fríggjadagur 26. mai 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
6. partur
Í
1955 fór eg so aftur við
Jóannes Patursson. Á vári
gjørdu vit ein túr á Suð
urlandinum. Hetta var ein
stuttur túrur, tá vit fingu 120 tons.
Tað gekk so leingi at fáa skips
boð aftur. Men tá var tað, at
Hvannasundsbrøðurnir saman við
Esmar Fuglø høvdu keypt trolaran
Fiskanes úr Bretlandi. Meiningin
var vist, at Svenning og Poli
skuldu vera skiparar, men Esmar
Fuglø helt uppá, at tað skuldi vera
Hans Pauli.
Hetta endaði við, at Svenning
bleiv skipari á Jóannes Patursson
fyri Hans Paula. Eg bleiv 2. stýri
maður hjá honum. Fyrstu tíðina
var Erling í Nólsoy 1. stýrimaður.
Hann var royndur trolaramaður,
men hann var ógvuliga varin.
Fyrsta túrin vann eg 2.500 krón
ur. Tað var nógv tá í tíðini.
Ráddi um at sleppa
til góðan markna
Fasta gongdin var, at vit vóru á
saltfiskaveiðu um summarið og ís
fiskaveiðu um veturin. Ísfiskurin
varð landaður í Bretlandi. Tá
ráddi um at koma til marknaðin,
tá ið prísurin var hægstur. Hesum
greiðir Hans Pauli eisini frá í bók
síni Jól á Halanum. Farið varð av
stað undan jólum. Tá kundi land
ast í Bretlandi beint eftir nýggjár,
tá ið lítið av fiski var á uppboðssøl
uni. Hetta gjørdi so tað, at prísurin
varð høgur.
Á saltfiskaveiðu var manningin
um 40 mans, men á ísfiskaveiðu
var hon minni, einir 25. So tað vóru
nógvir menn, sum fingu feriu, tá
ið vit vóru á ísfiski. Tá máttu teir
skiftast um at vera við.
Tveyskiftisvaktin: Longri
frívakt gav størri úrslit
Fram til 1955 gingu manningarnar
sokallaða trískiftisvakt á trolar
unum. Hetta merkti, at menn
høvdu deksvakt tvær ferðir seks
tímar, og so frívakt í seks tímar.
Um lítið var at gera fekk seinna
deksvaktin “lúrivakt”. Tá kundi
hon taka sær av løttum.
Men tá ið nógvur fiskur var,
sum ofta var, var altíð brúk fyri
øllum monnum. Hetta var ógvu
liga strævið, tí teir arbeiddu í 12
tímar og høvdu so frí í seks tímar,
íroknað tíð at eta, so veruliga
hvíldin gjørdist minni enn 6 tímar.
Havi hoyrt menn siga, at tá teir
fingu frívakt, vóru teir so móðir,
at teir fingu ikki svøvn í eyguni á
frívaktini.
Í 1956 samtykti løgtingið lóg um
tveyskiftisvakt, so menn skuldu
arbeiða í seks tímar og hava frí
í seks tímar. Hetta var gott fyri
manningina, men ótti kom á
summar skiparar fyri avleiðing
unum. Hans Pauli var ein teirra,
sum helt, at nú fór minni at koma
burturúr arbeiðinum, tá ið arbeiðs
tíðin fór so langt niður. Tað vóru
trolarar, har teir innrættaðu eyka
kømur, so manningartalið kundi
hækkast samvarandi økingini í
frívaktini.
Hesum helt Svenning tó ongan
tíð tørv vera á. Tað vísti seg eisini
skjótt, at tað kom meira fiskur
undan við nýggju skipanini, enn
við teirri gomlu. At menn fingu ta
hvíldina, teimum tørvaði, gjørdi, at
meira kom burturúr, meðan teir
arbeiddu. Var heilt nógvur fiskur
kundu menn tó bróta vakt.
Landaðu í Grønlandi
Tá ið Fiskanes kom, fór hann at
landa í Grønlandi. Hetta gav fleiri
útreiðslur og minni í avrokning
pr. kg.. Men hetta gav samstundis
fleiri fiskidagar, tí styttri var at
sigla til at landa fiskin. Tí kom
meira burtur úr kortini. Hetta
merkti so eisini, at manningin ikki
slapp til hús millum túrarnar.
