Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 16 SVEINUR TRÓNDARSON T að kunnu vera nógv­ar lønarkrónur á muni, alt eftir, um tú hev­ur eina danska kandi­dat­út­ búgv­ing, ella um tú til dømis hevur eina bretska masterútbúgving. Heilt nógvar lønarkrónur. Upp í nógvar túsund krónur – um mánaðin. Orsøkin er, at almenni arb­ eiðs­gevarin hevur valt at brúka ta donsku útbúgvingarskipanina sum leist, tá ið lønin skal ásetast. Tað vil siga, at tú skalt hava lisið tað, sum svarar til trý ára bachelor og tvey ára kandidat, fyri at tú skalt fáa løn sum kandidatur. Men hevur tú eitt nú tikið út­ búgv­ingina í Bretlandi, so er ikki vist, at hon er sett saman á sama hátt sum tann danska. Tað kann vera, at tú hevur tikið bachelor og master, sum tey brúka í Bretlandi, men tað er kortini ikki vist, at tað hevur sama “virðið,” tá ið tað kem­ ur til almennar lønarkrónur. Og hevur tú so bara lisið master, kanska við dispensatión frá bretska universitetinum, ja, so hevur tú ikki rætt til somu løn sum ein danskur kandidatur – ella master fyri tað. Rættvíst, heldur onkur, millum ann­að Lønardeildin, tí tað má vera ein fastur leistur at ganga eftir; og tað kann tað sjálvandi vera nakað um. Órættvíst heldur onkur annar, tí við eini slíkari skipan fáa tey, sum velja at uppstiga seg við til døm­is at taka eina master aftur at arb­eið­inum, ikki ta lønarhækkan, sum tey høvdu vónað og kanska ætl­að sær. Ein spurningurin er, um tað er rætt, at almenni arbeiðsgevarin, Fíggj­ar­mála­ráðið, hevur ein so fast­an leist at áseta løn eftir. Er til døm­is ikki vandi fyri, at tey, sum ikki fáa lønarhækkan, eftir at tey til døm­is hava tikið eina master, kenna seg at vera fyri vanbýti og tí leita aðrar vegir? Hendir tað, kann tað almenna í fyrra lagi missa virðismiklar roynd­ir, og tað kann hava negativa ávirk­an, bæði á arbeiðsplássið og fyri­sit­ingina. Í øðrum lagi kann tað enda við, at arbeiðsplássið kortini Tað kann gerast kostnaðarmikið hjá føroyskum lesandi, um tey velja at útbúgva seg í Stórabretlandi heldur enn í Danmark. Bretska útbúgvingarskipanin er nevniliga skrúvað øðrvísi saman enn tann danska; men tað er tann danska útbúgvingarskipanin við bachelor og kandidati ella master, sum ger av, hvør lønin verður, um tey eftir lokna útbúgving fáa starv hjá tí almenna. Og talan kann vera um nógvar 1.000 krónur á muni um mánaðin. “SKEIVT” LESTR KOSTA DÝRT Leivur Langgard, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni Tíðargrein frá Magistarafelagnum