Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 22 LÍVSSTÍLUR Ferðaskrivstovurnar eru samdar. Beinleiðis túrarnir hjá Atlantic Airways til heitu londini í Suðurvevropa eru tað heilt stóra millum føroyingar hesa summarferiuna. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S ummarferian nærkast, og hugurin hjá nógvum føroyingum leitar í hesum døgum til heitari støð. Hjá teimum flestu, so er ferian longu løgd til rættis og ferðaseðilin út í heim longur goldin. Men hvar gongur leiðin hjá føroyingum, tá tey seta seg umborð á flogførini í Vágum. Vit hava loddað dýpið við tríggjar føroyskar ferðaskrivstovur fyri at vita, hvar føroyingar halda feriu í ár, og tær tykjast í høvuðsheitum at vera samdar. Beinleiðis ferðirnar hjá Atlantic Airways til Barcelona, Kreta, Lissabon og Mallorca hava vunnið hjørtuni hjá føroyingum. – Tað búgva bara 50.000 fólk í Føroyum, men Atlantic Airways flýgur eina ferð um vikuna til Barcelona í eitt hálvt ár. Tað er øgiliga nógv, men tíðirnar eru góðar, og fólk ferðast ikki bara eina ferð um árið, men fara gjarna á fleiri ferðir, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62N. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO E ins og hjá øðrum ferðaskrivstovunum, so er tað beinleiðis túrarnir hjá Atlantic Airways til Spania og Portugal, ið eyðmerkja søluna hesa summarferiuna hjá ferðaskrivstovuni 62N, upplýsir Bergur Thomsen, stjóri. – Vit selja ekstremt nógvar ferðir til sólruturnar hjá Atlantic Airways, har tað serliga er Barcelona, Mallorca og Lissabon, ið fólk ynskja at fara til. Tað eru teir stóru bitarnir, men so eru tað eisini nøkur, ið velja at fara til Kanarisku oyggjarnar og Kreta, sigur Bergur Thomsen. Serliga er tað Barcelona, ið enn er ovast á listanum hjá føroyingum, tá tey skulu bíleggja sær ein ferðaseðil. Orsøkin er, at tað er vorði bíligt og ómakaleyst at ferðast til Barcelona. – Vit selja mest til Barcelona og Mallorca, har Barcelona eigur munin, hóast hetta er sætta árið á rað, at Atlantic Airways hevur beinleiðis rutu til býin. Men tað er bíligt at flúgva beinleiðis, og so hava vit nakrar góðar avtalur í økinum. Vit syrgja fyri buss, ferðaleiðara og øðrum, so tú næstan verður borin inn á hotellið. Tá man ferðast við børnum, so verður tað ikki nógv lættari, sigur Bergur Thomsen. Umframt Barcelona og Mallorca, so merkja tey í 62N, at tað eisini er ein ávísur áhugi í at ferðast til Lissabon. – Vit hava satsað nógv upp á eitt økið, ið eitur Nasaré uttanfyri Lissabon. Tað hevur selt heilt væl, men tað tykist ikki sum, at fólk fara til Lissabon fyri at brúka tíggju dagar í býnum. Tey leita heldur til økir uttanfyri býin, sigur Bergur Thomsen. Sum heild metir Bergur Thomsen, at tað virkar sum føroyingar ferðast meira enn áður. – Tað búgva bara 50.000 fólk í Føroyum, men Atlantic Airways flýgur eina ferð um vikuna til Barcelona í eitt hálvt ár. Tað er øgiliga nógv, men tíðirnar eru góðar, og fólk ferðast ikki bara eina ferð um árið, men fara gjarna á fleiri ferðir, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62N. FÓLK FERÐAST FLEIRI FERÐIR UM ÁRIÐ Vit selja mest til Barcelona og Mallorca, har Barcelona eigur munin, hóast hetta er sætta árið á rað, at Atlantic Airways hevur beinleiðis rutu til býin Bergur Thomsen 62N FØROYINGA VELJA SÓLF