Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 29 Komandi partur Kaj fer millum annað við Leivur Øssurson. Hann heldur tað eisini at vera eitt mistak at fara frá Kjølbro. Benni, var, at hann stóð har í long­ um stivlum. Teir fyltust, og hetta var líka sum ein barlast, so hann onga staðni fór. Tá ið vit komu niður til skotsku strond­ina, tá var tað at Hans Hed­ toft fórst. Hetta var 29. januar í 1959. Fiskanes var har yviri tá, men hann kom ikki væl fyri. Ísurin var so ógvusligur. Teir mátti bara koyra á ella blivu teir trok­að­ir upp á land. Tað var sagt frá fleiri, at Hans Pauli segði, at hetta klára vit ikki. Teir kláraðu tað, men hart stóð á. Tað fóru fleiri bond, hóast Fiska­ nes var sterkt bygdur. Samson verður skipari Svenning fór av í 1959. Tá fór hann við Fiskanes. Samson O Samson, sum var systirsonur Svenning, tók við. Eg helt so fram sum stýri­ maður við honum og var onkrar túr­ir skipari. Ein ísfiskatúr, eg var skip­ari, seldu vit fyri 9.400 pund . Hetta var besti túrur tann veturin. Dagligdagur á trolaradekki Kalt kundi tað eisini vera í Grønlandi Fult dekk av fiski. Ikki færri enn 39 skip fóru undir kríg­num, og av hesum vóru fleiri trolarar, so føroyingar sótu eft­ir við einum nógv skerdum fiski­ flota. Hugurin at fiska var øgiliga góð­ur, og tí ráddi tað um at end­ ur­nýggja skipaflotan, og tað skuldi helst ganga skjótt fyri seg. Tað vóru tveir reiðarar, sum fram um aðrar dugdu at fáa tað at bera til. Tað vóru vinmenninir Christi­an Holm Jacobsen og Kjøl­ bro. Teir vildu byggja nýggjar trol­ar­ar, sum vóru í samsvari við tíð­ar­innar nýggju krøv. P/F Uvak bí­legði ein nýbygning í Bretlandi, Jóan­nes Patursson, Christian Holm Jacobsen bílegði sjálvur Nóls­oy­ar Páll, og Kjølbro bílegði ný­bygn­ingin Sjúrðarberg. Søgan um Jóannes Patursson Í bókini um Kjølbro verður greitt meira frá serligu søguni um Jóan­ nes Patursson: Tað gekk væl hjá Kjølbro minni væl í Havn hjá P/F Uvak og Christiani Holm Jacobsen. Jóan­nes Patursson fiskaði væl, men tað gekk illa hjá Nólsoyar Pálli. Hóast góðan fiskiskap hjá Jóannesi Patursson kláraði P/F Uvak ikki at svara hvørjum sítt. P/F Uvak fór á húsagang, og báðir trolarar mundu farið av landinum. Nólsoyar Páll var farin, og Jóannes Patursson fór at verða skjótur aftaná. Thorstein stuðlaði ikki Tað finst eitt áhugavert bræva­ skifti um hesi viðurskifti. Kjølbro og Thorstein Petersen kendust sera væl, ikki minst í politikki og hava uttan iva verið góðir vinir. Tí er tað áhugavert at síggja, at hjá Kjølbro er nú einki, sum æt “vina- og kenningapolitikkur”. Ein ábending um, hví tað gekk, sum tað gekk, sæst í brævi, sum Kjøl­bro skrivaði til Thorstein Pet­er­sen í 1952, har hann millum ann­að sigur: “Nøkur orð um Uvak, havi sitið í nevndini fyri hesum fe­lag í mong ár. Tá ið avtornaði, so var henda fyritøkan eisini [eins og Sjóvinnubankin] púra og al­deilis insolvent”. Tá ið Nólsoyar Páll var farin av landinum, skrivaði Kjølbro til Kristi­an Djurhuus, løgmann, og bað hann taka stig til í minsta lagi at bjarga Jóannes Patursson frá at fara av landinum eisini. Kjøl­ bro fekk tá í boði at fáa trol­ar­an lagaliga, um hann aft­ur­fyri vildi gerast formaður í nevnd­ini fyri tann kreppurakta Sjó­vinnu­bank­ an. Men her fekk Kjølbro ikki hjálp frá Thorstein Petersen í Sjó­vinnubankanum, tí sum Kjøl­ bro skrivaði í umrødda brævi: “Væl veit eg, at tú ikki vildi vera við til at atkvøða fyri láni til keyp av hesum trolara, og varð tað sagt mær beinanvegin av einum av tínum politisku mót­støðu­ monnum. Tú ræður sjálvandi fyri, hvussu tú nýtir tína atkvøðu, og um tú vildi styðja hetta tiltak ella ikki, men neyvan var tað klókt.” Tað er ikki løgið, um Kjølbro undr­ast. Í almennu kanningini av Sjó­vinnubankamálinum verður stað­fest, at “hvis det ikke var lykkedes at realisere Jóannes Pat­urs­son, ville banken således på grund af sin forsømmelighed uden tvivl have lidt betydeligt tab på Uvak. Kjølbro skrivaði eisini til Thor­ stein Petersen, at tað fekst meira fyri Jóannes Patursson enn fyri Nólsoyar Páll. Sostatt kom Jóannes Pat­urs­ son til Klaksvíkar í november 1951, eftir at hann hevði verið í Bret­landi og fingið fýra ára klassing hjá Lloyds. Tá hevði trolarin eisini fingið navi­ga­ti­ óns­útgerðina, loran, sum fyrsta fiski­skip í Føroyum og í Íslandi. Hetta var so nýtt, at í Bretlandi hevði bara eitt fiskiskip loran. Eftir metingum hjá Norð­lýs­ in­um átti trolarin, um alt gekk sum væntað, givið 5-600.000 krón­ur í hýrum og 200.000 krón­ ur í arbeiðslønum á landi. Hetta var nógvur peningur. Hans Pauli Johannesen helt fram sum skip­ ari á Jóannesi Patursson. Kaj var skip­ari á Sjúrðarbergi. Kjølbro átti nú tveir teir mest framkomnu trolararnar í land­ inum. Tað gekk væl hjá teim­um, og teir góvu væl av sær bæði til reiðarí og manning. Rokn­skap­ ar­tøl­ini seinni í fimmtiárunum vísa, at uttan hesar trolararnar høvdu skip­ini hjá Kjølbro givið eins stórt hall, sum tey nú góvu vinning. Sam­an við vaksandi útróðrinum í Klaks­vík gjørdu hesir trolararnir sítt til, at kreppan fyrra part av fimm­ti­ ár­un­um ikki merktist líka hart í Klaksvík sum aðrastaðni í Før­ oy­um. Hóast hann átti fleiri og eis­ini framkomnar trolarar, vildi Kjøl­ bro hava fleiri trolarar. Hetta sæst í brævi frá J.C. Peacock í Glas­gow í 1949. Teir høvdu fyri Kjøl­bro kannað møguleikan at byggja ein nýggjan trolara. Kaj Jo­hanne­sen hevði enntá verið í Glas­gow í hesum sambandi. Trup­ul­leikin var, at tað fór at taka 17 mánaðir at fáa ein ketil til mask­in­una, og tí fór tað at taka 18 til 20 mánaðir, áðrenn eitt skip kundi verða latið. Tí kom ikki meira burtur úr hesi ætlan. NÝGGJ TROLARATÍÐ At royna ísi var eisini ein avbjóðing