Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Minningarorð síða 10 Tórfinn Smith til minnis Nøvn síða 8 Tróndur Leivsson seksti Tað er allarhelst ógvuliga hugaligt hjá Magna Arge samstundis bæði at røkja løg­tings­essin, sum hann vald­ ur í, og fólkatingsessins, har hann sit­ur sum varamaður. Ein maður, sum er vanur við at arbeiða nógv, klárar saktans at røkja bæði størvini til lítar – á sama hátt, sum ein sum er borg­ar­stjóri í Havn, á Tvøroyri ella í Klaks­vík kann sita sum løgtingsmaður. Sakin er bara tann, at eitt tjóð­ veld­is­um­boð kann ikki sita á Fólka­tingi og í Løgtinginum í senn. Tað kann Sjúrður Skaale heldur ikki. Tað sum Tjóðveldi nú ger – um flokk­ur­in loyvir Magna Arge at hava báð­ar sessirnar – er at bróta eina kontrakt við veljaran. Tað er einki minni enn at snýta veljaran. At bróta fremsta vallyftið hjá flokkinum. Tað er óerligt og óreiðiligt. Sæð í bakspeglinum, so meinti Tjóð­veldi ikki hetta val­lyftið í álv­ ara. Hetta var bara brúkt at lokka veljr­ar til flokkin. Meinti flokkurin tað, so slapp sami maður ikki at sita í tveim­um sessum. Tað er fullkomiliga undirorðnað, hvussu strævin tey eru í for­mans­ skap­i­num í Fólkatinginum. Tað hevu­r einki við málið at gera. Tað kann ongantíð vera ein trup­ul­leiki fyri flokkin, um tað er strævið hjá Magna Arge at fáa far­loyvi úr Fólkatinginum. Hann hev­ur eitt at hugsa um, og tað er at virða veljaran. Flokkurin hev­ur lovað, at sama persónur skal ikki sita í tveimum sessum í senn. Magni Arge er bara í tí persónligu lykla­ støðu, at hann kann velja, um hann vil sita nógv betri lønta fólka­tings­ sess­i­num ella í løgtingsessinum. Trupulleikin er, at hann vil bæði. Men tað er og skal ikki blíva trup­ul­leikin hjá veljaranum. Yv­ir fyri veljarnum er bara ein møgu­ leiki. Letur Tjóvðeldi hetta ganga, so snýt­ur allur flokkurin veljaran. So sig­ur allur flokkurin við ein mun, at »vit virða ikki tær avtalur, sum vit gera við veljaran«. Og so veit velj­ ar­in, at hann kann ikki stóla upp á flokk­i­n. Í øllum førum ikki í hesum mál­i­num, tá tað snýr seg um at geva ein­um persóni í flokkinum vald. Og tá hetta lyftið hjá Tjóðveldinum yv­ir fyri veljarnum er so lítið vert, hvussu lítið eru so onnur lyfti verd, sum Tjóðveldi gevur? Soleiðis spillir tú tí egna trúvirði við at taka privat viðurskifti hjá valds­perónum fram um stevnu floks­ins. Soleiðis niðurbrýtur tú álit mill­um veljara og politikara, mill­um veljara og flokk. Tað verður áhugavert at síggja, um alt Tjóð­veldi í felag góðtekur hetta stóra lyft­isbrotið. At bróta avtalu við veljaran Gamalt var, at tað var verka­ menn sum Karl hjá Tal­is og Mart­in Kúrberg, fyrr­ver­andi formenn hjá ar­beiðs­monn­ um í Havn, sum tosaðu til mót­mæl­is­fólk­ið sum »kamm­e­rat­ar«. Her var tað felags­skap­ ur­in, tað galt – tað at standa »øksl í­móti øksl í stríð­num móti ar­beiðs­gev­ar­unum« fyri at fáa nøkur oyru oman á tíma­løni­na. Men í dag hevur orðið »kamm­e­rat­ar« fingið annan týdn­ing. Í røðu síni í Klubba­ garð­i­num í morgun tal­ aði Jan Højgaard, for­ mað­ur fiskimanna, til við­halds­menn­ sínar sum »kamme­rat­ar«. Men kammeratarnir hjá Jan Høj­gaard berjast ikki fyri oyr­um. Valla heldur fyri krón­um. Hjá teimum snýr tað seg um milliónir. Fleiri av kammeratum í Klubb­a­garð­inum tjena milli­ ón­ir um árið – mann­ing­a­ part­ar eru upp í 2,5 mill­i­ón­ ir krón­ur um árið. Og sjálvt um tað er býtt millum tvær mann­ingar, so er himm­al­víð­ ur stættar­mun­ur á »kamm­e­ rat­u­num« hjá Jan Højgaard og »kamm­e­r­at­u­num« hjá Hans Jo­ensen. Soleiðis broytast virði og orð – og týdningurin av at standa øksl ímóti øksl. »Kammeratarnir« hjá Jan Højgaard eru millióningar Soleiðis brýtur tú niður álitið millum flokk og veljara Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tá verkafeløg tosa um »kammeratar« verður hugsað um lágløntar arbeiðsmenn. Orðið »kamm­ er­at­ur« hevur ikki sama týdning millum fiskimenn. Har eru millióningarnir eisini »kammeratar« Tað verður ringt at fáa pol­ it­iska undirtøku fyri, at Strand­ferðslan aftur skal fara at sigla til Skotlands. Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Strandferðsluni bar hug­skot­ ið fram. Hilmar Eliasen, stjóri á Strand­ferðsluni sigur, at hetta er ein politiskur spurn­ ing­ur, men tað hevði loyst ein ó­met­a­lig­a stóra trupulleikan er at fáa avloysaraskip fyri Smyr­il. Strandferðslan sigldi til Skot­lands fyri um 20 ár­um síðani, men Henrik Old held­ ur, at tíðirnar eru broyttar nú. Ein stór broyting er, at nú er tað ikki óvanligt, at fólk flúgva uttanlands og so leiga sær bil. Hann vísir eisini á, rut­an helt uppat, tí hon bar seg ikki. Og lands­ stýr­is­mað­ur­in held­ ur, at tað verð­ ur ringt at fáa pol­it­iska und­ir­tøku fyri, at Strand­ferðslan fer und­ir utt­an­landssigling, tí so skal tað samtykkjast í Løgtinginum, og tað verð­ ur ógvu­liga torført. Tískil vænt­ar Henrik Old heldur ikki, at land­ið verður við í eini slíkari ætlan. Hinvegin heldur hann, at tað er stórt spell, at einki sjó­vegis samband er ímillum Før­oyar og Skotlands, ikki minst kundi tað verið eitt høv­i hjá føroyingum at flutt vør­ur til Føroyar munandi bí­lig­ari enn annars. Kortini ásannar Henrik Old, at hevði tað almenna havt eitt skip, sum kundi siglt til Skotlands, hevði tað loyst allar trup­ulleikar við at finna av­loys­araskip til Smyr­il, tí tað verð­ur verri og verri fyri hvørt ár. Neyvan meiriluti fyri uttanlandssigling