Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 23 – Tað er ein veldigur fyrimunur, at fólk kunna flúgva beinleiðis til Barcelona og onnur støð. Tað er so ómakaleyst, ið tað kann vera. Tríggjar tímar eftir fráferð kann man liggja á strondini og sóla sær. Fólk spara bæði tíð og pening, sigur Dánjal Poulsen, stjóri á ferðaskrivstovuni Faroe Travel. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO D ánjal Poulsen, stjóri á ferðaskrivstovuni Faroe Travel, metir ikki, at ferðamynstrið hjá føroyingum er serliga nógv broytt seinnu árini. Føroyingar hava tikið nøkur støð til sín, ið tey halda fram at ferðast til. - Tað er ein lítil broyting frá farnu árum, men ikki nakað ser­ ligt. Miðjarðarhavið er enn tað best umtókta økið at ferðast til, og síðan koma Kanarisku oyggj­ ar­nar. Hinvegin tykist tað, at tað eru færri fólk, ið hava hug at ferðast til Turkalands og tey arab­isku londini, sigur Dánjal Poul­sen. Eins og hinar ferða­skriv­stov­ ur­nar, so uppliva tey á Faroe Travel, at føroyingar hava tikið væl móti beinleiðis ferðunum hjá At­lantic Airways til heitu londini í Suð­urevropa. – Tað er eitt øgiliga trýst á Spania og Barcelona. Allir før­oy­ ing­ar vilja sleppa til Barcelona, og bein­leiðis ferðirnar hjá Atlantic Air­ways hagar eru øgiliga væl dámd­ar, sigur Dánjal Poulsen, og leggur afturat. – Tað er ein veldigur fyri­mun­ ur, at fólk kunna flúgva beinleiðis til Barcelona og onnur støð. Tað er so ómakaleyst, ið tað kann vera. Tríggjar tímar eftir fráferð kann man liggja á strondini og sóla sær. Fólk spara bæði tíð og pen­ing. Umframt at ferðast til Mið­jarð­ ar­havið, so er tað eisini eitt annað hav, ið alsamt fleiri føroyingar leita sær til, tá tey ynskja eina øðr­vísi feriuuppliving. – Vit hava nógv, ið ynskja at sleppa á cruise í Karibiska hav­in­ um. Tað er lætt at flúgva til Flo­ rida, og har fara umborð á eitt skip og sigla í Karibiska havinum í eina viku, sigur Dánjal Poulsen. Á CRUISE Í KARIBISKA HAVINUM Tá tað er vorði so ófriðarligt í Turkalandi og Egyptalandi, so fara fólk aðrastaðni. Av tí sama, so er kostnaðurin at ferðast í Spania og líknandi støðum hækkaður, tí eftirspurningurin er vaksandi Dánjal Poulsen - Faroe Travel – Mítt uppáhald er, at Barcelona er akkurát líka umtókt sum fyrsta árið. Tað eru enntá fólk, ið fara tvær ferðir um árið. Fyrst beinanvegin, tá Atlantic Airways byrjar at flúgva í mai ella juni, og so aftur áðrenn givist verður at flúgva í september ella oktober. Tá eru prísirnir ikki líka høgir sum juli og august, og fáa tey kanska tveir túrar fyri kostnaðin av einum. Tað sigur Sakaris Frederiksen, ið er Sølu- og marknaðarstjóri hjá Fonn Flog. