fríggjadagur 26. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
14
DANJAL AV RANA
Í
síðstu viku boðaði Gransk
ingarráðið frá, at nú er aftur
gjørligt at søkja um stuðul úr
Sjúkrakassagrunninum til
Sjúkrakassagrunninum. Hesa ferð
eru tvær milliónir krónur tøkar til
gransking í høvuðsøki tvey, sum
eru gransking og menning á heilsu
økinum. Raðfestu økini hesa ferð
eru hjartasjúkur og krabbamein.
Durita Tausen, forkvinna í
Krabbameinsfelagnum, sigur at
hon kundi hugsað sær, at meiri varð
gjørt við gransking í krabbasjúkum
í Føroyum, men váttar samstundis,
at hóast Krabbameinsfelagið kann
veita fígging til gransking, so eru
fáar umsóknir um tað. Og hyggja
vit at játtanunum, sum Gransk
ingarráðið hevur latið, so er tað
einans ein granskingarverkætlan
innan krabbamein, sum hevur
fingið stuðul.
Annika Sølvará, sigur, at í løtuni
er tað ein spurningur um pengar og
um arbeiðsumstøður hjá læknun
um, sum avmarkað, hvussu nógv
gransking kann fara fram á økin
um.
– Tað skulu jú vera læknar, við
serfrøði á økinum, sum granska á
økinum, men fyribils eru ikki so
nógvir læknar sum kunnu tað í
Føroyum, sigur Annika Sølvará.
Hon vónar tó, at fleiri læknar fara
at gera meiri við gransking í fram
tíðini.
– Eg veit frá Landssjúkrahúsin
um og deplinum fyri heilsugransk
ing, at læknar í alt størri mun
ynskja sær tíð til gransking, fyri at
tað skal vera spennandi at arbeiða
sum lækni. Tað eru tó ikki allir
læknar í Føroyum, sum fáa loyvi
til tað, tí arbeiðsumstøðurnar ikki
loyva tí, tað vil siga, at játtanin ikki
er til tess ella at ikki ber til at seta
læknar til síðis til gransking, sigur
hon. Vón er tó um, at tað fer at
blíva betri, tí at allir yngru læknar
mugu granska á einum øki, um teir
ynskja blíva serlæknar á økinum.
– Tað mugu eisini okkara yngru
læknar eisini og tí kundi tað
hugsast, at onkur kom og gransk
aði á krabbameinsøkinum, sigur
Annika Sølvará.
Einans tvær
krabbameinsverkætlanir
Annika Sølvará sigur tó, at meðan
tað júst nú eru tvær milliónir krón
ur á borðinum at deila út, so er
hetta samstundis tað seinasta, sum
er eftir úr Sjúkrakassagrunninum.
– Vanliga fíggja vit ein part av
granskingini og so fíggjar antin
Landssjúkrahúsið, depilin fyri
heilsugransking, privatir aktørar
ella aðrir grunnar restina. Tí vóna
vit, at peningurin fer at strekkja til
fleiri øki, sigur Annika Sølvará.
Í fjør fekk Noomi Oddmarsdóttir
Gregersen stuðul til eina verkætl
an at kanna, hvørt tað finnast
serligir føroyskir variantar av
bróstkrabbagenum. Einans ein
onnur krabbameinsverkætlan
hevur fingið stuðul. Í 2010 fekk
Tordis Kristiansdóttir eisini stuð
ul til gransking um genetikk og
bróstkrabba, tá hon kannaði genet
iskar mutatiónir í føroyskum fam
iljum við bróstkrabba. Júst innan
genetikk eru góðir møguleikar, tí
FarGen-verkætlanin gevur góðar
møguleikar til at kanna, hvat
samband er millum genetikk og
krabbamein av ymsum slag.
Annika Sølvará sigur, at meðan
tey fáa nógvar umsóknir um stuð
ul til gransking, so eru ikki mangar
stuðulsverdar umsóknir á krabba
meinsøkinum.
– Tað hongur væl saman við, at
vit ikki hava serlæknar á økinum,
tí stuðulin skal jú ankrast í onkrari
serfrøði í Føroyum ella við tilknýti
til Føroyar, sigur hon.
Kundu sjey-faldað
játtanina
Gransking í Føroyum er við at
vinna frama. Granskingarráðið fær
fleiri og fleiri umsóknir um stuðul,
tá útbjóðingarumfar eru.
– Talið av fólkum, sum hava
lokið ph.d. prógv er økt og talið á
fólkum, sum arbeiða við gransking
er økt. Fróðskaparsetrið er styrkt,
sum loyvir fleiri at granska og
so seint sum mánadagin fingu 12
verkætlanir stuðul, teirra millum
8 ph.d.-verkætlanir, tað vil siga
møguligir framtíðar granskarar.
Avbjóðingin er so at bjóða teimum
eitt starv her í Føroyum, tá tey eru
liðug við útbúgving sína, sigur hon.
Føroyingar granska fyrst og
fremst innan náttúru og tilfeingi,
serliga tað, sum hevur við fisk og
havumhvørvið at gera.
– Bæði á tí økinum og heilsu
økinum legst afturat. Har hevur
Depilin fyri heilsugransking, sum
Fróðskaparsetrið, Landssjúkra
húsið og deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu heilt víst gjørt
mun, millum annað við stuðuli úr
Sjúkrakassagrunninum, sigur hon.
Annika Sølvará sigur, at hóast
tað júst á krabbameinsøkinum
eru fáar umsóknir, so er nógv,
sum hendir á granskingarøkinum
annars.
– Nú lótu vit 7,5 milliónir krónur
í stuðuli til 12 verkætlanir mána
dagin, men vit fingu umsóknir um
tilsamans 37 milliónir krónur. Fleiri
teirra vóru eisini ivaleysa góðar til
at fáa stuðul, um meiri peningur var
at lata. Tær høvdu heilt víst givið
tí føroyska samfelagnum nakað. Í
minari verð er granskingarstuðul
ein íløga, og hesar íløgurnar høvdu
verið tað verdar, sigur hon.
Um vit skulu økja um kunnskapin um krabbameinssjúkuna í Føroyum, so
er neyðugt at meiri gransking verður gjørd við støði í føroysku tølunum og
sjúklingunum. Tvinnar eru avbjóðingarnar, fígging og tøkir granskarar, men í
løtuni tykist tað sum, at tað er seinna avbjóðingin, sum er størra forðingin.
VÓNA
AT FLEIRI
GRANSKARAR
BJÓÐA SEG FRAM
TEMA: Krabbamein