Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 21 Hendan ferðin krev­ur, at tit fara eitt sind­ ur longur nið­ur í penga­pung­in, men tit koma 100% av­slapp­aði heim aftur. Ert tú til sól, summar og sjálv­ forkelilsi? Vilt tú hava brúð­ar­ferð­ ina bara at snúgva seg um tykk­um? So tit kunnu slappa full­komiliga av aftaná strævnar brúd­leyps­fyri­ reikingar? So hevði eg avgjørt valt luks­ us­ferðina. Brúðarferðina við “all inclusive”, 5-stjørna hotel, svimji­hyli, spa og hita. Hendan ferðin er í dýrara endanum, men um tit seta tykkum fyri at fara hesa leið bein­ an­vegin og planleggja í góðari tíð, eru pengar at spara – eisini her. Hetta er óivað tað slagið av ferð, tey flestu hugsa um, tá tað kemur til brúð­arferðina. Eg kann heilt sikkurt viðmæla griksku oyggjarnar. Kreta og San­ to­rini eru væl dámd ferðamál, tá tað kemur til brúðarferðir, og tað er eisini væl skilligt. Nú eri eg ein av teimun, ið elsk­ar at ferðast og havi ferðast eitt sindur runt umkring og má virku­liga siga, at Kreta er einasta stað­ið, eg havi verið, ið livdi upp til mynd­irnar og ummælið. Vatnið er veru­liga SO blátt, tað er alvorliga lekk­urt veður, friðsælt, lekkurt, góð tæn­asta og flott. Men eg eri vís í, at sama er galdandi fyri hinar griksku oyggj­arnar – sjálv gongur leiðin hjá mær aftur til griksku oyggjarnar í sept­embur, hesa ferð verður tað San­to­rini. Onnur vælumtøkt ferðamál eru: Bali, Bora Bora, Bahamas, Turka­ land, Mallorka, Gran Canaria, Thai­ land osv. Leita á netinum, set teg í sam­ band við ferðaskrivstovur og spyr teg fyri. Hendan ferðin krevur, at tit fara eitt sindur longur niður í penga­pungin, men tit koma 100% av­slappaði heim aftur. Vit funnu tann djúpa kærleikan, vit høvdu tíð at sita í tímavís og drekka kaffi, eta ís og bara tosa saman. Brúðarferðin hjá okkum var ein discountferð til Rom – vit bí­løgdu ferð­ina uml. hálvt ár framm­an­und­ an og nýttu síðuna Hotwire at bí­ leggja hotellið. Brúðarferðin var góð og sera hend­ingarík. Hvørgin av okkum hevði verið í Rom fyrr. Vit upplivdu eina rúgvu, gingu býin upp og nið­ur hvønn dag, ótu góðan mat, shopp­aðu eitt sindur og sótu á café á romantiskum síðugøtum. Vit lærdu hvønn annan veruliga at kenna við at blíva vilst, lesa kort og eta mat, ið hvørgin okkara kendi ella visti hvat var. Vit funnu tann djúpa kærleikan, vit høvdu tíð at sita í tímavís og drekka kaffi, eta ís og bara tosa saman. Vit høvdu picknick á Sponsku trappuni, gingu romantiskar túrar í smølu gøtunum og fram við kanalini. Avslappandi var tað hinvegin ikki. Tá tú ert stórbýarferð, er ikki nógv tíð til avslapping, tí ein vil sum oftast sjálvandi uppliva og síggja so nógv sum gjørligt. Á momondo.com finnur tú hópin av bíligum stórbýarferðum bæði við og uttan hotel. Hotels.com er eisini gott til at finna hotel. Um tit kenna tykkum eitt sindur meira spontan, kunnu tit brúka síðuna hotwire.com, har tú bert velir øki og treytir fyri, hvat hotellið skal hava, og so bíleggur tú eitt hotel til serprís, uttan av vita júst, hvat hotel tað er – man kann vera