Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 20 BRÚDLEYP Harriet bloggar – HVAR GONGUR LEIÐIN? NAVN: Harriet Olafsdóttir av Gørðum BRÚDLEYPSDATO: 06.07.2012 Brúðar­ferðin: Skalt tú giftast og hevur tú ikki ordi­liga funnið útav, hvar tú skalt fara brúðarferð enn? Ella um tú yvir­høvur ætlar tær brúðarferð? Í hesum blogginleggi havi eg valt at skriva um trý ymisk sløg av brúð­ar­ferðum, út frá okkara egnu roynd­um sum par og hjún. Fyri okkum var brúðarferðin eitt “MUST”, men í okkara føri vildu vit eisini fegin kunna gjalda brúd­leypið beinanvegin uttan at taka lán, so fíggjarætlanin var ikki so stór. í roynd og veru plaga vit at siga, at vit høvdu trýggjar brúð­ar­ferð­ir: – Vit vóru á Kreta beint eftir vit blivu ringforlovaði – Vit vóru í Rom á brúðarferðini – og so eitt ár eftir brúdleypið fóru vit fjakkaraferð í Norður Amerika og Canada. Hvat var so tað besta? Og hvat vil eg viðmæla? Tað kemur alt annað upp á, hvør typa tú ert, og hvat tit ynskja av tykkara brúðarferð. Ein brúðarferð er altíð serstøk, tí tá er mann nýforelskaður, glaður og eitt sindur “high” av kærleika. Í roynd og veru er tað líka mikið, hvar ferðin gongur. Bara mann er saman, so er alt gott.