Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 24 SÓLVIT E. NOLSØ S kipasmiðjan Mest hevur stór­ar ætlanir um at vaksa um virksemi á Skála. Mest hevur í løtuni mill­um 30 og 35 fólk, sum arbeiða hjá fyritøkuni á Skála, men fram­ tíð­ar­ætlanin byggir á at nógv fleiri fólk skulu arbeiða í bygdini. Kjarnan í útbyggingini er ein risa­høll, sum skal byggjast yvir ver­andi turrdokk í bygdini. – Hon fer at fylla nógv, nógv meira enn byggihøllin, sum er her nú, men hon fer eisini at skapa nógv meira virksemi. Tað segði stjórin á Mest, Mourits Mohr, tá ið hann á fundi á Skála greiddi frá um ætlanina.. Runavíkar kommuna hevði kall­að inn til borgarafund, har ein­asta mál á skránni var at kunna um ætlanirnar hjá Mest og lodda stemn­ingin millum borgararnar á Skála. Inntrivið í umhvørvið í bygdini er so stórt, at bæði kommunan og inn­lendismálaráðið vildu hava, at skipað var fyri einum borg­ara­ fundi. Tað vísti seg eisini, at áhugin var stórur, tí so at siga umboð fyri hvørt hús á Skála møttu upp á fund­inum. Turrdokkin Skála hevur í øldir bygt skip. Søgu­ liga vita vit, at eitt verjuskip var bygt á Skála, tá ið Frederik von Gabel ráddi fyri borgum í Føroyum. Seinni løgdur teir báðir Jens í Dali og Søren Mu:ller lunnarnar und­ir tað, sum vit hava kent sum Skála Skipasmiðja, har hópur av skip­um eru bygd í nýggjari tíð. Fyrsta stálskip, sum er bygt har í nýggjari tíð, er nótaskipið Boðanes. – Tað var stórur dagur, tá ið skip fóru úr barkastokki á Skála. Eg minnist sum smádrongur í Gøtu, at tá var farið til Skálar at vitja ættina har, so vit eisini fingu lut í hátíðardáminum slíkar dag­ar, segði Torbjørn Jacobsen, borg­ar­ stjóri millum annað Í 1976 komu ætlanirnar fram um at byggja turrdokk á Skála. Tá var longu ómetaliga stórt virksemi á skipa­smiðjuni, men menn sóu, at neyð­ugt var at fylgja við tíðiini og avgjørdu at byggja turrdokk á Skála. Høllin stóð liðug umleið 1980. Turrdokkin er so stór, at hon tek­ur øll vanlig føroysk skip, tó Norr­øna, Smyril og okkurt av teim­ um nýggjaru farmaskipunum und­ an­tikin. – Hetta ger sjálvandi, at skulu vit byggja eina høll, so má hon vera stór og eisini høg fyri at fáa pláss at arbeiða inni í høllin, segði Mourits Mohr, stjóri, undir framløguni av fram­tíðarætlanini hjá Mest. Nýggja høllin fer at fylla ómeta­ liga nógv í landslagnum. So nógv at neyðugt verður at broyta bý­ar­ plan­in. Sum er ber ikki til at byggja hægri enn 6,5 metrar hóast bygn­ ing­ar í økinum í dag eru hægri enn so. Nýggja høllin fer at vera góðar 40 metrar høg. Innlendismálaráðið hev­ur sagt, at ikki ber til at gera ein býarplan, sum generelt loyvir so høgar bygging, men hetta fer at krevja ein serliga plan fyri øk­ ið, skal loyvi gerast til so stóran bygn­ing. HØLL Á SKÁLA RISAHØLL Á SKÁLA FER AT GEVA ARBEIÐSPLÁSS OG STÓRT VIRKSEMI Ætlanin hjá Mest at byggja stóra høll yvir turrdokkina á Skála er eitt stórt inntriv í umhvørvið Soleiðis sær turrdokk út. Tað er yvir hetta høllin skal byggjast. Russiskir trolarar sum hesir skulu eisini sleppa inn í nýggju stóru høllina.