heldigur og óheldigur. Í Rom høvdu vit eitt discounthotel langt uttanfyri býin, sum ikki var so gott, meðan vit eina aðru ferð fingu eitt luksushotel fyri 500 kr. fyri náttina. Tá tú fert á stórbýarferð, er tað, sum er umráðandi, hvar tú býr og at vera tætt uppá alt, tí tit koma ikki at vera so nógv á hotellinum kortin­i. Hetta er avgjørt tann ferðin, ið hev­ur knýtt okkum tætt­ ari sum hjún, lært okkum mest, verið stuttligast, hend­ingaríkast og best. Hesa ferð­ ina fara vit at minn­ast aftur á rest­ina av okk­ara lívið. Til tykkum, ið eru eitt sindur meira til spenning og æv­ in­týr, vil eg uttan iva við­ mæla fjakkaraferðina. Tak­ið tykkum minimum 3 mán­aðir úr kalendaranum til at ferðast. Tit koma at læra hvønn annan at kenna inn og út, fáa nýggjar vinir, upp­ liv­ing­ar, royndir og búnast nógv upp á stutta tíð. Tað at fjakkað krev­ur ofta nógva planlegging, tíð og pengar. Hóast vit ferðaðust uppá næstan bíligasta máta, so kom okkara fjakkaraferð upp á eini 60.000 kr. Tá skal líka sigast, at hetta var yvir 3 mánaðir, og vit vóru ikki beinleiðis sparin, av tí, at vit valdu at seta nakað av peninginum, sum vit fingu í brúð­ ar­gávu, til síðis, og so spardu vit eisini upp í útvið 1 ár til hesa ferð­ ina. Vit ferðaðust við at búgva ókeyp­is heima hjá fólki ígjøgnum couchsurfing.org og við at arbeiða fyri vistarhald gjøgnum workaway. info. Tvær genialar heimasíður til tykk­um, ið dáma ævintýr og nýggj­ ar upp­livingar. Sigast skal tó at vit ikki valdu hesar síður, tí tær vóru ókeyp­is, men heldur hin­vegin tí at okk­um dámdi tank­an um at læra eitt land og eina mentan at kenna ígjøgn­ um tey lokalu. Tó valdu vit við jøvnum millumbili, uml. triðju hvørja viku, at bíleggja eina nátt á hotel, soleiðis, at vit kundu taka eitt langt brúsu­bað, slappa ordiliga av og vera einsamøll eina løtu. Orsøkin til at eg nevni hetta slag av ferð sum brúð­ ar­ferð, er, tí at hetta er avgjørt tann ferðin, ið hev­ur knýtt okk­um tættari sum hjún, lært okk­um mest, verið stutt­lig­ast, hend­ingaríkast og best. Hesa ferð­ina fara vit at minnast aftur á restina av okkara lívið. Hetta er eis­ ini ein serliga góð ferð til tykk­um, ið ikki enn eru bundin av børn­um og húsaláni – tí tá tann tíð­in kem­ ur, ber hettar slagi av brúð­ar­ferð ikki til uppá sama máta. Samanumtikið vil eg fegin nevna, at hetta eru bara trý dømir upp á brúðarferðir, sæð út frá mín­ um egna sjónarhornið. Hvør brúðarferð er júst tann rætta fyri tykkum? Ja, tað vita bara tit sjálvi. Ein brúðarferð er altíð serstøk, tí tá er mann ný­ for­elskaður, glaður og eitt sindur “high” av kærleika. Í roynd og veru er tað líka mikið, hvar ferðin gong­ ur. Bara mann er saman, so er alt gott. Í prinsippinum er eitt summ­ ar­hús í Føroyum eisini ein fín loysn, um peningurin til eina brúð­ ar­ferð ikki rættiliga er har. Eg vil bara avgjørt viðmæla at taka nakr­ ar dagar fyri tykkum sjálvi eft­ir brúd­leypið og njóti hvønn annan. Góðan túr ­ STÓR­BÝAR­FERÐIN FJAKKARA­FERÐIN LUKSUSFERÐIN FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!