Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 25 – Ja, hetta fer at fylla nógv, men aft­urfyri fer hetta at skapa stórt virk­semi í bygdini, segði stjórin á Mest. Spurdur um tal á arbeiðsplássum segði hann, at minst dupult so nógv sum nú fara at arbeiða á Skála, um hend­an ætlanin gerst veruleiki. – Tað verður ikki bert hand­ verk­arum brúk verður fyri, men fyri­sitingin fer eisini at vaksa og í heila tikið fer hetta at skapa meira virk­semi í økinum, segði hann. Stjórin á Mest lovaði eisini, at teir fyrst og fremst fara at leggja seg eftir at fáa føroyingar til arb­ eið­is, men at neyvan fór at sleppast und­an, at onkrir útlendingar við serkunnleika eisini komu at arb­ eiða har. Mest hvur júst skrivað und­ir sáttmála um nýggja hav­rann­sókn­ ar­skipið, men stjórin segði, at enn er avgerð ikki tikin um, hvar tað skal gerast. – Men Skála er eitt gott boð, legði hann afturat. Borgarar á Skála óttast stóru høllina – fegnast hinvegin um meira arbeiði Borgarafundurin á Skála um høllina, sum Mest ætlar at byggja, vísti, at tey óttast stóru høllina, men fegnast um, at Mest ætlar at økja um virksemið á Skála SÓLVIT E. NOLSØ B orgarar á Skála møttu upp í stórum tali, tá ið Runavíkar komm­una kallaði inn til borg­ar­ fund um ætlanirnar hjá Mest at byggja eina høll yvir turrdokkina í bygd­ini. Fleiri sum høvdu orðið hildu, at tal­an er um eitt skrýmsl av einari høll, sum fór at skemma bygdina og taka útsýnið frá nógvum fólki. Onnur hildu, at høllin fylti nógv, men at ymiskt er gjørt fyri at hon ikki fer at skemma bygd­ ina. Greitt var frá, at ætlanin er at byggja høllina og klæða hana við svørt­um og koksgráum plátum. – Vit hava valt at gera høllina í døkk­um litum, so hon ikki fyllir so nógv. Ætlanin er, at hon verður klødd við svørtum og koksgráum plát­um og so verður eitt ljósbelti gjørt við transparentum plátum, so ljós sleppur bæði inn og út,segði May­finn Norðoy, arkitektur, sum hev­ur gjørt myndirnar, sum vóru sýnd­ar fram. Bárður Kass Nielsen, fyrr­ver­ andi tingmaður, sum býr á Skála, segði, at hann vónaði, at fólk fer at taka undir við ætlanini – Hetta er ein spennandi verk­ ætl­an,sum hyggur frameftir. Hon fer at økja um virksemið, men hon fer eisini at gera skipasmiðjuna kapp­ing­arføra við aðrar skipa­ smiðj­ur segði hann. Vilhelm Olsen, sum hevur ábyrgd av sløkkiliðnum á Skála, vildi vita, hvussu brand­við­ur­ skift­ini fóru at vera. Umboðini fyri Mest greiddu frá, at høllin verður bygd soleiðis, at allar konstruktiónir halda í eldi í 60 minuttir. Tað vil siga, at stund­ir vera hjá fólki at sleppa út. Høllin verður gjørd til at tola vind uppí 60 metrar um seundið pluss 50 prosent. Summi søgdu beint fram, at tey á ongan hátt vilja hava høllina á Skála. – Eg haldi tað er gott, at Mest ger okkurt, men eftir mínar hugs­ an – og eg tosi fyri konuna eisini – so eigur høllin ikki at koma her í bygdina, segði Andras Hansen.. Nancy Poulsen vildi hava at vita, hvussu nógv ársverk ein slík høll fór at hava við sær, sam­an­ bor­ið við tey ársverk, sum eru á skipa­smiðjuni í dag. Mourits Mohr, stjóri, greiddi frá, at hetta fór at geva minst 75 arb­eiðs­pláss á Skála. Hann segði eis­ini, at í dag arbeiða millum 40 og 35 fólk á skipasmiðjuni. Pætur Ramussen vildi hava at vita um ætlanin eisini er at byggja høll­ina longur suður, so hon eisini fevn­ir um sjálva bedingina. – Vit hava sjálvandi hugsa tank­an og gjørt strikurnar suður á bed­ingina. Tað kann gott vera, at hetta verður gjørt í framtíðini, men tað liggur ikki í kortunum júst nú, segði Mourtis Mohr, stjóri á Mest. Summi eftirlýstu, at høllin verð­ur prýdd og at útveggirnir kanska verða brúktir til okkurt frí­tíð­ar­virk­semi. Ein av teimum var Svend Højgaard: – Tað hevði verið ein tanki, men eg skal nýta høvi at takka Mest fyri at teir satsa uppá Skála, segði hann. Nú verður ætlanin løgd fram al­ment, og so er høvi hjá fólki í seks vikur at senda viðmerkingar til Runavíkar kommunu um stóru høll­ina og tær ætlanir, sum Mest hev­ur. Høllin á Skála verður stór. Hon verður 129 metrar long og 34 metrar breið longst inni. Við innsiglinga verður hon 47 metrar breið. Hæddin er sett til 40,7 metrar – tað er á hædd við, har fótbóltsvøllurin á Skála er. Fleiri av gomlu bygningunum verða tiknir burtur, millum annað Stórhús. Eisini ein modelmynd. Summi ivaðust í, um høllin var ov lág á hesi mydnini, men tað verður eftirkannað. Minst eitt umboð fyri hvørt húski á Skála møtti upp til kunningarfundin, sum Runavíkar kommuna kallaði inn til. Stjórin á Mest, Mourits Mohr, greiddi frá um høllina og hvørjar ætlanir Mest hevur á Skála