vísa, hvussu
nógvir nýggir tilburðir av
krabbamein eru um árið í ymisku
norðurlendsku londunum. Tølini
eru umroknað til nýggir tilburðir
fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
fyri at geva eitt hóskandi
grundarlag til samanberingar.
Hjá bæði monnum og kvinnum
liggja Føroyar væl niðanfyri
hini norðurlondini. Eina
tíð, fram móti miðskeiðis í
80’unum, nærkaðust vit hinum
norðurlondunum, men síðani
hevur gongdin í Føroyum mest
sum javnað seg. Vit síggja tó,
at talið á nýggjum tilburðum
millum kvinnur hækkaði nógv
frá 1992 til 1998, men hevur
síðani lagt seg á eina støðuga
legu, meðan talið hjá monnum
hækkaði nógv frá 2003 til 2008.
Í báðum førum síggja vit tó,
at munurin millum Føroyar
og hini norðurlondini er
vaksin seinastu árini.