Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 18 Tíðargrein frá Magistarafelagnum Magistarafelagið: SVEINUR TRÓNDARSON, MAGISTARAFELAGIÐ Í aðrari grein hava vit víst á, at al­menni lønarpolitikkurin sam­svarar ikki við politiska ynsk­ið um, at føroysk les­ andi eisini skulu fara út um Norð­ ur­lond at lesa. Tey, sum lesa í Bret­landi, fáa til dømis ikki somu løn her heima, tá ið tey eru lið­ug, tí Lønardeildin hevur gjørt av, at fyri at kunna fáa løn sum kandi­ dat­ur ella master, skalt tú hava lis­ið bachelor í trý ár og so antin kandi­dat ella master í tvey ár (ella eitt ár). Men soleiðis eru bretsku út­ búgv­ing­ar­nar ikki skrúvaðar sam­an. Nógvar teirra eru styttri enn tað, sum Lønardeildin krevur, aðr­ar hava ikki kravda talið av ECTS-stigum, og so eru uppaftur aðr­ar, har persónar sleppa inn at lesa master uttan at hava tikið bache­lor fyrst. Tey vera upptikin av øðrum ávum; millum annað tí tey hava praktiskar royndir. Avleiðingin er, at hesi fólkini fáa ikki løn sum master, t.d. tí út­ búgv­ing teirra er ikki nóg long, og tað kann kosta upp í nógvar 1.000 krón­ur um mánaðin. Men er lønarpolitikkurin í tráð við politiska viljan? Vanlig siðvenja hevur verið, at føroyingar fóru til Danmarkar at lesa, men í umleið 30 ár hava pol­it­ ik­arar róð framundir, at tað hevði ver­ið gott, um føroysk lesandi eis­ ini fóru aðrastaðni at nema sær út­búgving. Men so má bera til at fáa starv, tá ið ein kemur heim aftur. Og eitt starv, sum ein kann liva av. Til eina løn, sum er á sama støði sum ein líknandi útbúgving tikin aðra­staðni. Og hvat er ein líknandi út­búgv­ing? Byrjaði í 1988 Fyri at svara til spurningin, um al­ menni lønarpolitikkurin er í tráð við politiska ynskið um at fáa fleiri føroysk lesandi uttan fyri Norð­ urlond, er svarið ivaleyst nei. Um vit leita aftur í goymsluna í Løg­tinginum, so síggja vit, at tað var longu í 1988, at politikarar søgdu seg vilja hava, at landsstýrið eis­ini tryggjaði teimum, sum vildu fara longur enn bara til Norð­ur­ lond at lesa, fíggjarligan styrk. Í sambandi við viðgerðina av lógaruppskoti nr. 13/1988 um ut­ búgv­ingarstuðul, sum varð lagt fyri tingið seinasta dagin í august tað árið, kom Mentanar- og skúla­ nevnd­in einmælt í sínum áliti við eini áheitan á landsstýrið um at vísa teimum føroyingum í út­búgv­ ing, sum vildu lesa aðrastaðni enn í Norðurlondum, serligt atlit. Álitið frá Mentanar- og skúla­ nevnd­ini var undirskrivað av Jóan­ nesi Dalsgaard (J), Hergeiri Niel­sen (T), Asbjørni Joensen (Sj.), Eilifi Samuelsen og Óla Breck­mann. Sløk tvey ár seinni, í juni 1990, lýsir Signar á Brúnni, lands­stýr­is­ maður við skúlamálum, eina fyri­ bils­kunngerð, sum eisini tryggjaði før­oyskum lesandi uttan fyri Norð­ urlond lestrarstuðul. Hetta hevði við sær, at før­ oy­ingar nú kundu fara aðra­ staðni enn til Danmarkar og hini Norðurlondini at fáa sær út­búgv­ ing og framvegis fáa sama lestr­ar­ stuðul, sum tey vildu fingið, um tey lósu í Danmark. Aðra barlast Høvuðsorsøkin aftan fyri ynsk­ið um at fáa føroyingar út um Norð­ ur­lond var at fáa eina fjølbroyttari sam­an­seting av útbúnum før­oy­ ing­um. Tað er ein vansi, tá ið øll lesa í sama skúla ella í somu skipan, at øll hava somu fakligu barlast. Og nýggja skipanin hevði eisini tað við sær, at fólk fóru í onnur lond at lesa. Nýggjastu hagtølini hjá Studna ganga bara aftur til lestrarárið 2004/2005, og sambært teimum lósu 114 av teimum íalt 1.477 lesandi utt­an fyri Norðurlond. Tað svarar til sløk átta prosent. Men tað talið broytt­ist næstu árini. Fram til 2011/2012 øktist hetta tal­ið upp í 256 av íalt 2.524 lesandi, og tað vil siga, at góð tíggju prosent av teimum lesandi lósu í øðrum lond­um enn Norðurlondum. Sam­bært útisetakanningini, sum Javnaðarflokkurin á Fólka­tingi gjørdi í august 2013, las góð­ur helm­ ingurin av hesum í Stóra­bret­landi. Sambært somu kanning brúkti lands­kassin í 2011/2012 slakar 12 milli­ónir krónur til hesa játtan, so tað er eingin ivi um politiska vilj­ an, at føroyingar eisini skulu lesa uttan fyri Norðurlond. Til fyri nøkrum árum síðan var Síðan juni 1990 hevur politiska skipanin tryggjað, at lesandi føroyingar, sum fara út um Norðurlond at lesa, bæði fáa lestrarstuðul og stuðul til skúlagjald. Men hóast tað næstan eru 30 ár, síðan Mentanar- og skúlanevnd løgtingsins heitti á landsstýrið um at vísa teimum føroyingum undir útbúgving, sum vilja lesa og læra uttan fyri Norðurlond, serligt atlit, sæst hetta ikki aftur í lønini, tá ið tey eru liðug. TOSAÐ VIÐ TVEIMUM TUNGUM Í 30 ÁR