Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 13 STØRRI GRANSKING Upprunin til orðið krabbamein kemur frá grikska læknanum Hippokrates, sum uppkallaði sjúkuna eftir krabbanum. Ikki er heilt víst, hvat tað var við krabbanum, sum fekk Hippokrates at nýta júst hetta orðið eini 400 ár fyri Kristus. Orðið hevur tó fest seg og varð seinni umsett til latínska cancer, sum síðani hevur vunnið frama í nógvum av nútíðar málunum. Hesin grafurin vísir talið á nýggjum tilburðum av krabbameini í Føroyum í fólki millum 15 og 49 ár, frá 1961 til 2012. Vanliga verður sagt, at tað krabbamein er ein sjúka, sum rakar eldri fólk, men grafurin omanfyri vísir, at tað gerst alsamt vanligari, at yngri fólk eisini fáa krabbamein av ymsum slag. Tó siga hagtølini okkum ikki, um krabbamein er farið at gera um seg meiri á okkara yngru árum, ella um tað fyrst og fremst er økta fólkatalið, sum er orsøkin til vøksturin. Men talið á fólkum millum 15 og 49 við krabbameini er nærum tvífaldað síðani 1961. So stórur hevur fólkavøksturin hóast alt ikki verið. Kvinnur og menn kunnu hóskandi standa lið um lið Hesir grafarnir vísa, hvussu nógvir nýggir tilburðir av krabbamein eru um árið í ymisku norðurlendsku londunum. Tølini eru umroknað til nýggir tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar fyri at geva eitt hóskandi grundarlag til samanberingar. Hjá bæði monnum og kvinnum liggja Føroyar væl niðanfyri hini norðurlondini. Eina tíð, fram móti miðskeiðis í 80’unum, nærkaðust vit hinum norðurlondunum, men síðani hevur gongdin í Føroyum mest sum javnað seg. Vit síggja tó, at talið á nýggjum tilburðum millum kvinnur hækkaði nógv frá 1992 til 1998, men hevur síðani lagt seg á eina støðuga legu, meðan talið hjá monnum hækkaði nógv frá 2003 til 2008. Í báðum førum síggja vit tó, at munurin millum Føroyar og hini norðurlondini er vaksin seinastu árini. Lagkøkumyndirnar vísa, hvat slag av krabbameinssjúkum sum rakar føroyingar. GRAFARNIR ERU HEINTAÐIR FRÁ NORDCAN-HAGTØLUNUM