fríggjadagur 26. mai 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
19
skúlagjaldið upp til 120.000 krón
ur um árið, men tað er nú lækkað
niður í 80.000 krónur. Sagt verður,
at skúlagjaldið í flestum førum
er lægri, umleið 50.000 krónur,
men tað vil siga, at ein fimm ára
útbúgving uttan fyri Norðurlond
kostar landskassanum 250.000
krónur. Bara í skúlagjaldi.
Hongur ikki saman
Tá ið hugsað verður um, at lands
kassin hevur átikið sær hesa
skyldu, at føroyingar eisini skulu
fara út um Norðurlond at lesa, so
mátti tað eisini havt við sær eina
viðurkenning av fakligu førleikun
um, sum hesi hava við sær, tá ið tey
koma heimaftur.
Men tað tykist halta meira enn
eitt sindur.
Lønardeildin hevur, sum áður
nevnt, valt at seta sum krav, at fyri
at fáa løn sum kandidatur, skalt
tú hava lokið eina trý ára bache
lorútbúgving, og so skalt tú eisini
hava lisið master ella kandidat
omaná.
Og tað kann tykjast rættiliga
løgið, tá ið ein hugsar um, at lands
kassin á útbúgvingarstigi hevur
valt at góðtaka útbúgvingar. Tað er
jú tað, hann ger, táið hann rindar
skúlagjald upp til 80.000 krónur
um árið.
Men tá tað kemur til løn, tá ið
útbúgvingartíðin er liðug, tá er
man ikki líka sinnaður at gjalda.
Tá vera útbúgvingarnar ikki
javnsettar við tær donsku ella
norðurlendsku, og tað er ein trup
ulleiki fyri tey lesandi.
Onkur hevur róð framundir,
at landskassin á henda hátt tekur
tað innaftur, sum hann hevur latið,
meðan tann lesandi var úti og tók
sína útbúgving, men tað er einki
sum bendir á tað.
Kanska er tað heldur tað, at man
ikki hevur hugsað avleiðingarnar
at enda, tá ið man gjørdi av, at fyri
at kunna fáa løn sum kandidatur,
so skuldi tú hava fylgt einum ávís
um leisti.
Tað kann sjálvandi broytast,
men tað verður í øllum førum ein
spurningur um pengar. Um løn
arjáttanin er nóg stór til, at man
kann javnseta útbúgvingar, sum
eru tiknar uttan fyri Norðurlond,
við tær, sum eru tiknar í Danmark.
Fyri tey lesandi er eingin ivi. Tey
kenna seg fakliga líka væl fyri sum
starvsfelagarnir.
Hendan greinin er
gjørd í samband
við limablaðið hjá
Magistarafelagnum