Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 17 má gjalda meira til tann næsta, sum fær starvið, tí viðkomandi hev­ur “ta røttu” útbúgvingina. Men ongar royndir. Tók eitt ár eyka Leivur Langgaard, ið starvast sum full­trúi á Løgmansskrivstovuni, kenn­ir til trupulleikan. Hann hev­ ur sjálvur lisið í Bretlandi og sá eisini fleiri dømi ta tíðina, hann var virkin í Magistarafelagnum.  Hann heldur, at føroyska skip­ an­in kann tykjast sera stirvin, tí hon í so stóran mun vísir til dansk­ar útbúgvingar og skipanir. Hann tók ein yvirbygning til sína útbúgving, áðrenn hann flutti heim og fekk tí ikki nakran trup­ ulleika av, at útbúgvingar í Bret­ landi vanliga eru nakað styttri enn tær í Danmark. – Vit hava jú í nógv ár hoyrt pol­ it­isk ynski um, at føroysk lesandi fara aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa, og vit hava eisini eina stuð­ uls­skipan, sum stuðlar undir tað. Men har eru fleiri dømi um, at fært tú eitt alment starv, tá ið tú kem­ur aftur til Føroya, verður tú brád­liga øðrvísi viðfarin, júst tí tú ikki hevur tikið tína útbúgving í Dan­mark. Tað er mótsigandi, sigur Leiv­ur Langgaard. Hann sigur, at tað hevði verið áhuga­vert, um hugt varð nærri at skipanini og flokkingunum í Før­ oy­um. Bologna-yvirlýsingin og Bologna-tilgongdin seta nakrar karm­ar fyri, hvussu útbúgvingar kunnu viðurkennast tvørtur um landa­mørk, men tað sær ikki út til at hava verið nøkur skipað til­ gongd í Føroyum at fyrihalda seg til, hvussu vit kunnu løna og gagn­ nýta vitanartilfeingið og teir før­ leik­ar, ið vit fáa frá teimum, ið ikki hava lisið í Danmark. Men spurningurin er fram­veg­ is, er tað neyðugt, at fatanin hjá Løn­ar­deildini skal vera so stirvin? Ser­liga tá ið hugsað verður um, at vit líka síðan 1990, ella síðan 1988, hava tosað um at fáa føroyingar at lesa í øðrum londum enn Norð­ur­ londum? Mugu hava ein leist Jan Mortensen er lønarstjóri í Fíggj­armálaráðnum. Hann greiðir frá, at Fíggjarmálaráðið er av teirri fat­an, at fyri at vera settur í starv sum kandidatur eftir sáttmálanum við Akademikarafelag Føroya, skal viðkomandi hava tikið ein yvirbygnað oman á eina bache­lor­ útbúgving ella líknandi. – Og somu prinsipp mugu vera gald­andi, um talan er um mast­er­ prógv, sigur Jan Mort­en­sen. Hann skilir óhepnu støðuna, sum eitt nú ávísir limir í Mag­ist­ ara­felagnum eru komnir í; og hann skilir eisini ynskið um eina laga­ ligari skipan, har tað millum ann­ að verður tikið fyrilit fyri prakt­ iskum royndum saman við ein­ari masterútbúgving. – Jú, tað geri eg sum so, men hev­ur tú ikki ein fastan leist, sum vit hava tað her, so kann tað gerast ein avbjóðing, at man skal inn at meta um útbúgvingar og fakligar roynd­ir í hvørjum einstøkum føri. Tí vit mugu tryggja okkum, at øll al­menn starvsfólk fáa somu við­ ferð, sigur nýggi lønarstjórin í Fíggj­ar­málaráðnum. Spurningurin er so, um manna­ gongd­in er tann rætta. Fleiri eru, sum ikki halda tað. Ein er for­mað­ ur­in í Magistarafelagnum, Mass Hoy­dal. Ella ikki treytaleyst. – Tað, vit uppliva, er í øllum før­ um ómetaliga óheppið fyri okkara lim­ir, tí tað eru fólk, sum falla heilt utt­an­fyri, og eg dugi illa at ímynda mær, at tað er tað rætta, sigur hann. Skilir ikki meiningina Formaðurin í Magistarafelagnum er sum vera man misnøgdur við, at lim­ir í hansara felag falla uttanfyri. Serliga harmur er hann um, at pol­it­iski myndugleikin hevur sam­ tykt eina lóg, sum ger tað møguligt hjá landskassanum at stuðla fólki í at fara út um Norðurlond at nema sær út­búgv­ing. Henda lóg og kunn­ gerðin um ÚSUN (út­búgv­ing­ar­ stuðul til tey, sum lesa uttan fyri Norð­ur­lond) gera tað, at ungfólk fara eitt nú til Bretlands at útbúgva seg. – Vita tey, tá ið tey fara, at gam­ an í fáa tey skúlagjaldið aftur – upp til 80.000 krónur, men at tey, tá ið tey koma aftur, so eru tey við sviðu­soð, tá ið tað snýr seg um løn. Eg ivist, og eg haldi, at tað áttu tey at fingið at vita, áðrenn tey fara, sig­ur Mass Hoydal. Ein, sum kann gera nakað við tann partin, er Holger Arnbjerg, stjóri á Altjóða skrivstovuni. Hann hevur fatur á nógvum av teim­ um, sum fara til Bretlands at lesa, og tey fáa boðini. Hin vegin veit hann sjálvur ikki altíð, hvørji fara av stað, serliga um tey t.d. búgva í Danmark, tá ið tey fara til Bret­ lands at lesa, og so ber illa til at kunna, sigur hann. – Sjálvandi royna vit at fyrireika tey so frætt, sum vit kunna, men vit fáa ikki fatur á øllum, sigur Holger Arnbjerg. Eftir stendur tó spurningurin, hví myndugleikarnir so fegnir vilja hava fólk at lesa uttan fyri Norð­ur­lond, at man velur at rinda skúla­gjald­ið fyri tey. Tí tá ið tey koma heimaftur, vera tey – av sama mynd­ug­leika – ikki virðismett sam­ svar­andi, tá ið tað snýr seg um løn. ARSTAÐ KANN Mads Hoydal, formaður í Magistarafelagnum Hendan greinin er gjørd í samband við limablaðið hjá Magistarafelagnum