fríggjadagur 26. mai 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
15
JÓHAN MORTENSEN
”Vit hava ikki
ráð at oyðsla
við lendi ella
sjóvarstrond”.
Hesi beinraknu
orðini segði
býráðslimurin Marin Katrina Frý
dal við Sosialin tann 28. November
2014. Tað var í sambandi ætlanina
at byggja út Tórshavnar Havn
eystanfyri.
Hetta merkir, at hon eisini má
taka undir við kaldbaksfólki í 2017.
Kaldbaksfólk hava eisini ta áskoð
an, at vit skulu ikki oyðsla við lendi
ella sjóvarstrond.
Marin Katrina er ikki bara
býráðslimur fyri Havnina, men
eisini fyri Kaldbak. Tað, sum var
galdandi fyri Havnina, má eisini
vera galdandi fyri Sund og Kald
baksfjørð. Hon kann ikki gera
mun á havnarfólki, og teimum sum
búgva við Kaldbaksfjørð.
Marin Katrina stríddist sum
úlvur á skóg ímóti stóru útbygging
ini á Skansatanga. Stríðið hjá henni
– eins og mongum øðrum – hevði
við sær, at ætlanin at fylla grót upp
sunnan fyri Skansan varð slept.
Men munurin er tann, at tá sat
Marin Katrina í minniluta. Hon
hevði í veruleikanum lítla og onga
ávirkan. Hon var sett uttanfyri.
Ídag situr Marin Katrina við vald
inum. Hon kann avgera alt.
Grundgevingarnar hjá henni
ímóti at byggja út Skansabryggjuna
vóru fleiri. M.a. umhvørvi, ferðsla
og larmur. Harafturat helt Marin
Katrina, at havnamálið varð ov
villa kannað.
Í grein á heimasíðu síni tann
27. November 2014 skrivar hon um
havnaútbyggingina, at ”ætlanin er
als ikki gjøgnumhugsað býarskip
anarliga, og málið verður trumfað
ígjøgnum…”
Eg spyrji, um vitleysa nátt
úruoyðingin á Sundi er gjøgnum
hugsað býarskipanarliga? Og eg
loyvi mær at páhalda, at summir
politikkar – saman við byrokratum
og teknokratum – royna at trumfa
náttúruoyðingina á Sundi ígjøgn
um.
Mong nikkaðu helst játtandi, tá
Marini Katrina skrivaði, at ”tíbetur
eru nógvir borgarar í Tórshavnar
kommunu nú vaknaðir og reisa seg
móti hesi sera ivasomu útbygging…”
Í Kaldbak eru borgararnir eisini
vaknaðir. Teir hava reist seg móti
eini ivasamari útbygging. Í hesum
føri oyðing. Eg rokni við, at Marin
Katrina fegnast um, at borgarar í
Kaldbak eru vaknaðir. Og eg rokni
við, at hon hevur somu áskoðan
um viljan hjá kaldbaksfólki, sum
hon hevði um viljan hjá nógvum
borgarum í Tórshavnar kommunu.
Men nú er munurin, at hon kann
fremja borgaraviljan í verki, tí nú
hevur hon valdið. Íð hvussu er á po
litikkarunum. Verri er kanska við
byrokratunum og teknokratunum.
Eg ivist ikki í, at Marin Katrina
vil verja náttúruna og umhvørvið.
Hon er ”grøn”, men hon er ikki
grøn í politikki. Hon heldurt tí, at
felagsskapurin hjá okkum øllum –
kommunan – skal ikki endurtaka
gomul mistøk, tá hon slær fast:
”Illa umhugsaðu havnaíløgurnar
á Sundi og á Oyrareingjum áttu at
fingið okkum at steðga á og hugsa
okkum væl um”. (Marin Katrina
Frýdal á heimasíðu síni tann 27.
November 2014).
So satt so satt. Tað kann ikki
sigast betri.
Marin Katrina kann tí ikki hava
sitandi á sær, at hon var við til at
gera skaðan á Sundi uppaftur
størri. Gamla grótkastið á Sundi
er ein býarskipanarlig skomm. Og
skommin verður upp aftur størri,
um Marin Katrina – saman við
hinum byráðslimunum – leggur
einastu fjøruna við malargróti í
Suðurstreymoy undir tunnilsgrót.
Ímóti viljanum hjá næstan øllum
borgarunum í Kaldbak. Ímóti
fólkaviljanum. Ímóti fólka
ræðinum.
Nú verður talað um at eira
Sundsá. Men Sundsá og fjøran
á Sundi er ein samanhangandi
eind. Og kaldbaksfólk hava við
undirskrift síni sagt, at tey vilja
varðveita alla náttúruna eystan
fyri verandi skemmandi grótkast.
Tey hava mótmælt einum grótkasti
og einum vinnuøki.
Marin Katrina, tak fólkaviljan
í Kaldbak í álvara! Steðga hasi
illa umhugsaðu ætlanini. Vís í
verki, at tú veruliga meinar, at vit
”hava ikki ráð at oyðsla við okkara
sjóvarstrond.”
Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak
tann 22. mai 2017
KJAK
Marin Katrina: Vit hava ikki
ráð at oyðsla við sjóvarstrond
Um náttúruoyðingina á Sundi og í Sundsá 5