Men Svenning hevði ongan
hug at landa í Grønlandi. Vit
fiskaðu sunnalaga á Fredriks
haabbankanum og fingu skjót
an túr. Tað bleiv so sent fjarrit
heim til reiðaríið, at vit vóru far
in at sigla heim. Tað kom tele
gramm aftur beinanvegin um at
fara í Føroyingahavnina at landa.
Svenning sendi so aftur tele
gramm, at vit vóru komnir á Kapp
an, og hann spurdi, hvat vit skuldu
gera. Tá komu so aftur boð um at
halda leiðina fram heim. Evald
Kjølbro kom umborð tá, og hann
var væl tilfriðs kortini. Túrurin
hevði bara vart í 29 dagar frá tí vit
fóru úr Føroyum, til vit koma heim
aftur. Næsti túrur vardi í 28 dagar.
So tað var stórt fiskarí.
Harðir menn
Tann seinna túrin gekk ein so ring
influensa um borð. Tað vóru bara
tríggir mans, sum ikki fingu hana
fyri túrin. Eg var ein teirra. Tað
vóru tríggir mans, sum ongantíð
vóru á dekkinum á øllum túrinum.
Kortini var hetta stytsti túrur,
sum vit gjørdu.
Menn vóru harðir. Georg hjá
bóndanum á Tvøroyri føldi seg
ikki væl, men hann fór so at fáa
fepurin tiknan. Hann var 39 stig.
Tað var einki at tosa um, so hann
fór aftur til flekiborðið!
Ísur ein hóttan
Í 1959 fóru vit á Suðurlandið. Tá
vit komu norður móti Fuglabergs
tanga, nú rópar Andrass hjá Óla
Jákup Jensen eftir okkum. Hann
var skipari á einum enskum trol
ara. Tá lá hann á Kappanum við
nógvum fiski. Vit fóru vestur um
Kappan, har var ein lítil oyggj sum
føroyingar kalla Nuga. Vit kastaðu
og fingu einar tríggjar posar.
Hann segði frá so ógvuliga ring
um veðri, vindstyrki 14, orkan, á
tí gamla skalanum. Tað bleiv so
ræðuliga ringur sjógvur, so vit
fingu ikki ligið við bátinum. Tað
bleiv kortini ikki so ringt, sum vit
óttaðust. Men tá kom ísur á okk
um, so vit fóru eystur um Kappan
til ein klett sum kallaðist Old Man
Rock. Har fingu vit eina rúgvu av
fiski. Vit togaðu við eina ísbrúgv.
Vit lógu undir deyða í fiski og
brutu eisini vakt. Dekkið var ong
antíð tómt. Fjaraði eitt sindur av á
dekkinum, so varð trolið koyrt út
aftur. Vit togaðu ein tíma og hál
aðu aftur. Tað vóru seks posar í,
sum svaraði til seks tons í saltfiski.
Hetta var góður fiskiskapur.
Einaferð kom eg upp á brúnna
og vildi bara hokna niður av at
koma av tí kalda dekkinum og upp
í hitan á brúnni.
Svenning bað meg fara at tørna
inn, og eg fór so aftur í kahúttina.
Veðrið tá ið Hans
Hedtoft fórst
Eg var ikki komin meira enn í
tyngd, tá kemur hann aftur, og
heldur at tað var best at gevast at
fiska. Tað var farið at lýsa og hon
um dámdi ikki líkindini. Ja, tað var
í lagi, so upp at gera reint og fáa
greiðirnar uppá pláss, so at sigla
heim.
Vit sigldu nokk so langt suður
eftir, áðrenn vit fóru eystureftir.
Tá bleiv so ræðuliga ringt veður,
men slættur sjógvur.
Benni Joensen hjá Sterka Ják
up var við sum dekkari. Hann stóð
á bakborðsveingi,
Tá man hevur verið so leingi
við einum skipi, tá kennir ein
hvørja rørslu á tí. Eg merkti, at her
var nakað í vænti, og eg smekkaði
hurðina aftur. Tá fingu vit ein ógv
usligan sjógv. Tað, sum reddaði
Kaj fekk ein tann besta trolarakjans, sum var tá,
nevniliga sum stýrimaður við Jóannes Patursson
Við Bóndanum,
Jóannes Patursson
Jóannes Patursson fullfermdur. Myndirnar í hesum parti eru úr Jól á Halanum hjá Hans Paula Johannesen
Kaj í Bartalstovu