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Føroyingar fáa ikki nokk av bein­ leið­is ferðunum hjá Atlantic Air­ways til heitu londini sunn­ an­fyri. Tað er niðurstøðan hjá Sakaris Frederiksen, ið er Sølu- og marknaðarstjóri hjá ferða­skriv­ stov­uni Fonn Flog. – Sagt verður, at føroyingar eru nokk so bundnir av siðvenju, tá feri­an verður løgd til rættis, og tað eru vit til eitt vist. Tað eru nevniliga nakr­ar ferðir, ið serliga eru væl um­ tóktar millum føroyingar, og tað eru beinleiðis sóltúrarnir, ið At­ lan­tic Airways byrjaði upp á fyri nøkr­um árum síðan. Í ár er tað Mal­lorca, Barcelona, Kreta og eitt sind­ur til Lissabon, sigur Sakaris Fred­e­rik­sen. Tað at kunna flúgva beinleiðis, og harvið sleppa undan at mill­um­ lenda í Keypmannahavn, London ella aðrastaðni, er ein stórur lætti fyri nógv, vísir Sakaris Frederiksen á. – Føroyingar gera sær dælt av, at tað eru beinleiðis túrar. Serliga eru tað familjurnar við børnum, ið ynskja at sleppa undan at fara um­ veg­is Keypmannahavn ella aðra­ staðni, sigur Sakaris Frede­rik­sen. Barcelona enn á toppinum Hóast tað eru fleiri ár síðan, at At­ lantic Airways lat upp eina bein­ leið­is rutu til Barcelona, so tykist ikki, at føroyingar hava fingið nokk av høvuðsstaðnum í Katalonia. – Mítt uppáhald er, at Barcelona er akkurát líka umtókt sum fyrsta ár­ið. Tað eru enntá fólk, ið fara tvær ferð­ir um árið. Fyrst beinanvegin, tá Atlantic Airways byrjar at flúgva í mai ella juni, og so aftur áðrenn givist verður at flúgva í september ella oktober. Tá eru prísirnir ikki líka høgir sum juli og august, og fáa tey kanska tveir túrar fyri kostn­ að­in av einum, sigur Sakaris Frede­ rik­sen. Um tað eru nakrir føroyingar, ið kundu hugsað sær at farið til Bar­ ce­lona í summar, so mælir Sak­ar­ is Frederiksen teimum at skunda sær, tí ferðirnar eru væl umtóktar, og torført kann vera at fáa pláss. – Um man kemur nú, og vil hava eina beinleiðis ferð mitt í summar, so kann tað verða trupult, tí tað er ikki altíð pláss. Tá er besta loysnin helst, at man ferðast beinleiðis ein veg, og so taka túrin gjøgnum Keyp­mannahavn hin vegin. Fyri­ mun­urin er, at tað gevur meira frælsi til at tilrættarlagda túrin, so­leið­is at man kann vera tíggju dag­ar heldur enn eina ella tvær vik­ur, vísir Sakaris Frederiksen á. Halda seg burtur frá ófriðinum Seinastu árini hevur ófriður valdað í fleiri av teimum londunum, ið ann­ars vóru væl dámd feriustøð hjá føroyingum og øðrum. Tað stygg­ir fólk frá at fara til slík støð, og er ein fyrimunur fyri Spania og onnur lond, sigur Sakaris Frede­ rik­sen. – Tá tað er vorði so ófriðarligt í Turka­landi og Egyptalandi, so fara fólk aðrastaðni. Av tí sama, so er kostn­að­urin at ferðast í Spania og líkn­andi støðum hækkaður, tí eft­ir­spurningurin er vaksandi. Tað verður enn selt eitt sindur av ferð­um til Turkalands, men tað er slett ikki tað sama, ið tað var fyri nøkr­um árum síðan, og so leingi sum hesi støðini ikki eru trygg, so velja fólk at fara aðrastaðni fyri at fáa sól og summar, sigur Sakaris Fred­e­r­i­k­sen. FARA TVÆR FERÐIR UM ÁRIÐ TIL BARCELONA Miðjarðarhavið er enn tað best umtókta økið at ferðast til, og síðan koma Kanarisku oyggjarnar. Hinvegin tykist tað, at tað eru færri fólk, ið hava hug at ferðast til Turkalands og tey arabisku londini Sakaris Frederiksen - Fonn Flog R ERÐIR